Request edit access
Foreldrabankin hjá Havnar KFUK-skótum
Øll duga okkurt

Góðu foreldur og verjar hjá Havnar KFUK-skótum.

Leiðarahópurin hjá Havnar KFUK-skótum er altíð í gongd við ymiskt spennandi og stuttligt skótavirksemi. Vit brenna fyri skótalívinum og fyri at geva gentunum góðar og gevandi upplivingar.

Vit vita, at tit foreldur eru sera virkin á ymsum økjum, og hava eina rúgvu av góðum eginleikum.
Fleiri tykkara hava gjørt vart við, at tit fegin vilja hjálpa, tá tiltøk eru á skránni, og vit hava eisini havt sera góðar royndir av hesum.

Vit stovnaðu tí hendan "foreldrabankan" fyri nøkrum árum síðani, har tit foreldur kunnu seta kross við hvørja førleikar tit kunnu bjóða Havnar KFUK-skótum.
Foreldrabankin er eitt sera hent amboð hjá skótabólkinum, tá ið vit hava tørv fleiri hondum, góðum hugskotum ella øðrum til frama fyri skótabólkin. Kanska hevur tú ein bil við króki, kanska ert tú lívbjargari, ella dugir at spæla guitar?

Onkur tykkarar hava eisini royndir sjálvi sum skóti, ella kanska ynskir tú at fáa tað? Hevur tú hug at vera ein partur av leiðarahópinum í størri ella minni mun, so set kross við tað í skjalinum.

Herundir kanst tú útfylla skjalið og seta ein ella fleiri krossar við tað ið tú kanst geva eitt íkast við. Komið endiliga við fleiri hugskotum um okkurt er ið manglar.

Tað er ikki bindandi at vera við í foreldrabankanum, og um tú setir kross við eitt øki, so merkir tað ikki at tú hevur ábyrgdina av tí, men at vit kunnu kontakta teg, tá ið tað júst eru tínir førleirar ið vit mangla.

Tað er sjálvsagt upp til tín um tú vilt vera við í foreldrabankanum. Ynskir tú ikki at vera við, set so kross niðast á skjalinum.

Tað er einans leiðarahópurin hjá Havnar KFUK-skótum ið hevur atgongd til foreldrabankan, og nøvnini verða slettaði aftur um dóttir tykkara meldar seg úr skótabólkinum.

Vit takka hjartaliga fyri, at tit taka tykkum tíð til at útfylla skjalið.
Við skótakvøðu
Havnar KFUK-skótar
Sign in to Google to save your progress. Learn more
Email *
Next
Clear form
Never submit passwords through Google Forms.
This form was created inside of Elin Lindenskov.

Does this form look suspicious? Report