Námsskipan fyri gastronomatstøðara- og gastronomútbúgvingina

 

Útgávudagur: 1. august 2015

Útgivið sbrt. kunngerð nr. 21 frá 23. mars.2015 um útbúgving til gastronomatstøðara og gastronom, sum broytt við kunngerð nr. 124 frá 21. august 2017.

Um ósamsvar er millum námsskipanina og útbúgvingarkunngerðina, er útbúgvingarkunngerðin galdandi.

 

 

Um útbúgvingina

Endamálið við útbúgvingini er ásett í § 2 í kunngerðini. Tørvur er ikki á at útgreina endamálið við útbúgvingini nærri.

 

 

Útbúgvingartíð, bygnaður og innihald

Útbúgvingin tekur 3 ár 7 mánaðir, og er lutað sundur í verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd.

 

Skúlagongdin í útbúgvingini íroknað eitt sveinaroynd er 57 vikur. Skúlagongdin er býtt í fýra skúlaskeið. Fyri at halda fram á einum skúlaskeiði skal næmingurin hava staðið fyrra skúlaskeiði og fyri at sleppa til 3 og 4 skúlaskeið skal næmingurin umframt at hava staðið 2. skúlaskeið hava góðkendan lærusáttmálað.

 

Skúlagongdin verður skipað samsvarandi mynd 1.

 

Mynd 1: Skipan av skúlagongd og longd á skúlaskeiðum

 

Vikur

Skúlaskeið

1. skúlaskeið

20

2. skúlaskeið

20

3. skúlaskeið

10

4. skúlaskeið

7

Til samans

57

 

Møguligt er at byrja útbúgvingina við lærusáttmála ella uttan lærusáttmála. Um næmingurin byrjar útbúgvingina uttan lærusáttmála, byrjar útbúgvingin við skúlagongd. Ger næmingurin lærusáttmála meðan hann gongur í skúla, fær næmingurin alt skúlaskeiðið góðskrivað í lærutíðini.

 

Hjá næmingi, sum hevur lokið ein part av skúlagongdini í útbúgvingini, verður lærutíðin stytt samsvarandi loknu skúlagongdini.

 

Um næmingurin hevur arbeiðsroyndir ella aðra yrkisútbúgving, áðrenn hann byrjar í læru, kann næmingurin fáa lærutíðina stytta sambært meginreglu fyri stytting í lærusáttmála. Yrkisnevndin tekur avgerð um møguliga stytting av lærutíðini eftir umsókn frá sáttmálapørtunum.

 

Skúlagongdin í útbúgvingini fevnir um almennar lærugreinar, yrkislærugreinar og vallærugreinar. Í mynd 2 eru almennu lærugreinarnar og yrkislærugreinarnar endurgivnar.

 

Mynd 2: Førleikamál, ið almennu lærugreinarnar og yrkislærugreinarnar styðja

Lærugreinin styðjar fylgjandi førleikamál.

Talmerkingin av førleikamálunum vísir til talmerkingina í útbúgvingarkunngerðini.

 

 

 

Almennar- og yrkislæru-greinar

Lærugreinaheiti

Avriksmát fyri lærugreinina

Vegleiðandi pultstímar, til saman

  1. skúlaskeið

10

Føroyskt

E

72

5, 16

Náttúrufak

F

 72

 

Fyrstahjálp og brand

 

20

 

Reinføri

 

26

 

Kunningartøkni

 

53

 

Umhvørvi

 

26

 

Kostur, orka og føðsla

 

64

 

Vørukunnleiki

 

32

 

Grundtilgerð

 

26

 

Kundatænasta

 

38

 

Matmentan og kundatænasta

 

26

 

Sensorik og góðska

 

32

 

Framleiðsluætlan

 

112

 

Borðreiðing

 

54

 

Máltíðin

 

38

Eftirmeting

24

Pultstímatal 1. skúlaskeið

720

2. skúlaskeið

Praktikk

360

 6, 7, 8, 9, 10, 11, 12, 13

Læring, samskifti og samstarv

 

