Við at fylla hendan formular út, vera tygum skrásett/ur hjá Klaksvíkar Sløkkilið. Harvið ganga tygum undir hesar treytir og fær loyvi at brenna bál nýggjársaftan, við at góðtaka niðanfyristandandi treytir.
Hetta er bert galdandi 31 des 2022
1. At bert reinur og turrur viður verður nýttur.
2. At veðrið er til vildar.
3. At brent ikki verður á parkeringsøki ella vegi.
4. At økið verður rudda skjótast gjørligt og í seinasta lagi dagin eftir.
5. Sigast skal sløkkiliðinum frá hvar bálið verður soleiðis at sløkkiliðið skjótari kann koma á staðið um illa vil til. ( lítla frágreiðing niðast sum sigur hvar báli verður brent)
6. Tann sum skrásetur seg hevur persónliga alla ábyrd av bálinum.
7. At sløkkiútgerð liggur klár við bálið ( vatnslanga ella pulvursløkkjari)
8. Støddin á bálinum skal ongantíð vera størri enn 3x3x2 metur, tó ongantíð størri enn umstøðurnar loyva tí
9. Tað má eisini fáast loyvi frá tí sum eigur undirlendið har brent verður.
Um sløkkiliðsmaður tekur avgerð um at bálið skal sløkkjast skal ábyrdarpersónurin syrgja fyri at øki verður rudda sum á punkt. 4.
Hesar treytir skulu tryggja, at bálið verður gjørt við skynsemi umframt at minst møgulig
umhvørvisárin standast av brenningini.
Tá ið tygum hava fylt hetta út, fáa tygum ein email við skrásetingini sum er ein viðheftur pdf.
Sí annars almennu vegleiðing frá Umhvørvisstovuni
https://drive.google.com/file/d/0B8ngkalg_92lZ3lNczZsbDI4MkE/view