Published using Google Docs
Námsskipan fyri føðsluhjálpara- og føðsluatstøðaraútbúgving 2
Updated automatically every 5 minutes

Námsskipan fyri føðsluhjálpara- og føðsluatstøðaraútbúgvingina

 

Útgávudagur: 1. august 2015

Útgivið sbrt. kunngerð nr. 20 frá 23. mars.2015 um útbúgving til føðsluhjálpara og føðsluatstøðara, sum broytt við kunngerð nr. 125 frá 21. august 2017.

 

Um ósamsvar er millum námsskipanina og útbúgvingarkunngerðina, er útbúgvingarkunngerðin galdandi.

 

Um útbúgvingina

Endamálið við útbúgvingini er ásett í § 2 í kunngerðini. Tørvur er ikki á at útgreina endamálið við útbúgvingini nærri.

 

Útbúgvingartíð, bygnaður og innihald

Útbúgvingin tekur 3 ár, og er lutað sundur í verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd.

 

Skúlagongdin í útbúgvingini íroknað eitt sveinaroynd er 60 vikur. Skúlagongdin er býtt í fýra skúlaskeið. Fyri at halda fram á einum skúlaskeiði skal næmingurin hava staðið fyrra skúlaskeiði og fyri at sleppa til 3 og 4 skúlaskeið skal næmingurin umframt at hava staðið 2. skúlaskeið hava góðkendan lærusáttmálað.

 

Skúlagongdin verður skipað samsvarandi mynd 1.

 

Mynd 1: Skipan av skúlagongd og longd á skúlaskeiðum

 

Vikur

Skúlaskeið

1. skúlaskeið

20

2. skúlaskeið

20

3. skúlaskeið

10

4. skúlaskeið

10

Til samans

60

 

Møguligt er at byrja útbúgvingina við lærusáttmála ella uttan lærusáttmála. Um næmingurin byrjar útbúgvingina uttan lærusáttmála, byrjar útbúgvingin við skúlagongd. Ger næmingurin lærusáttmála meðan hann gongur í skúla, fær næmingurin alt skúlaskeiðið góðskrivað í lærutíðini.

 

Hjá næmingi, sum hevur lokið ein part av skúlagongdini í útbúgvingini, verður lærutíðin stytt samsvarandi loknu skúlagongdini.

 

Um næmingurin hevur arbeiðsroyndir ella aðra yrkisútbúgving, áðrenn hann byrjar í læru, kann næmingurin fáa lærutíðina stytta sambært meginreglu fyri stytting í lærusáttmála. Yrkisnevndin tekur avgerð um møguliga stytting av lærutíðini eftir umsókn frá sáttmálapørtunum.

 

Skúlagongdin í útbúgvingini fevnir um almennar lærugreinar, yrkislærugreinar og vallærugreinar. Í mynd 2 eru almennu lærugreinarnar og yrkislærugreinarnar endurgivnar.

 

Mynd 2: Førleikamál, ið almennu lærugreinarnar og yrkislærugreinarnar styðja

Lærugreinin styðjar fylgjandi førleikamál.

Talmerkingin av førleikamálunum vísir til talmerkingina í útbúgvingarkunngerðini.

 

 

 

Almennar- og yrkislæru-greinar

Lærugreinaheiti

Avriksmát fyri lærugreinina

Vegleiðandi pultstímar, til saman

  1. skúlaskeið

10

Føroyskt

E

72

5, 16

Náttúrufak

F

 72

 

Fyrstahjálp og brand

 

20

 

Reinføri

 

26

 

Kunningartøkni

 

53

 

Umhvørvi

 

26

 

Kostur, orka og føðsla

 

64

 

Vørukunnleiki

 

32

 

Grundtilgerð

 

26

 

Kundatænasta

 

38

 

Matmentan og kundatænasta

 

26

 

Sensorik og góðska

 

32

 

Framleiðsluætlan

 

112

 

Borðreiðing

 

54

 

Máltíðin

 

38

Eftirmeting

24

Pultstímatal 1. skúlaskeið

720

2. skúlaskeið

Praktikk

360

 6

 Samstarv og samskifti

 

36

 2, 4, 5, 6

Samfelagsfrøði

(F)

54

 1, 2, 4

Føðslulæra 1

Byrjunar

stig

36

1, 2, 3, 4

Metodik, framleiðsla, tilrættalegging, kalkulatión og góðska

Vanastig

108

1, 2, 4, 5

Framleiðslureinføri

Vanastig

36

1, 2, 3, 4

Diætetik 1

Vanastig

36

1, 2, 4

Vørukunnleiki 1

Vanastig

36

Valfak

18

Pultstímatal 2. skúlaskeið

720

3. og 4. skúlaskeið

14, 15

Yrkisrættað enskt

F

72

5, 11, 14

Arbeiðsumhvørvi

Modul 1

36

8,  11,  14

Umhvørvi

Modul 1

36

1, 2, 4

Vørukunnleiki 2

Vanastig

36

7, 8, 9, 11, 12

Metodik, framleiðsla, tilrættalegging, kalkulatión og góðska 2

Framkomið stig

54

8, 9, 10 , 11,  12

Framleiðslureinføri 2

Vanastig

36

7, 8, 9, 12, 14

Diætetik 2

Vanastig

72

7, 9, 12

Føðslulæra, ástøði og verklig 2

Vanastig

108

7, 8, 9, 13

Kostlæra og meting

Framkomið stig

90

11, 12, 13, 14, 15

Samstarv og samskifti 2

Framkomið stig

36

7, 8, 9

Sensorik og matgóðska

Framkomið stig

36

valfak

36

Pultstímatal 3. og 4. skúlaskeið

720

Tilsamans

2160

Vallærugreinar

 

 

Vegleiðandi pultstímar, til samans

 

 

 

 

 

Í myndini sæst hvat ella hvørji førleikamál í kunngerðini lærugreinarnar styðja og í hvørjum skúlaskeiði frálæran í ymisku lærugreinunum fer fram. Býti av lærugreinum millum skúlaskeiðini er vegleiðandi, og er lagt soleiðis til rættis at undirvísingin í mest møguligan mun styðjar verkliga partin av útbúgvingini. Skúlin ásetur møgulig førleikamál fyri hvørt skúlaskeiði sær.