36

 7, 8, 9, 10, 11, 12, 13

Søla og tænasta

F

36

 1, 2, 4,5, 12

Føðslulæra 1

Byrjunarstig

18

1, 2, 3, 4, 5, 6, 7, 8, 9, 10, 11

Køksstarvsvenjing

Vanastig

126

2, 3, 4, 7, 8

Framleiðslureinføri

Vanastig

36

3, 4, 8

Rokning og kalkulatión

Vanastig

36

1, 2, 3, 4, 5

Vørukunnleiki 1

Vanastig

54

Valfak

18

Pultstímatal 2. skúlaskeið

720

3. og/ella 4. skúlaskeið

3, 7, 8, 9, 11 ,12, 16, 19, 26, 30

Íverksetan og innovatión

F

36

2, 3, 4, 6, 7, 8, 16, 19, 20, 23, 24, 25, 27, 28, 29, 30

Arbeiðsumhvørvi

Byrjunarstig

18

1, 2, 3, 4, 8, 10, 11,  19,  24, 25, 26, 27, 28, 29, 30

Náttúrufak í samband við framleiðslu

Byrjunarstig

36

1, 2, 3, 4, 5, 10, 11, 17, 18, 19, 24, 26, 28, 29, 30

Vørukunnleiki 2

Framkomið stig

36

3, 4, 6, 7, 8, 9, 12, 13, 14, 16

Vertsskapur og heildarfatan

Byrjunarstig

36

8, 10 , 12, 13 , 15

Yrkisrelaterað enskt

Vanastig

36

1, 2, 3, 5, 6, 7, 8, 10, 11 12, 26, 30

Gastronomisk innovatión

Byrjunarstig

36

1, 2, 3, 8, 11, 24, 26, 27

Vørumenning. framleiðsla og tænasta

Byrjunarstig

36

1, 2, 3, 4, 5, 13, 27, 29, 30

Føroysk - Fronsk menulæra

Vanastig

36

1, 2, 3, 4, 5, 6, 7, 8, 9, 10, 11, 13, 16, 24, 25, 26

Tilrættalegging og framleiðsla

Vanastig

108

1, 2, 3, 4, 5, 6, 7, 8,9, 10, 11, 17, 24, 25, 26, 27

Verkligt arbeiði í køkinum

Framkomið stig

144

valfak

36

Pultstímatal 3. og 4. skúlaskeið

612

Tilsamans

Vallærugreinar

 

 

Vegleiðandi pultstímar, til samans

 

 

 

 

 

Í myndini sæst hvat ella hvørji førleikamál í kunngerðini lærugreinarnar styðja og í hvørjum skúlaskeiði frálæran í ymisku lærugreinunum fer fram. Býti av lærugreinum millum skúlaskeiðini er vegleiðandi, og er lagt soleiðis til rættis at undirvísingin í mest møguligan mun styðjar verkliga partin av útbúgvingini. Skúlin ásetur møgulig førleikamál fyri hvørt skúlaskeiði sær.

 

Námsætlanirnar fyri einstaku lærugreinarnar síggjast í fylgiskjali xx til xx.

 

Almennu lærugreinarnar fevna um ástøðiliga undirvísing, ið skal miða ímóti at menna tann almenna kunnleikan hjá næminginum og styðja undirvísingina í yrkislærugreinunum. Somuleiðis skulu almennu lærugreinirnarum, um tær eru á C- stigi ella hægri, fyrireika næmingin til framhaldandi útbúgving, og harvið styrkja persónliga menning, lestrarførleika og samfelagsfatan.

 

Yrkislærugreinarnar sermerkja læruna í matvøruútbúgvingini og skulu veita almennan kunnleika og fakligan yrkisførleika. Partar av yrkislærugreinunum eru serlærugreinar, ið eru á hægsta fakliga støði innan yrki og fata tær um verkliga og ástøðiliga undirvísing, sum skal miða ímóti at veita næminginum serligan yrkisførleika innan matvøruyrkið.

 

Avriksmátini fyri yrkislærugreinarnar eru í trimum stigum, so møguligt er at gera ein karm um lýsing, skjalprógvan og sýning av stigunum og framgongdini í undirvísingini í mun til uppgávurnar. Arbeitt verður á trimum stigum, ið vísa til torleikastigi í námsætlanunum: byrjanarstig, vanastig og framkomið stig:

 

Byrjanarstig: Næmingurin dugur at loysa eina uppgávu og arbeiða í vandum førum ella út frá einum kendum greiðsluevni ella hann dugur at gera torførari arbeiði við vegleiðing. Á hesum stigi verður dentur lagdur á persónligar førleikar til at seta seg inn í grundleggjandi kunnleika- og hegnisøki í útbúgvingini, og førleikar til at menna ábyrgd og grundarlag til framhaldandi læring. Á byrjanarstigi skal sjálvstøði somuleiðis grundleggjast í samband við loysn av uppgávum.

 

Vanastig: Næmingurin dugur at tilrættarleggja og loysa eina uppgávu við vandum- ella kendum greiðsluevnum og umhvørvi, sjálvstøðugt og í samstarvi við onnur. Á hesum stigi verður dentur lagdur á persónligar førleikar til sjálvstøðugt at seta seg inn í meiri torskild greiðsluevni og at samskifta við onnur um loysnirnar. Afturat hesum verður dentur lagdur á fleksibilitet og tillagingar evni.

 

Framkomið stig: Næmingurin dugur at meta um ein trupulleika, tilrættarleggja, loysa og fremja eina uppgávu ella at loysa ein trupulleika eisini í óvandum førum – einsamallur ella í samstarvið við onnur – við atliti til uppgávuna. Á hesum stigi verður dentur lagdur á persónligar førleikar til sjálvstøðugt at taka ábyrgd og at sýna virkisanda til sjálvur at orða og loysa fakligar og sosialar uppgávur og trupulleikar. Afturat hesum verður dentur lagdur á tilvitan um góðsku og skapanarevni.

