Turbinur: Uppsamling av tilfari til Gjógvará verkætlan

Alternativ: vatn úr Krákugjógv 

 

Hæddin við inntak er 260 m - eins og í Bjarnadali. Hiðani liggur rør oman til vatnbrunnar í Miðalsbrekku, sum er á 155 m. Hetta gevur eitt teoretiskt trýst á 10,5 bar.

Kaðalin er Ø160 mm. Við eini ferð á vatninum á 2,1 m/s fæst eitt flow á 42 l/s.

 

Turbinan, vit hava hugt at, er ætlað til í mesta lagi 11,5 bar og skal hava eitt flow 11-25 l/s.

 

Ein vansi við Krákugjógv er, at har er ongin vatngoymsla og til tíðir er lítið vatn.

 

Tá ið nóg mikið av vatni er norðuri á Fossum kann turbinan so statt framleiða við fullari megi.

IREM er fyritøkan, sum framleiðir vatnturbinuna.

Turbinan LAF hevur bílagt vegna kommununa kallast AS4 41

Kontaktpersónur hjá okkum í IREM var Elisabetta Celso. Tpostur hjá henni er sve@irem.it.

JZ: 120223

Sambært Jóan Jákup Vørmadal koma uml. 40 rúmmetrar ígjøgnum reinsiverki um samdøgrið. Hetta svarar til 11,1 L/s.

Hetta gevur eina teoretiska effekt á:

PE/∆t = mgh/∆t = 11,1*9.82*105 J/s = 11457 W.

Tað svarar til 100360 kWh/ár.

Báðir skúlarnir í Vestmanna fingu 80000 L olju í 2006 (kelda: Gunnar H. Jacobsen, Effo).

Orkan í oljuni er 10,01 kWh/L. Við brenning verður nyttuvirði 0,9.

 

1 kWh = 3,6 MJ.

So statt nýta skúlarnir 800000 kWh / ár.

Teoretiskt spara skúlarnir so:

100360 / 800000 = 14% ella 11140 L av olju um árið.

Gassoljuprísurin er ídag 23. februar 2012: 8,313 kr/L. Teoretiska sparingin av turbinuni verður so statt 92607 kr/ár í olju.

Eftir ætlan skal elið frá turbinuni inn á netið hjá SEV. Eg havi frætt at kommunan fær 40 oyru/kWh - hetta er ikki váttað. So statt verður teoretiska sparingin hjá kommununi 40144 kr/ár.

Sí eisini útrokning.


1. februar 2011

Turbinuhúsið er stoypt upp og kransur til turbinuna er settur í. Veitir frá húsinum og í brunnin við síðuna av húsinum, eru lidnar.

21. august 2011

Turbinan varð bíløgd frá IREM - eini italskari fyritøku og var heima í Føroyum í august. Í september fór kommunan ígongd við at planera til turbinuhúsið og bíðað verður eftir tilboði til at stoypa gólv og sokkul.

Sambært Vestmanna Kommunu er vatnnýtslan í bygdini millum 50 og 70 rúmmetrar um tíman í náttartímunum og millum 80 og 100 rúmmetrar um tíman í dagtímunum. Nýtslan í Tórshavn 2006 var 14000 rúmmetrar um dagin, so per íbúgva er nýtslan ikki so ymisk.

Vatngoymslan í Miðalsbrekku er mátað av kagi.fo til 13 m í tvørmál og mett til 5 m í hædd. Tvær av hesum goymslum eru. Tvs. at rúmdin er 1320 rúmmetrar. Sambært tølunum er bert goymsla til minni enn 18 tímar um nýtslan verður sett til 75 rúmmetrar um tíman.

 

Hæddin í Bjarnadali er 260 m og í Miðalsbrekku 136 m. Út frá hæddini verður trýstmunurin 12 bar. Tvørmálið á vatnleiðingini úr Bjarnadali er antin 8 ella 10 tummar. Á veg oman gongur leiðingin inn í ein brunn, sum ger at trýstið verður tikið av leiðingini. Um trýstið ikki skal takast av leiðingini, má kaðalin halda til trýstið, sum er á lægsta punktinum - tað er har, sum kaðalin fer tvørtur um Fossá. Á tí staðnum - mett út frá loftmyndum - er hæddin 71 m. Also ein hæddarmunur á 190 m.

 

Svar frá VK um stødd og styrki á vatnleiðing.

 

Teoretiskt gevur hetta eina effekt, sum er:

PE/∆t = mgh/∆t = 75000/3600*9.82*125 J/s = 25573 W.

Hetta svarar til 224000 kWh um árið.

 

 

Báðir skúlarnir í Vestmanna fingu 80000 L olju í 2006 (kelda: Gunnar H. Jacobsen, Effo).

Orkan í oljuni er 10,01 kWh/L. Við brenning verður nyttuvirði 0,9.

 

1 kWh = 3,6 MJ.

So statt nýta skúlarnir 800000 kWh / ár.

 

  

Kelda: Jarðfeingi

Orkunýtslan hjá húskjum í Hoyvík er á leið 24000 kWh/ár til hita.

 

Virkni (COP) hjá eini hitapumpu:

luft/luft: 3 - 4

luft/vatn: 2,5

vatn/vatn: 3 (?)

 

Jarðfeingi nýtir m.a. Teknologisk Institut sum keldu.

 

Hugleiðingar:

 

Onnur skjøl:

 

Leinki:

 

 

Uppgávulisti:

  1. fáa váttað vatnnýtslu frá VK - avgreitt
  2. finna stødd á vatnturbinu - avgreitt