 

Námsætlanirnar fyri einstaku lærugreinarnar síggjast í fylgiskjali 1 til xx.

 

Almennu lærugreinarnar fevna um ástøðiliga undirvísing, ið skal miða ímóti at menna tann almenna kunnleikan hjá næminginum og styðja undirvísingina í yrkislærugreinunum. Somuleiðis skulu almennu lærugreinirnar, um tær eru á C- stigi ella hægri, fyrireika næmingin til framhaldandi útbúgving, og harvið styrkja persónliga menning, lestrarførleika og samfelagsfatan.

 

Yrkislærugreinarnar sermerkja læruna í matvøruútbúgvingini og skulu veita almennan kunnleika og fakligan yrkisførleika. Partar av yrkislærugreinunum eru serlærugreinar, ið eru á hægsta fakliga støði innan yrki og fata tær um verkliga og ástøðiliga undirvísing, sum skal miða ímóti at veita næminginum serligan yrkisførleika innan matvøruyrkið.

 

Avriksmátini fyri yrkislærugreinarnar eru í trimum stigum, so møguligt er at gera ein karm um lýsing, skjalprógvan og sýning av stigunum og framgongdini í undirvísingini í mun til uppgávurnar. Arbeitt verður á trimum stigum, ið vísa til torleikastigi í námsætlanunum: byrjanarstig, vanastig og framkomið stig:

 

Byrjanarstig: Næmingurin dugur at loysa eina uppgávu og arbeiða í vandum førum ella út frá einum kendum greiðsluevni ella hann dugur at gera torførari arbeiði við vegleiðing. Á hesum stigi verður dentur lagdur á persónligar førleikar til at seta seg inn í grundleggjandi kunnleika- og hegnisøki í útbúgvingini, og førleikar til at menna ábyrgd og grundarlag til framhaldandi læring. Á byrjanarstigi skal sjálvstøði somuleiðis grundleggjast í samband við loysn av uppgávum.

 

Vanastig: Næmingurin dugur at tilrættarleggja og loysa eina uppgávu við vandum- ella kendum greiðsluevnum og umhvørvi, sjálvstøðugt og í samstarvi við onnur. Á hesum stigi verður dentur lagdur á persónligar førleikar til sjálvstøðugt at seta seg inn í meiri torskild greiðsluevni og at samskifta við onnur um loysnirnar. Afturat hesum verður dentur lagdur á fleksibilitet og tillagingar evni.

 

Framkomið stig: Næmingurin dugur at meta um ein trupulleika, tilrættarleggja, loysa og fremja eina uppgávu ella at loysa ein trupulleika eisini í óvandum førum – einsamallur ella í samstarvið við onnur – við atliti til uppgávuna. Á hesum stigi verður dentur lagdur á persónligar førleikar til sjálvstøðugt at taka ábyrgd og at sýna virkisanda til sjálvur at orða og loysa fakligar og sosialar uppgávur og trupulleikar. Afturat hesum verður dentur lagdur á tilvitan um góðsku og skapanarevni.

 

Vallærugreinarnar skulu miða eftir at nøkta áhugamál næmingsins, at stuðla áhugan fyri framhaldandi útbúgving og at menna yrkis- og lestrarførleikan. Vallærugreinarnar skulu eisini stimbra vanligu førleikakrøvini og arbeiðsmøguleikarnar í samfelagnum.

 

Mynd 3 endurgevur málini fyri verkliga partin av útbúgvingini. Í Myndini verður eisini víst á, hvat ella hvørji førleikamál í útbúgvingarkunngerðini einstøku málini styðja.

 

Mynd 3: Førleikamál, ið verkliga læran styðjar

Virksemið styðjar fylgjandi førleikamál.

Talmerkingin av førleikamálunum vísir til talmerkingina í útbúgvingarkunngerðini.

Mál fyri verkligu læruna

2, 3, 4

 Vørumóttøka (føðsluhjálpari)

1, 2, 3, 5, 6

Framleiðsla og tilgerðarmetodikkur 1 (føðsluhjálpari)

1, 3, 6

Borðreiðing og servering 1 (føðsluhjálpari)

1, 2, 4

 Føðsla og diætetik 1 (føðsluhjálpari)

1, 2, 5

 Reinføri og eginkontrol 1 (føðsluhjálpari)

2, 5, 6

 Fyriskipan og arbeiðsumhvørvið 1 (føðsluhjálpari)

4, 5, 6

Tilrættalegging, innkeyp, umhvørvi og matur, ið fer til spillis 1 (føðsluhjálpari)

7, 8, 9, 10, 11, 12, 13

Framleiðsla og tilgerðarmetodikkur 2 (føðsluatstøðari)

7, 9, 12, 14, 15

Borðreiðing og servering  (føðsluatstøðari)

7, 9, 12, 14, 15

 Føðsla og diætetik 2 (føðsluatstøðari)

7, 8, 10, 12, 13

 Reinføri og eginkontrol 2 (føðsluatstøðari)

8, 11, 12, 13, 14 ,15

 Fyriskipan og arbeiðsumhvørvið 2 (føðsluatstøðari)

7, 8, 9, 11, 14

Tilrættalegging, innkeyp, umhvørvi og matur, ið fer til spillis 2 (føðsluatstøðari)

 

Fyri at náa førleikamálini fyri útbúgvingina skal læruplássi leggja verkligu læruna soleiðis til rættis at næmingurin í mest møguligan mun fær høvi til at arbeiða við uppgávunum, sum nevndar eru í mynd 3.