 

Vallærugreinarnar skulu miða eftir at nøkta áhugamál næmingsins, at stuðla áhugan fyri framhaldandi útbúgving og at menna yrkis- og lestrarførleikan. Vallærugreinarnar skulu eisini stimbra vanligu førleikakrøvini og arbeiðsmøguleikarnar í samfelagnum.

 

Mynd 3 endurgevur málini fyri verkliga partin av útbúgvingini. Í Myndini verður eisini víst á, hvat ella hvørji førleikamál í útbúgvingarkunngerðini einstøku málini styðja.

 

Mynd 3: Førleikamál, ið verkliga læran styðjar

Virksemið styðjar fylgjandi førleikamál.

Talmerkingin av førleikamálunum vísir til talmerkingina í útbúgvingarkunngerðini.

Mál fyri verkligu læruna

 Vørumóttøka (gastronomatstøðari)

Grundtilgerð (gastronomatstøðari)

Vørumóttøka (gastronom)

 Grundtilgerð (gastronom)

 Menu, tilrættalegging og økonomi (gastronom)

 Vertskapur og heildarfatan (gastronom)

 

Fyri at náa førleikamálini fyri útbúgvingina skal læruplássi leggja verkligu læruna soleiðis til rættis at næmingurin í mest møguligan mun fær høvi til at arbeiða við uppgávunum, sum nevndar eru í mynd 3.

 

Vavi av arbeiðsuppgávum á læruplássinum kann tó hava við sær, at næmingurin ikki altíð sleppur at arbeiða við øllum uppgávunum í verkligu læruni, heldur ikki innan fyri eitt ávíst tíðarskeið. Tað er tó ábyrgdin hjá læruplássinum at tryggja eina so fjølbroytta læru sum gjørligt, møguliga við at næmingurin ein part av lærutíðini er hjá einum útisetavirki og arbeiðir við teimum uppgávum, sum læruplássi ikki arbeiðir við.

 

Fyri at fylgja lærutilgongdini hjá næminginum skal næmingurin í lærutíðini í minsta lagi til 3 samrøður við ábyrgdarpersónin á læruplássinum. Samrøðurnar taka støði í námsskipanini og sum endamál:

 

1.  Samrøða I er ein samrøða, har næmingurin og læruplássi leggja fram sínar væntanir til útbúgvingartíðina. Samrøðan eigur at verða hildin áðrenn royndartíðin á 3 mánaðir er úti.

2.  Samrøða II og III eru samrøður, har næmingurin og læruplássi taka saman um og eftirmeta útbúgvingar gongdina higartil.

 

 

Førleikamál við útbúgvingarlok

Førleikamálini, sum næmingurin skal duga við lokna útbúgving eru ásett í §§ 5 og 16 í útbúgvingarkunngerðini. Tørvur er ikki á at útgreina førleikamálini nærri.

 

Eftirmeting eftir hvørt skúlaskeið

Eftirmetingin av yrkislærugreinunum verður framd sambært námsskipan fyri einstøku yrkisútbúgvingina. Til eftirmetingina í 1., 2. og 3. skúlaskeiði eru avsettir 48 pultstímar tilsamans.

Sveinaroynd

Sveinaroyndin varir 3 dagar og er skipað soleiðis:

1)   Lærlingurin tekur eina verkætlanaruppgávu, sum hann ítøkiliga skal arbeiða við 2 dagar í skúlanum,

2)   triðja dagin sýnir lærlingurin verkætlanina fram, og munnlig próvtøka verður í framhaldi av hesum.

Í sambandi við próvhoyring í verkætlanini verður eisini próvhoyrt í ymiskum táttum í yrkislærugreinunum.

Við støði í sýningini hevur lærlingurin eina framløgu, ið varir umleið 15 minuttir. Síðani verður lærlingurin próvhoyrdur í umleið 15 minuttir við støði í framløguni.

Fyri verkætlanina og próvhoyringina í verkætlanini verður givið 1 próvtal, ið verður ásett av tveimum metingardómarum og einum próvhoyrara.

Sveinaroyndin er staðin, um úrslitið av sveinaroyndini er í minsta lagi 02, vísandi til galdandi próvtalsstiga.

Endaligt sveinaroyndarpróvtal

Í sveinaroyndini verður næmingurin mettur sambært niðanfyristandandi próvtalastiga:

Próvtal

Merking

Lýsing

12

Fyri framúr gott avrik

Próvtali 12 verður givið fyri avrik, sum lýtaleyst ella mest sum lýtaleyst lýkur málini.

10

Fyri sera gott avrik

Próvtali 10 verður givið fyri sera gott avrik, ið við onkrum smávegis lýtum lýkur flestu málini.

7

Fyri gott avrik

Próvtali 7 verður givið fyri gott avrik, ið við nøkrum lýtum, væl lýkur málini.

4

Fyri hampiligt avrik

Próvtali 4 verður givið fyri hampiligt avrik, ið hevur fleiri grov lýti og ikki lýkur málini væl.

02

Fyri toluligt avrik, sum kann verða góðtikið

Próvtali 02 verður givið fyri toluligt avrik, ið akkurát stendur mát, og í minsta mun lýkur málini.

00

Fyri ikki nøktandi avrik

Próvtali 00 verður givið fyri ikki nøktandi avrik, ið ikki stendur mát og ikki lýkur málini.

-3

Fyri heilt vánaligt avrik

Próvtali -3 verður givið fyri heilt vánaligt avrik, sum als ikki kann verða góðtikið.

 

 

Tá ið liðugt er at próvdøma sveinaroyndina, skal oyðublaðið við endaligu próvtølunum fyri hvønn næming sær sendast til yrkisnevndina.

 

Yrkisnevndin útskrivar eftirfylgjandi næminginum sveinabræv, ið verður sent læruplássinum 2 – 3 vikur áðrenn lærutíðin hjá næminginum er liðug.

 

 

Sjúkrapróvtøka

Um næmingurin gerst sjúkur áðrenn ella meðan sveinaroyndin er og ikki er førur fyri at greiða úr hondum sveinaroyndina, ásetur skúlin eina sjúkrapróvtøku skjótast gjørligt eftir at næmingurin er blivin frískur.

 

Vegleiðing til næming, sum ikki stendur sveinaroyndina

 

Kærumøguleikar

Um næmingurin metur at fremjanin ella dømingin av sveinaroyndini ikki er nøktandi, kann hann í seinasta lagi 8 dagar eftir at hann er gjørdur kunnigur við úrslitið av sveinaroyndini, kæra málið til yrkisnevndina sbrt. kunngerð um próvtøkur í yrkislærugreinum og fremjingarreglur fyri yrkis- og sveinaroyndir. Kæran skal verða skrivlig og skal stílast til Yrkisdepilin, ið er fyrisiting hjá yrkisnevndini.

 

Í samband við kærumál um sveinaroynd skulu metingardómararnir geva eitt ummæli av teimum fakligu spurningunum í kæruni. Metingarskjøl sum eru útfylt á ein nøktandi hátt kunnu góðgera eina slíka frágreiðing.

 

 


Fylgiskjal 1 

Námsætlan í yrkislærugreinini

 BORÐREIÐING

 

 

Tímatal:

54 pultstímar í 1. skúlaskeiði.

 

Lýsing:

Endamálið við undirvísingini er, at næmingur:

-      Lærir at borðreiða stakrættir, rættir til fleiri persónar og at borðreiða ”kalt borð”,

-      lærir at servera rættir á rættan hátt, og  

-      at fyrireika og veita góða gesta- og kundatænastu.

 

Førleikamál:

Úrslitið av undirvísingini eigur at verða, at næmingur:

 

Próvtøka / eftirmeting:

Próvtøka í lærugreinini er partur av próvtøkuni í støðisverkætlanini.

 

 

 


Fylgiskjal 2

  Námsætlan í yrkislærugreinini

KOSTUR, ORKA OG FØÐSLA

 

 

Tímatal:

64 pultsímar í 1. skúlaskeiði.

 

Lýsing: Endamálið við undirvísingini er, at næmingur:

 

Førleikamál: Úrslitið av undirvísingini eigur at verða, at næmingur kann:

1.      greiða frá “energistofferne”

2.      greiða frá “energiformer”

3.      greiða frá einari vørulýsing

4.      við vegleiðing, meta um týdningin av matvøru fyri heilsu

5.      rokna út og greiða frá grundleggjandi evnafrøðiligum modellum

6.     skjalprógva úrslit av arbeiðinum við náttúru- og heilsufakligum evnum

7.      greina fyri uppbygnaðinum av “energistoffer” og týdningin fyri likamið

8.     við royndum vísa á og rokna út ymisku “energiformer”

9.    greina ymiskleika “nærings- og tilsætningstoffer” í matvørum og gera kostútrokning

10.  meta um týdningin av matvøruni fyri heilsuna

11.    arbeiða grundleggjandi evnafrøðiligum modellum og gera royndir í framleiðsluni av matvørum og drekkavørum

12.      skjalprógva og miðla úrslit av arbeiðinum við náttúru- og heilsufakligum evnum

 

Próvtøka / eftirmeting: Tað verður givið støðumet og ársmet  í lærugreinini,

Próvtøka í lærugreinini er partur av próvtøkuni í støðisverkætlanini,

 

Fylgiskjal 3

 

Námsætlan í yrkislærugreinini

FYRSTAHJÁLP OG BRAND

 

 

Tímatal:

20 pultstímar í 1. skúlaskeiði.

 

Lýsing:

Endamálið við lærugreinini fyrstuhjálp er, at næmingur:

-           Er førur fyri at halda lív í ella fáa lív aftur í persón eftir vanlukku ella brádligari sjúku til bjargingarfólk ella lækni kemur á staðið,

-           fáa prógv í fyrstuhjálp á byrjanarstigi.  