 

Vavi av arbeiðsuppgávum á læruplássinum kann tó hava við sær, at næmingurin ikki altíð sleppur at arbeiða við øllum uppgávunum í verkligu læruni, heldur ikki innan fyri eitt ávíst tíðarskeið. Tað er tó ábyrgdin hjá læruplássinum at tryggja eina so fjølbroytta læru sum gjørligt, møguliga við at næmingurin ein part av lærutíðini er hjá einum útisetavirki og arbeiðir við teimum uppgávum, sum læruplássi ikki arbeiðir við.

 

Fyri at fylgja lærutilgongdini hjá næminginum skal næmingurin í lærutíðini í minsta lagi til 3 samrøður við ábyrgdarpersónin á læruplássinum. Samrøðurnar taka støði í námsskipanini og sum endamál:

 

1.  Samrøða I er ein samrøða, har næmingurin og læruplássi leggja fram sínar væntanir til útbúgvingartíðina. Samrøðan eigur at verða hildin áðrenn royndartíðin á 3 mánaðir er úti.

2.  Samrøða II og III eru samrøður, har næmingurin og læruplássi taka saman um og eftirmeta útbúgvingar gongdina higartil.

 

 

Førleikamál við útbúgvingarlok

Førleikamálini, sum næmingurin skal duga við lokna útbúgving eru ásett í §§ 5 og 16 í útbúgvingarkunngerðini. Tørvur er ikki á at útgreina førleikamálini nærri.

 

Eftirmeting eftir hvørt skúlaskeið

Eftirmetingin av yrkislærugreinunum verður framd sambært námsskipan fyri einstøku yrkisútbúgvingina. Til eftirmetingina í 1., 2. og 3. skúlaskeiði eru avsettir 48 pultstímar tilsamans.

Sveinaroynd

Við endan á 4. skúlaskeiði skipar skúlin fyri sveinaroynd. Sveinaroyndin byrjar við, at lærlingarnir fáa eina skrivliga uppgávu, tá 4 vikur eru eftir av skeiðnum.

Skúlin ger innihaldið í uppgávuni, og Yrkisnevndin góðkennir uppgávuna.

Skrivliga svarið skal vera gjørt útfrá eini heildarfatan, ið tekur støði í almennum lærugreinum og yrkislærugreinum. Lærlingurin skal í svarinum vísa, at hann dugir at handfara ástøði og verkliga fatan av evninum. Skrivliga svarið er støðið undir og partur av munnligu próvtøkuni.

Skrivliga svarið skal innihalda tilfar og skjalfesting til verkligu royndina.

Uppgávusvarið skal vera latið inn í seinasta lagi 7 skúladagar eftir, at lærlingurin hevur fingið uppgávuna.

Í seinastu viku í 4. skúlaskeiði verða settir 2 dagar av til tað verkligu og munnligu royndina. Munnliga royndin verður hildin dagin eftir verkligu royndina.

Verkliga royndir varir 4 tímar við próvdøming, tó uttan reingerð av amboðunum, sum nýtt hava verið til verkligu royndina.

Tað er bert loyvt einum lærlingi í senn at fara til munnliga próvtøku, og varir munnliga próvtøkan 20 minuttir við próvtalsgeving.

Verkliga royndin er ein sjálvvald uppgáva, ið lærlingurin hevur viðgjørt í skrivliga svarinum. Sjálvvalda uppgávan inniheldur matgerð og borðreiðing av føðslurættari matarskrá.

Verkliga royndin inniheldur eisini eina bundna uppgávu, ið fevnir um matgerð av rætti, har grundleggjandi matgerðarhættir verða settir í miðdepilin. Lærlingurin fær í mesta lagi 30 minuttir til bundnu uppgávuna. Lærlingurin fær bundnu uppgávuna, tá verkliga royndin byrjar.

Munnliga royndin er ein próvhoyring við grundstøði í skrivligu uppgávuni.

Lærlingurin fær eitt próvtal fyri verkligu royndina og eitt próvtal fyri munnligu próvtøkuna.

Sveinaroyndin er staðin, um próvtølini fyri verkligu royndina og munnligu próvtøkuna eru í minsta lagi 02, vísandi til galdandi próvtalsstiga.

Endaligt sveinaroyndarpróvtal

Í sveinaroyndini verður næmingurin mettur sambært niðanfyristandandi próvtalastiga:

Próvtal

Merking

Lýsing

12

Fyri framúr gott avrik

Próvtali 12 verður givið fyri avrik, sum lýtaleyst ella mest sum lýtaleyst lýkur málini.

10

Fyri sera gott avrik

Próvtali 10 verður givið fyri sera gott avrik, ið við onkrum smávegis lýtum lýkur flestu málini.

7

Fyri gott avrik

Próvtali 7 verður givið fyri gott avrik, ið við nøkrum lýtum, væl lýkur málini.

4

Fyri hampiligt avrik

Próvtali 4 verður givið fyri hampiligt avrik, ið hevur fleiri grov lýti og ikki lýkur málini væl.

02

Fyri toluligt avrik, sum kann verða góðtikið

Próvtali 02 verður givið fyri toluligt avrik, ið akkurát stendur mát, og í minsta mun lýkur málini.

00

Fyri ikki nøktandi avrik

Próvtali 00 verður givið fyri ikki nøktandi avrik, ið ikki stendur mát og ikki lýkur málini.

-3

Fyri heilt vánaligt avrik

Próvtali -3 verður givið fyri heilt vánaligt avrik, sum als ikki kann verða góðtikið.

 

 

Tá ið liðugt er at próvdøma sveinaroyndina, skal oyðublaðið við endaligu próvtølunum fyri hvønn næming sær sendast til yrkisnevndina.

 

Yrkisnevndin útskrivar eftirfylgjandi næminginum sveinabræv, ið verður sent læruplássinum 2 – 3 vikur áðrenn lærutíðin hjá næminginum er liðug.

 

 

Sjúkrapróvtøka

Um næmingurin gerst sjúkur áðrenn ella meðan sveinaroyndin er og ikki er førur fyri at greiða úr hondum sveinaroyndina, ásetur skúlin eina sjúkrapróvtøku skjótast gjørligt eftir at næmingurin er blivin frískur.