Endamálið við lærugreinini eldsløkking er, at næmingur:

-           Hevur kunnleika um, hvussu ein skal bera seg at, um eldur er í, og við einføldum hjálpar­miðlum og -hættum at vera førur fyri at sløkkja smærri eldar og forða eldi í at breiða seg,

-           fáa prógv í eldsløkking á byrjanarstigi.

 

Førleikamál:

Úrslitið av undirvísingini í fyrstuhjálp (leiðreglur hjá DFR) skal gera, at næmingur kann nýta:

          

Úrslitið av undirvísingini í eldsløkking  (leiðreglur hjá BSF) skal gera, at næmingur:

 

Undirvíst verður í fyrstuhjálp samsvarandi leiðreglunum hjá ”Dansk Førstehjælpsråd” (DFR) og í eldsløkking samsvarandi leiðreglunum hjá ”Brand og sikringsteknisk Forum” (BSF). Lærari skal hava fullgilt ”instruktørprógv” fyri at kunna undirvísa í fyrstuhjálp og í elds­løkking og standa á listanum hjá ”Dansk Førstehjælpsråd”.

 

Próvtøka / eftirmeting:

Í  fyrstuhjálp fer próvtøkan fram samsvarandi reglunum hjá ”Dansk Førstehjælpsråd”

Í  eldsløkking fer próvtøkan fram samsvarandi reglunum hjá ”Brand og sikringsteknisk Forum”.

Fylgiskjal 4

 

Námsætlan í yrkislærugreinini

 REINFØRI OG FRAMLEIÐSLUREINFØRI

 

Tímatal:

1. Skúlaskeið 26 pultstímar og 2. skúlaskeið 36 pultstímar

 

Lýsing:

Endamálið við undirvísingini er, at næmingur:

 

Førleikamál:

Úrslitið av undirvísingini eigur at verða, at næmingur:

  1. Kann virka eftir lógarásettum krøvum, ið eru galdandi innan starvsøkið og í tí
  2. sambandi at hava ein virknan lut til at eyðmerkja vandamál og at fremja eftirlit, so sleppast kann undan óhepnum avleiðingum, og
  3. megnar at virka eftir serligum krøvum um reinføri, ið sett verða til frammanundan
  4. tilreiddar rættir og krøvini til goyming og pakking.
  5. skal kunna greiða frá á hvønn hátt alisfrøðiligu, lívfrøðiligu og evnafrøðiligu viðurskiftini kunnu ávirka reinføri og kunna greiða frá, hvønn leiklut ein sjálvur og kringumstøðurnar hava í tí sambandi,
  6. skal kunna greiða frá á hvønn hátt alisfrøðiligu, lívfrøðiligu og evnafrøðiligu viðurskiftini kunnu ávirka persónligt reinføri og kunna greiða frá, hvønn leiklut ein sjálvur og kringumstøðurnar hava í tí sambandi,
  7. skal kunna greiða frá á hvønn hátt alisfrøðiligu, lívfrøðiligu og evnafrøðiligu viðurskiftini kunnu ávirka framleiðslureinføri og kunna greiða frá, hvønn leiklut ein sjálvur og kringumstøðurnar hava í tí sambandi,
  8. skal kunna greiða frá teimum fysisku og sálarligu tørvunum, sum kroppurin hevur, og hvønn týdning reinføri hevur í tí sambandi,
  9. skal kunna greiða frá meginreglunum um innaneftirlit og matvørueftirlit, harafturat kunna fremja innaneftirlit í framleiðsluni
  10. skal kunna greiða frá viðkomandi lóggávu um reinføri.

 

Próvtøka / eftirmeting:

Próvtøka í lærugreinini er partur av próvtøkuni í støðisverkætlanini,

 

 

Fylgiskjal 5

 

Námsætlan í yrkislærugreinini

GRUNDTILGERÐ

 

 

Tímatal:

26 pultstímar í 1. skúlaskeiði.

 

Lýsing:

Endamálið við undirvísingini er, at næmingur:

         

Førleikamál:

Úrslitið av undirvísingini eigur at verða, at næmingur:

  1. Kann fyrireika og tilreiða vanligar heitar, flógvar og kaldar rættir frá nýfingnari rávøru og hagreiða rættirnar við røttum tilreiðingarhættum,
  2. kann flokka burturkast og skilja burturkast sambært galdandi umhvørvisreglum og sjálvbodnari flokking,
  3. dugir at halda útbúnað, maskinur og arbeiðsøkið reint,
  4. er førur fyri at virka samsvarandi reglunum um virkisins innaneftirlit,
  5. eftirfylgir lógarásettum krøvum innan vinnugreinina á ein virknan hátt,
  6. kann fremja arbeiðið ergonomiskt og trygdarliga rætt,
  7. kann arbeiða sjálstøðugt og í samstarvi við aðrar samstarvsfelagar, og
  8. sýnir nýhugsan og hug og evni at læra nýtt og at taka ábyrgd.