 

Vegleiðing til næming, sum ikki stendur sveinaroyndina

 

Kærumøguleikar

Um næmingurin metur at fremjanin ella dømingin av sveinaroyndini ikki er nøktandi, kann hann í seinasta lagi 8 dagar eftir at hann er gjørdur kunnigur við úrslitið av sveinaroyndini, kæra málið til yrkisnevndina sbrt. kunngerð um próvtøkur í yrkislærugreinum og fremjingarreglur fyri yrkis- og sveinaroyndir. Kæran skal verða skrivlig og skal stílast til Yrkisdepilin, ið er fyrisiting hjá yrkisnevndini.

 

Í samband við kærumál um sveinaroynd skulu metingardómararnir geva eitt ummæli av teimum fakligu spurningunum í kæruni. Metingarskjøl sum eru útfylt á ein nøktandi hátt kunnu góðgera eina slíka frágreiðing.

 

 

Fylgiskjal 1

Námsætlan í yrkislærugreinini

 BORÐREIÐING

 

 

Tímatal:

54 pultstímar í 1. skúlaskeiði.

 

Lýsing:

Endamálið við undirvísingini er, at næmingur:

-      Lærir at borðreiða stakrættir, rættir til fleiri persónar og at borðreiða ”kalt borð”,

-      lærir at servera rættir á rættan hátt, og  

-      at fyrireika og veita góða gesta- og kundatænastu.

 

Førleikamál:

Úrslitið av undirvísingini eigur at verða, at næmingur:

 

Próvtøka / eftirmeting:

Próvtøka í lærugreinini er partur av próvtøkuni í støðisverkætlanini.

 

 

 

Fylgiskjal 2

 

 Námsætlan í yrkislærugreinini

Kostur, orka og føðsla

 

 

Tímatal:

64 pultsímar í 1. skúlaskeiði.

 

Lýsing: Endamálið við undirvísingini er, at næmingur:

 

Førleikamál: Úrslitið av undirvísingini eigur at verða, at næmingur kann:

1.      greiða frá “energistofferne”

2.      greiða frá “energiformer”

3.      greiða frá einari vørulýsing

4.      við vegleiðing, meta um týdningin av matvøru fyri heilsu

5.      rokna út og greiða frá grundleggjandi evnafrøðiligum modellum

6.     skjalprógva úrslit av arbeiðinum við náttúru- og heilsufakligum evnum

7.      greina fyri uppbygnaðinum av “energistoffer” og týdningin fyri likamið

8.     við royndum vísa á og rokna út ymisku “energiformer”

9.    greina ymiskleika “nærings- og tilsætningstoffer” í matvørum og gera kostútrokning

10.  meta um týdningin av matvøruni fyri heilsuna

11.    arbeiða grundleggjandi evnafrøðiligum modellum og gera royndir í framleiðsluni av matvørum og drekkavørum

12.      skjalprógva og miðla úrslit av arbeiðinum við náttúru- og heilsufakligum evnum

 

Próvtøka / eftirmeting: Tað verður givið støðumet og ársmet  í lærugreinini,

Próvtøka í lærugreinini er partur av próvtøkuni í støðisverkætlanini,

 

Fylgiskjal 3

 

Námsætlan í yrkislærugreinini

FYRSTAHJÁLP OG BRAND

 

 

Tímatal:

20 pultstímar í 1. skúlaskeiði.

 

Lýsing:

Endamálið við lærugreinini fyrstuhjálp er, at næmingur:

-           Er førur fyri at halda lív í ella fáa lív aftur í persón eftir vanlukku ella brádligari sjúku til bjargingarfólk ella lækni kemur á staðið,

-           fáa prógv í fyrstuhjálp á byrjanarstigi.  

Endamálið við lærugreinini eldsløkking er, at næmingur:

-           Hevur kunnleika um, hvussu ein skal bera seg at, um eldur er í, og við einføldum hjálpar­miðlum og -hættum at vera førur fyri at sløkkja smærri eldar og forða eldi í at breiða seg,

-           fáa prógv í eldsløkking á byrjanarstigi.

 

Førleikamál:

Úrslitið av undirvísingini í fyrstuhjálp (leiðreglur hjá DFR) skal gera, at næmingur kann nýta:

          

Úrslitið av undirvísingini í eldsløkking  (leiðreglur hjá BSF) skal gera, at næmingur:

 

Undirvíst verður í fyrstuhjálp samsvarandi leiðreglunum hjá ”Dansk Førstehjælpsråd” (DFR) og í eldsløkking samsvarandi leiðreglunum hjá ”Brand og sikringsteknisk Forum” (BSF). Lærari skal hava fullgilt ”instruktørprógv” fyri at kunna undirvísa í fyrstuhjálp og í elds­løkking og standa á listanum hjá ”Dansk Førstehjælpsråd”.

 

Próvtøka / eftirmeting:

Í  fyrstuhjálp fer próvtøkan fram samsvarandi reglunum hjá ”Dansk Førstehjælpsråd”

Í  eldsløkking fer próvtøkan fram samsvarandi reglunum hjá ”Brand og sikringsteknisk Forum”.

Fylgiskjal 4

 

Námsætlan í yrkislærugreinini

 REINFØRI OG FRAMLEIÐSLUREINFØRI

 

Tímatal:

1. Skúlaskeið 26 pultstímar og 2. skúlaskeið 36 pultstímar

 

Lýsing:

Endamálið við undirvísingini er, at næmingur:

 

Førleikamál:

Úrslitið av undirvísingini eigur at verða, at næmingur:

 

Próvtøka / eftirmeting:

Próvtøka í lærugreinini er partur av próvtøkuni í støðisverkætlanini,

 

 

Fylgiskjal 5

 

Námsætlan í yrkislærugreinini

GRUNDTILGERÐ

 

 

Tímatal:

26 pultstímar í 1. skúlaskeiði.

 

Lýsing:

Endamálið við undirvísingini er, at næmingur:

         

Førleikamál:

Úrslitið av undirvísingini eigur at verða, at næmingur:

 

Próvtøka / eftirmeting:

Próvtøka í lærugreinini er partur av próvtøkuni í støðisverkætlanini,

 

 

 Fylgiskjal 6

   Námsætlan í yrkislærugreinini

DIÆTETIK

 

 

Tímatal:

72 pultsímar

 

Lýsing:

Endamálið við undirvísingini er, at næmingur:

 

Førleikamál:

Úrslitið av undirvísingini eigur at verða, at næmingur:

 

Próvtøka / eftirmeting:

Tað verður givið støðumet og ársmet  í lærugreinini,

Próvtøka í lærugreinini er partur av próvtøkuni í støðisverkætlanini,

 

 

Fylgiskjal 7

 

Námsætlan í yrkislærugreinini

 FØÐSLULÆRA 1

 

Tímatal:

18 pultsímar í 2. skúlaskeiði.

 

Lýsing:

Endamálið við undirvísingini er, at næmingur:

 

Førleikamál:

Úrslitið av undirvísingini eigur at verða, at næmingur:

 

Próvtøka / eftirmeting:

Próvtøka í lærugreinini er partur av próvtøkuni í støðisverkætlanini,

 

 

 

Fylgiskjal 8

 

Námsætlan í yrkislærugreinini

KUNDATÆNASTA

 

 

Tímatal:

1 skúlaskeið 38 pultstímar

 

Lýsing:

Endamálið við undirvísingini er, at næmingur:

 

Førleikamál:

Úrslitið av undirvísingini eigur at verða, at næmingur:

 

Próvtøka / eftirmeting:

Próvtøka í lærugreinini er partur av próvtøkuni í støðisverkætlanini.

 

Fylgiskjal 9

 

Námsætlan í yrkislærugreinini

KØKSSTARVSVENJING (+SKÚLAPRAKTIKK)

 

 

Tímatal:

126 pultstímar í 2. skúlaskeiði. evt. skúlapraktikkin eisini.

 

Lýsing:

Endamálið við undirvísingini er, at næmingur:

                                             

Førleikamál:

Úrslitið av undirvísingini eigur at verða, at næmingur:

 

Próvtøka / eftirmeting:

Tað verður givið støðumet og ársmet  í lærugreinini,

Próvtøka í lærugreinini er partur av próvtøkuni í støðisverkætlanini,

Fylgiskjal 10

 

Námsætlan í yrkislærugreinini

 FRAMLEIÐSLUÆTLAN - (MATGERÐ)

 

 

Tímatal:

112  pultstímar í 1. skúlaskeiði.

 

Lýsing:

Endamálið við undirvísingini er, at næmingur:

 

Førleikamál:

Úrslitið av undirvísingini eigur at verða, at næmingur:

 

Próvtøka / eftirmeting:

Próvtøka í lærugreinini er partur av próvtøkuni í støðisverkætlanini,

 

Fylgiskjal 11

 

Námsætlan í yrkislærugreinini

MATMENTAN OG KUNDATÆNASTA

(Føroysk/fremmand)

 

 

Tímatal:

26  pultstímar í 1. skúlaskeiði.

 

Lýsing:

Endamálið við undirvísingini er, at næmingur:

 

Førleikamál:

Úrslitið av undirvísingini eigur at verða, at næmingur:

 

Próvtøka / eftirmeting:

Próvtøka í lærugreinini er partur av próvtøkuni í støðisverkætlanini,

Fylgiskjal 12

Námsætlan í yrkislærugreinini

FRAMLEIÐSLUREINFØRI sí eisini at fylgiskjal 4

 

 

Tímatal:

36 pultstímar Í 2. skúlaskeiði.

 

Lýsing:

Endamálið við undirvísingini er, at næmingur:

 

Førleikamál:

Úrslitið av undirvísingini eigur at verða, at næmingur:

 

Próvtøka / eftirmeting:

Próvtøka í lærugreinini er partur av próvtøkuni í støðisverkætlanini,

Fylgiskjal 13

 

Námsætlan í yrkislærugreinini

UMHVØRVI

  

Tímatal:

1. Skúlasekið 26 pultstímar

 

Lýsing:

Endamálið við undirvísingini er, at næmingur:

                                                                                     

Í undirvísingini verður so vítt til ber tikið støði í vinnulívs- ella umhvørvisspurningum í mun til ítøkiligt framleiðslu- ella tænastuvirksemi til tess at greina og meta um tað árin, virksemið kann hava á náttúruviðurskifti. Undirvísingin skal fevna um umhvørvisspurningar í tí dag­liga virkseminum, m.a. um hvussu rusk og annað verður skilt, um orkusparing og um hvussu mest fæst burtur úr tilfeinginum.

 

Førleikamál:

Úrslitið av undirvísingini eigur at verða, at næmingur:

 

Próvtøka / eftirmeting:

Próvtøka í lærugreinini er partur av próvtøkuni í støðisverkætlanini,

 

Fylgiskjal 14

 

 Námsætlan í yrkislærugreinini

SØLA OG TÆNASTA

 

 

Tímatal:

36 pultstímar í 2. skúlaskeiði.

 

Lýsing:

Endamálið við undirvísingini er, at næmingur:

 

Førleikamál:

Úrslitið av undirvísingini eigur at verða, at næmingur:

 

Próvtøka / eftirmeting:

Próvtøka í lærugreinini er partur av próvtøkuni í støðisverkætlanini,

Fylgiskjal 15

  Námsætlan í yrkislærugreinini

VØRUKUNNLEIKI

  

Tímatal:

1 skúlaskeið 32 pultstímar - 2. skúlaskeið 54 pultstímar - 3. ella 4. skúlaskeið 36 pultstímar

 

Lýsing:

Endamálið við undirvísingini er, at næmingur:

 Verkætlanin skal gerast sum ein framleiðsla í køkinum og leggjast fram fyri flokkin. Framleiðslan kann verða ein lýsing og ein framløga av einari fyritøku ella einari vøru.