 

Próvtøka / eftirmeting:

Próvtøka í lærugreinini er partur av próvtøkuni í støðisverkætlanini,

 

 

 Fylgiskjal 6

 

Námsætlan í yrkislærugreinini

 FØÐSLULÆRA 1

 

Tímatal:

18 pultstímar í 2. skúlaskeiði.

 

Lýsing:

Endamálið við undirvísingini er, at næmingur:

 

Førleikamál:

Úrslitið av undirvísingini eigur at verða, at næmingur:

  1. Skal kunna meta um vørulýsingar,
  2. skal kunna framleiða lidnar rættir soleiðis, at føðsluevnini so vítt til ber verða varðveitt,
  3. skal hava  innlit í hvussu føðsluevnini broytast við tilreiðing og undir goymslu,
  4. skal kunna framleiða lættar rættir samsvarandi ynski kundans um serframleiddan kost, og
  5. skal kunna greiða frá, hvussu føðsluevnini ávirka kroppin.

 

Próvtøka / eftirmeting:

 

 

 

Fylgiskjal 7

 

Námsætlan í yrkislærugreinini

KUNDATÆNASTA

 

 

Tímatal:

1 skúlaskeið 38 pultstímar

 

Lýsing:

Endamálið við undirvísingini er, at næmingur:

 

Førleikamál:

Úrslitið av undirvísingini eigur at verða, at næmingur:

  1. Skal kunna meta um rávørugóðsku og at tæna kundum og gestum í ymiskum tænastu- og søluhøpum,
  2. skal kunna greiða frá vanligum distributiónshættum, herundir eisini í sambandi við innanhýsis og uttanhýsis samstarvsgongdir, og
  3. skal kunna greiða frá og veita gestatænastu í sambandi við tænastuveitingar og tænastuhættir.

 

Próvtøka / eftirmeting:

Próvtøka í lærugreinini er partur av próvtøkuni í støðisverkætlanini.

 

Fylgiskjal 8

 

Námsætlan í yrkislærugreinini

KØKSSTARVSVENJING

 

 

Tímatal:

126 pultstímar í 2. skúlaskeiði.

 

Lýsing:

Endamálið við undirvísingini er, at næmingur:

                                             

Førleikamál:

Úrslitið av undirvísingini eigur at verða, at næmingur:

  1. Skal kunna hagreiða og tilreiða kaldar, flógvar og heitar rættir út frá røttum tilreiðingar­hættum,
  2. skal kunna borðreiða forrættir, høvuðsrættir og omanárættir við tilhoyrandi matevnum,
  3. skal kunna ráðleggja og útinna arbeiðið við atlit at reglum um reinføri og føðslu­viðurskiftum,
  4. skal kunna arbeiða eftir ergonomiskum grundreglum og ásettum trygdarfyriskipanum,
  5. skal kunna arbeiða og framleiða í køki uttan at nýta óneyðugt av vatni, el og gassi,
  6. kann reingerða, savna og viðgera burturkast eftir galdandi fyriskipanum, og
  7. kann arbeiða sjálvstøðugt eins og í samstarvi við onnur.

 

Próvtøka / eftirmeting:

Tað verður givið støðumet og ársmet  í lærugreinini,

Próvtøka í lærugreinini er partur av próvtøkuni í støðisverkætlanini,

 

Fylgiskjal 9 

 

Námsætlan í yrkislærugreinini

 FRAMLEIÐSLUÆTLAN - (MATGERÐ)

 

 

Tímatal:

112  pultstímar í 1. skúlaskeiði.

 

Lýsing:

Endamálið við undirvísingini er, at næmingur:

Næmingurin kann (við vegleiðing) keypa inn og hagreiða rávørur, samanseta og matgera/framleiða einfaldar úrdráttir, rættir/máltíðir og matarskráðir, harafturat nýta kunnleika til góðsku, kalkulatión, tíðarnýtslu, ergonomi og arbeiðsumhvørvi

(Næmingurin lærir at keypa inn og framleiða rávørur, seta saman og tilvirka einfaldar rættir, máltíðir og matarskráir. Harafturat lærir næmingurin um, hvussu ein tilvirkar eina “ernæringsrigtig” samansetan av matarskránni til ymiskar málbólkar (kundar))

 

Førleikamál:

Úrslitið av undirvísingini eigur at verða, at næmingur:

  1. Dugir at keypa inn,
  2. dugir at hagreiða rávørur, og
  3. dugir at seta saman og tilreiða lættar úrdráttir og rættir.
  4. kann við vegleiðing fyrireika og seta saman og tilvirka einfaldar vørur, máltíðir og matarskráir, harafturat brúka kunnleika til góðsku, kalkulatión, tíðarnýtslu, ergonomi og arbeiðsumhvørvi

 

Próvtøka / eftirmeting:

Próvtøka í lærugreinini er partur av próvtøkuni í støðisverkætlanini,

 

Fylgiskjal 10

Námsætlan í yrkislærugreinini

MATMENTAN OG KUNDATÆNASTA

(Føroysk/fremmand)

 

 

Tímatal:

26  pultstímar í 1. skúlaskeiði.