Meginparturin av næmingsins skúlatíð verður løgd til rættis sum skeiðundirvísing, annaðhvørt í ástøðishølum ella á verkstøðum. Harumframt verður ein partur av tímunum lagdir til rættis sum verkætlanartímar, har arbeitt verður við ymsum evnum, uppgávum og verk­ætlanum. Í sambandi við eina tvørfakliga verkætlan skal næmingur verða við til at umbiðja, keypa og móttaka vøru og læra um tær ymisku rávørurnar - dygd, uppruna og árstíðarslag og um goymingar­- og tilreiðingarhættir.

 

Í køksvenjingini skal næmingur gera eina vøruumbøn. Vørurnar skulu verða árstíðar­merktar og kunna verða bæði vanligar ella vistfrøðiligar. Næmingur skal eisini eftirkanna vøru­umbønina og meta um dygdina á fingnu rávøruni og læra at reinsa og goyma vøruna á rættan hátt til hon verður nýtt.

 

Førleikamál:

Úrslitið av undirvísingini eigur at verða, at næmingur:

Próvtøka / eftirmeting:

Tað verður givið støðumet og ársmet  í lærugreininini

Próvtøka í lærugreinini er partur av próvtøkuni í støðisverkætlanini.

 

Fylgiskjal 16 

Námsætlan í

KUNNINGARTØKNI

Tímatal: 53 tímar í 1. skúlaskeiði

Lýsing: Næmingurin lærir millum annað grundleggjandi funksjónir innan teksviðgerð og arbeiðir harumframt við talgildugum samskifti, rokniarki og lærir at leita eftir vitan á alnótini.

Undirvísingin í KT kann partvís/lutvíst vera partur av fakunum “samskifti innan fakøki” og “kostur og orka/føðsla”

Førleikamál: Úrslitið av undirvísingini eigur at verða, at næmingur:

1.    kann brúka vanligar funksjónir í kunningartøki til tekst og talviðgerð, og skilja at gangnýta virðið av hesum KT-amboðum.

2.   kann brúka tekstviðgerð (síðuuppsetan, marking, avrita og flyta tekst, forsniðan av teksti, seta inn grafik, innskjóting av teksti, tabulatorar, spaltur og punktuppsetan)

3.    kann brúka rokniark (sjálvvirknar sumfunksjónir, formil/funksjón, forsniðan av sellum og avrita sellur/formil

4.    skilur hugtøk og háttarløg, sum eru neyðug fyri at brúka teldur til at loysa uppgávur innanfyri málini í frálæruni  

5.    kann brúka talgilt samskifti og savna inn kunning á grundleggjandi støði.

6.    kann brúka alnótina til at leita eftir upplýsing sum hevur týðing,

7.    kann brúka eina teldupostskipan til samskifti (móttaka og senda teldupost, leggja afturat fílur v.m. )  

8.   kann gera eina teldutøka framløgu

9.    kann greiða frá almennum krøvum til arbeiðsumhvørvi til innrætting og brúk av KT-arbeiðsplássum

10.  kann greiða frá almenna brúkinum av KT í samfelagnum og innan yrkið, og eisini í mun til lívslanga førleikamenning

11. kann hugsa um hvørjar avleiðingar talgildu kunningartøkniligu menningin hevur fyri tann einstaka

12.  skjalfesta og breiða út loysnir av trupulleikurm í samband við KT

 Próvtøka / eftirmeting:

Tað verður givið støðumet og ársmet  í lærugreininini

Próvtøka í lærugreinini er partur av próvtøkuni í støðisverkætlanini,

Fylgiskjal 17

Námsætlan í

MÁLTÍÐIN

 

 

Tíð: 38 pultstímar í 1. skúlaskeiði

 

Lýsing:

Næmingurin kann við vegleiðing keypa inn og tilvirka rávørur, seta saman og tilvirka einkultar vørur, máltíðir og matarskráir við atliti til sensorik og góðsku.

 

Førleikamál:

Næmingurin kann við vegleiðing keypa inn og tilvirka rávørur, seta saman og tilvirka einkultar vørur, máltíðir og matarskráir við atliti til sensorik og góðsku.

 

Próvtøka / eftirmeting:

Tað verður givið støðumet og ársmet  í lærugreininini

Próvtøka í lærugreinini er partur av próvtøkuni í støðisverkætlanini,

Fylgiskjal 18

Námsætlan í

SENSORIK OG GÓÐSKA

 

 

Tíð: 32 pultstímar í 1. skúlaskeiði

 

Lýsing:

Næmingurin nýtir tey mest vanligu heiti til at lýsa mat, rávørur, sensoriska og kulinariska góðsku og lærir at døma um góðskuna á lidnari vøru útfrá farvu, skapi, tættleika og smakki.

Førleikamál:

Næmingurin nýtur tey mest vanligu heiti til at lýsa mat, rávørur, sensoriska og kulinariska góðsku

Próvtøka / eftirmeting:

Tað verður givið støðumet og ársmet  í lærugreininini

Próvtøka í lærugreinini er partur av próvtøkuni í støðisverkætlanini,

Fylgiskjal 19

Námsætlan í

SAMSKIFTI OG SAMSTARV

ískoyti til lærugreinina føroyskt E-stig í 1. skúlaskeiðið

 

 

Tíð: 36 pultstímar í 2. skúlaskeiði

 

Lýsing:

Næmingurin kann greina/orða seg munnligt og skrivligt á føroyskum í starvs- og útbúgvingarhøpi svarandi til støðið E støðið í Føroyskum

Næmingurin arbeiðir við samskifti í mun til ta útbúgvingarleið hann/hon hevur vant. Arbeitt verður við samskifti, bæði munnligt og skrivligt og næmingurin skal vísa, at hann/hon hevur skilt ymisk faklig hugtøk og málburð “fakúttrykk”

Næmingurin skal kunna greiða frá arbeiðsháttum “proces” og –úrslitum sum vera goymd í einari skjalamappu

Førleikamál:

  1. Næmingurin kann (við vegleiðing) nýta skrivaða og talaða máli við atliti at mállæru svarandi til E-støði í føroyskum

2.     Næmingurin kann samrøða/samskifta um egið skrivligt arbeiði, undir hesum evni til mappu

3.      Næmingurin kann lesa og skilja einfaldan tekst

4.      Næmingurin kann (við vegleiðing) greiða frá innihaldinum í einum teksti

5.   Næmingurin kann (við vegleiðing) brúka lesi- og skriviætlanir

6.     Næmingurin kann brúka KT til viðkomandi samskifti og til at leita eftir kunning

7.    Næmingurin kann vera virkin í undirvísingini

8.      Næmingurin kann, við tilvitan um mállæru og málsligar normar, herundir eina rímiliga nýtslu av siðsemi “korrekthed”, brúka málið í skrift og talu

9.      Næmingurin kann greiða frá og vera partur av samtalu um egið skrivligt arbeiði, herundir evnum til skjalamappu

10.  Næmingurin kann vera greinandi í mun til innihaldi í teksti, boðskapi og framtíðarútlit

11.  Næmingurin kann brúka lesi- og skrivistrategiir        

12.  Næmingurin kann brúka KT í samskifti og krevjandi leitan av kunning har tað er   viðkomandi

13.  Næmingurin kann brúka samskifti til gagns fyri samstarv og samveru við onnur

14. Næmingurin kann skilja og brúka vinnugreins-frøðimáli í samband við lesnað av teksit ið er yrkisrættaður

Próvtøka / eftirmeting:

Tað verður givið støðumet og ársmet  í lærugreininini

Próvtøka í lærugreinini er partur av próvtøkuni í støðisverkætlanini

Fylgiskjal 20

Námsætlan í

ROKNING OG KALKULATIÓN

 Hetta er framhald av Støddfrøði á E- stigið frá 1. skúlaskeiði.

 

Tíð: 36 pultstímar í 2. skúlaskeiði

 

Lýsing:

Næmingurin lærir at arbeiða við yrkisrættaðari støddfrøði í mun til gastronomyrki.

Førleikamál:

Næmingurin kann hegnisliga og við nýtslu av KT nýta útrokningarskipanina í yrki nýtur í sínum dagliga arbeiði, undir hesum rokna út vørur, tænastuavrik, køksprosentir og fylgja givnum útrokningum.

Næmingurin kann við at nýta KT rokna út rættir.

Næmingurin kann nýta kurs og valutarokning.

Próvtøka / eftirmeting:

Tað verður givið støðumet og ársmet  í lærugreininini

Próvtøka í lærugreinini er partur av próvtøkuni í støðisverkætlanini,

Fylgiskjal 21

Námsætlan í

METODIK, FRAMLEIÐSLA, TILRÆTTALEGGING OG GÓÐSKA

 

Tíð: 108 pultstímar í 2. skúlaskeiði

 

Lýsing:

Næmingurin lærir um metodur, framleiðslu, tilrættalegging og góðsku..

Førleikamál:

Næmingurin kann:

Próvtøka / eftirmeting:

Tað verður givið støðumet og ársmet  í lærugreininini

Próvtøka í lærugreinini er partur av próvtøkuni í støðisverkætlanini,

Fylgiskjal 22

Námsætlan í

STARVSVENJING

 

 

Tíð:

2x5 vikur

 

Lýsing:

Endamálið við starvsvenjingini í 2. skúlaskeiði er:

 

Meginreglan fyri at  kunna taka føðsluhjálparanæming í starvsvenjing í støðisárinum er, at stovnur ella fyritøka hevur fólk í starvi við útbúgving innan matyrkið. Minstakravið er hálvtannað ára útbúgving, t.d. føðsluhjálpari,  o.l.

 

Stovnur ella fyritøka kann, um tað hevur fólk í starvi við í minsta lagi 10 ára viðkomandi starvs­royndum innan matyrkið, taka føðsluhjálparanæming í starvs­venjing í 2. skúlaskeiði.

 

Skúlin skipar fyri starvsvenjingini hjá næmingunum og tekur avgerð um, um ein stovnur ella fyritøka lýkur omanfyri nevndu krøv sum starvsvenjingarpláss. Góðkenning av stovni ella fyritøku sum starvsvenjingarpláss er galdandi fyri 1 ár í senn.

 

Førleikamál:

Næmingurin skal á byrjunarstigi kunna:

Vørukunnleiki

  1. arbeiða við feskum kjøti og greiða frá møguleikunum at hagreiða og hvat tað kann brúkast til
  2. gera í stand, gera til og matgera fisk, flogfena og innvøl
  3. matgera, skera upp og goyma viðskera
  4. gera til, matgera, nýta og greiða frá ymiskum slagi av prýði
  5. hava vitan um ymisk sløg av breyði, feittstoffum og hvussu tað verður nýtt
  6. hava vitan um ymisk sløg av drekkivørum

Metodik og framleiðsla

  1. út frá forskriftum framleiða “menukomponenter” innan fyri tann kalda, flógva og heita køkin
  2. nýta uppskriftir, sum er fyri hitahildna, kølda og frysta framleiðslu
  3. nýta rættan metodik og framleiðsluhátt, ið er egnaður til ymiskar framleiðsluhættir við atliti at teimum amboðum, ið eru tøk

Framleiðslureinføri og egineftirlit

  1. nýta reinføri og egineftirlits skránna hjá fyritøkuni
  2. meta um avlopsframleiðslu i mun til givnar leiðreglur

Góðskutrygging

  1. meta um góðskuna av rávørum, heil- og hálv”fabrikata” i vørumóttøkuni út frá ásettum leiðreglum
  2. meta um rávørurnar, heil- og hálv”fabrikata” áðrenn framleiðslan fer í gongd út frá ásettum leiðreglum
  3. meta um tað lidna rættin, til hetta hoyra teir einkultu “måltidskomponenter” út frá ásettum leiðreglum

Matskrá ætlan og samanseting ( heitur og kaldur matur)

  1. seta saman staklutirnar í tí heitu máltíðina (kjøt, fisk, sauce, eplir, rís, grønmeti og tilhoyr osv.)
  2. seta saman staklutirnar í tí køldu mátíðini (viðskeri, salatir, prýði, breyð osv.)
  3. døma um støddina á rættinum

Innkeyp, kalkulatión og fíggjarstøða

  1. skilir vørumóttøkuna og skilaliga i mun til fyriskipanir ger góðsku og mongdareftirlit af vørum í goymsluni og veit hvussu hetta verður goymt.