 

Lýsing:

Endamálið við undirvísingini er, at næmingur:

 

Førleikamál:

  1. Úrslitið av undirvísingini eigur at verða, at næmingur:
  2. Hevur kunnleika um føroyskt tilfeingi,
  3. dugir at hagreiða, tilreiða og goyma vanligt føroyskt tilfeingi,
  4. hevur kunnleika um fremmanda matmentan og siðvenju,
  5. dugir at tilreiða og borðreiða lættar rættir til fremmandafólk
  6. dugir at veita fremandafólkum góða kundatænastu,
  7. hevur kunnleika um hvussu vanligt føroyskt tilfengið fæst til vega, hvussu tað fæst til høldar, hvussu tað verður hagreitt, tilgjørt og goymt. Her undir hevur kunnleika til hvussu krov vera limað, hvussu hvalur verður skorin, fuglur royttur,
  8. hevur kunnleika um hvat veksur og hvussu ymiskt verður velt í Føroyum
  9. hevur eina breiða grundvitan um føroyska og útlendska matmentan og siðvenjir
  10. dugir at tilgera og borðreiða lættar rætir til fremmandafólk, og
  11. dugir at veita fremmandafólki góða kundatænastu

 

Próvtøka / eftirmeting:

Próvtøka í lærugreinini er partur av próvtøkuni í støðisverkætlanini,

Fylgiskjal 11

Námsætlan í yrkislærugreinini

FRAMLEIÐSLUREINFØRI hygg eisini at fylgiskjal 4

 

 

Tímatal:

36 pultstímar Í 2. skúlaskeiði.

 

Lýsing:

Endamálið við undirvísingini er, at næmingur:

 

Førleikamál:

Úrslitið av undirvísingini eigur at verða, at næmingur:

  1. Skal kunna greiða frá teimum fysisku og sálarligu tørvunum, sum kroppurin hevur, og hvønn týdning reinføri hevur í tí sambandi,
  2. skal kunna greiða frá á hvønn hátt alisfrøðiligu, lívfrøðiligu og evnafrøðiligu tættirnir kunnu ávirka reinføri og kunna greiða frá, hvønn leiklut ein sjálvur og kringumstøðurnar hava í tí sambandi,
  3. skal kunna greiða frá og handahóvs kunna nýta hættir og siðvenjir í sambandi við at halda gott framleiðslureinføri í tí handaliga arbeiðnum,        
  4. skal kunna greiða frá meginreglunum fyri egineftirlit og føðsluumsjón og at hava egineftirlit í arbeiðsstøðuni, og
  5. skal kunna greiða frá viðkomandi lóggávu um reinføri.

 

Próvtøka / eftirmeting:

Próvtøka í lærugreinini er partur av próvtøkuni í støðisverkætlanini,

Fylgiskjal 12

Námsætlan í yrkislærugreinini

UMHVØRVI

  

Tímatal:

1. Skúlaskeið 26 pultstímar

 

Lýsing:

Endamálið við undirvísingini er, at næmingur:

                                                                                     

Í undirvísingini verður so vítt til ber tikið støði í vinnulívs- ella umhvørvisspurningum í mun til ítøkiligt framleiðslu- ella tænastuvirksemi til tess at greina og meta um tað árin, virksemið kann hava á náttúruviðurskifti. Undirvísingin skal fevna um umhvørvisspurningar í tí dag­liga virkseminum, m.a. um hvussu rusk og annað verður skilt, um orkusparing og um hvussu mest fæst burtur úr tilfeinginum.

 

Førleikamál:

Úrslitið av undirvísingini eigur at verða, at næmingur:

  1. Kann skilja hvønn týdning umhvørvið hevur í vinnulívinum og í gerandisdegnum,
  2. hevur innlit í samspælinum millum samfelagið og umhvørvið,
  3. kann greiða frá grundleggjandi vistfrøðiligum hugsunarhættum og hugtøkum í sambandi við tilfeingis- og orkukervið í náttúruni, og
  4. dugir at leita, velja og nýta týðandi upplýsingar um umhvørvi frá ymiskum keldum, eisini talgildað upplýsing.
  5. fær innlit í spurningar har mannagongdirnar í framleiðsluni, atburður og lívsringrásin hjá vøruni hevur týdning fyri umhvørvi

 

Próvtøka / eftirmeting:

Próvtøka í lærugreinini er partur av próvtøkuni í støðisverkætlanini,

 

Fylgiskjal 13

 Námsætlan í yrkislærugreinini

SØLA OG TÆNASTA

 

 

Tímatal:

36 pultstímar í 2. skúlaskeiði.