Tilmæltir “kostformar”

  1. hava vitan um hvønn tørv á mati kunda- og nýtslubólkurin hevur

Kostbílegging og útbýting

  1.  hava vitan um vørugongdina (frá rávøru til liðna framleiðslu)
  2. hava vitan um tilboðið hjá køkinum til kundan og brúkaran
  3. hava vitan um tíðarfreistir í framleiðsluni og bíleggingum

Borðreðing

  1. borðreiða innbjóðandi mat

Føðsla og dietætik

  1. hava vitan um diætir, ið fyritøkan bjóðar fram

Arbeiðsætlan

  1. gera ætlan um egið arbeiðið
  2. samstarva og seta seg í samband við starvsfelagar í og uttan fyri køkin

Kunda og brúkara kontakt

  1. kann samstarva og seta seg í samband við kunda- og  brúkarabólkar umvegis café, kantinu, heimabúgvandi, sambýli v.m.

Arbeiðsumhvørvi og trygd

  1. nýta ergonomiskar rættar arbeiðsstøður og flytingar í mun til hvussu arbeiðsplássi er innrættað og nýta amboð og annan reiðskap á mest gagnligan hátt
  2. nýta arbeiðsumhvørvi og trygdarreglur á arbeiðsplássinum
  3. greiða frá hvussu ofta gjørt verður reint, hættirnar og evnini í nýtt vera, sóttreinsing og hvussu nógv evni verður nýtt í samband við reingerð av rúmun ( t.d. framleiðsluhølum, goymslum) og innbúgvi (t.d. borð, ovnar, kølirúm, ventilatión) og uppvask
  4. viðlíkahalda og reingera maskinur

Fyritøkan

  1. hava kunnleika til fyritøkuna og hvussu arbeiði verður skipað
  2. nýta samskifti í ymiskum samstarvsstøðum á arbeiðsplássinum

Próvtøka / eftirmeting:

Tað er eingin próvtøka ella eftirmeting av starvsvenjingini

 

Fylgiskjal xxx

 

Námsætlan í

UPPLÆRING Á LÆRUPLÁSSI

 

 

Tíð:

6 mánaðir

 

Lýsing:

Endamálið við upplæringini á læruplássi er at veita næmingi ta til læruna tilhoyrandi verkligu og handaligu royndirnar, sum gera, at hann eftir loknað læru hevur fullgildan handaligan førleika innan yrkið sum gastronom-atstøðari.

 

Førleikamál:

ger, at næmingur røkkur førleikamálini í útbúgvingini,

upp­gávum, sum læruplássið vanliga hevur,

hevur fingið og soleiðis, at skúlaundirvísingin og upplæringin á læruplássinum so vítt

til ber styðja hvørt annað,

vaksa í torleikastigi og fjøltætni og soleiðis, at næmingur við endan á lærutíðini røkkur

tað útbúgv­ingarstig, sum sett verður til útbúgvingina.

um­hvørvi, reinføri, persónliga trygd og trygd í sambandi við útbúnað v.m., og at

lóggávan viðvíkjandi arbeiðsumhvørvi verður hildin.

 

Próvtøka / eftirmeting:

Tað er eingin próvtøka ella eftirmeting av upplæringini á læruplássinum. Eftir at skúla­undirvísingin og upplæringin á læruplássinum er lokin, fer næmingur á skúlanum upp til sveinaroynd sum gastronom-atstøðari samsvarandi galdandi reglum í yrkisútbúgvingarlógini.

 

 

 

 

 

 

Fylgiskjal xx

Námsætlan í yrkislærugreinini

HEILSURØKT

 

 

Tímatal:

36 pultstímar

 

Lýsing:

Endamálið við undirvísingini er, at næmingur:

Førleikamál:

Úrslitið av undirvísingini eigur at verða, at næmingur:

Kann greiða frá fysiskum, heilsufrøðiligum og føðsluligum sjónarmiðum, sum kunna bøta um heilsuna,

kann greiða frá sambandinum millum mannaheilsu og samfelagsligu menningina, og

kann skilja týdningin av fyribyrgjandi og heilsufremjandi átøkum og virka samsvarandi teimum.

.

Próvtøka / eftirmeting:

Próvtøka í lærugreinini er partur av próvtøkuni í støðisverkætlanni

Fylgiskjal xx

Námsætlan í yrkislærugreinini

NÁTTÚRUFAK

Tímatal:

72 pultstímar

 

Lýsing:

Endamálið við undirvísingini er, at næmingur:

                                                                

Nátturulærugreinin er sett saman av alisfrøði, evnafrøði, støddføði og møguliga lívfrøði.

Støddfrøðin inngongur sum ein integreraður partur av undirvísingini við atliti at greining og lýsing av náttúrufyribrigdum og útrokningum. Ítøkiliga innihaldið í undirvísingini skal m.a. taka støði í, hvørji verulig náttúruevni eru partar av útbúgvingini og hvussu hesi ávirka yrkið, menniskju og samfelagið. Lærugreinin eigur at fevna um allar náttúrufakligar partar. Eisini eiga verkligar royndir í lærugreinini at hava ein týðandi leiklut í undirvísingini.

 

Førleikamál

Úrslitið av undirvísingini eigur at verða, at næmingur:

                                                            

Próvtøka / eftirmeting:

Tað verður givið støðumet og ársmet  í lærugreinini,

 

Próvtøka í lærugreinini er partur av próvtøkuni í støðisverkætlanini.