 

Lýsing:

Endamálið við undirvísingini er, at næmingur:

 

Førleikamál:

Úrslitið av undirvísingini eigur at verða, at næmingur:

  1. Kann samskifta munnliga og skrivliga um marknaðarføring,
  2. dugir at nýta viðkomandi kt-amboð og -hjálpartól,
  3. hevur grundleggjandi vitan um keypilógina,
  4. kann greiða frá nær- og fjarumhvørvinum hjá fyritøkuni,
  5. kann greiða frá menningini á sølu- og tænastuøkinum,
  6. kann greiða frá hugsjónar- og endamálsgrundarlagnum hjá fyritøkuni,
  7. kann greiða frá marknaðarbýtinum og valinum av móttakarabólki, og
  8. kann greiða frá kappingarviðurskiftum.

 

Próvtøka / eftirmeting:

Próvtøka í lærugreinini er partur av próvtøkuni í støðisverkætlanini,

Fylgiskjal 14

  Námsætlan í yrkislærugreinini

VØRUKUNNLEIKI

  

Tímatal:

1 skúlaskeið 32 pultstímar - 2. skúlaskeið 54 pultstímar - 3. ella 4. skúlaskeið 36 pultstímar

 

Lýsing:

Endamálið við undirvísingini er, at næmingur:

 Verkætlanin skal gerast sum ein framleiðsla í køkinum og leggjast fram fyri flokkin. Framleiðslan kann verða ein lýsing og ein framløga av einari fyritøku ella einari vøru.

Meginparturin av næmingsins skúlatíð verður løgd til rættis sum skeiðundirvísing, annaðhvørt í ástøðishølum ella á verkstøðum. Harumframt verður ein partur av tímunum lagdir til rættis sum verkætlanartímar, har arbeitt verður við ymsum evnum, uppgávum og verk­ætlanum. Í sambandi við eina tvørfakliga verkætlan skal næmingur verða við til at umbiðja, keypa og móttaka vøru og læra um tær ymisku rávørurnar - dygd, uppruna og árstíðarslag og um goymingar­- og tilreiðingarhættir.

 

Í køksvenjingini skal næmingur gera eina vøruumbøn. Vørurnar skulu verða árstíðar­merktar og kunna verða bæði vanligar ella vistfrøðiligar. Næmingur skal eisini eftirkanna vøru­umbønina og meta um dygdina á fingnu rávøruni og læra at reinsa og goyma vøruna á rættan hátt til hon verður nýtt.

 

Førleikamál:

Úrslitið av undirvísingini eigur at verða, at næmingur:

  1. Skal kunna nýta rættar rávørur, rættar arbeiðshættir, rættan útbúnað og røtt amboð við atliti
  2. at løttum og vællýstum arbeiðsuppgávum,
  3. skal fáa til vega upplýsingar og kunning um viðkomandi rávørur, tilfar og framleiðslur,
  4. skal kunna hagreiða og goyma rávørur og framleiðslur á rættan hátt,
  5. skal kunna meta um rávørudygd, eisini vistfrøðiliga, sum verða nýttar á gistingarhúsum og matstovum, og tryggja, at vørurnar verða reinsaðar og goymdar á rættan hátt, og
  6. skal kunna viðvirka í samband við innkeyp og bílegging av rávørum.

Eftirmeting:

Próvtøka í lærugreinini er partur av próvtøkuni í støðisverkætlanini,

.

 

Fylgiskjal 15  

Námsætlan í

Kunningartøkni

Tímatal: 53 tímar í 1. skúlaskeiði

Lýsing: Næmingurin lærir millum annað grundleggjandi funksjónir innan teksviðgerð og arbeiðir harumframt við talgildugum samskifti, rokniarki og lærir at leita eftir vitan á alnótini.

Undirvísingin í KT kann partvís/lutvíst vera partur av fakunum “samskifti innan fakøki” og “kostur og orka/føðsla”

Førleikamál: Úrslitið av undirvísingini eigur at verða, at næmingur:

1.    kann brúka vanligar funksjónir í kunningartøki til tekst og talviðgerð, og skilja at gangnýta virðið av hesum KT-amboðum.

2.   kann brúka tekstviðgerð (síðuuppsetan, marking, avrita og flyta tekst, forsniðan av teksti, seta inn grafik, innskjóting av teksti, tabulatorar, spaltur og punktuppsetan)

3.    kann brúka rokniark (sjálvvirknar sumfunksjónir, formil/funksjón, forsniðan av sellum og avrita sellur/formil

4.    skilur hugtøk og háttarløg, sum eru neyðug fyri at brúka teldur til at loysa uppgávur innanfyri málini í frálæruni  

5.    kann brúka talgilt samskifti og savna inn kunning á grundleggjandi støði.

6.    kann brúka alnótina til at leita eftir upplýsing sum hevur týðing,

7.    kann brúka eina teldupostskipan til samskifti (móttaka og senda teldupost, leggja afturat fílur v.m. )  

8.   kann gera eina teldutøka framløgu

9.    kann greiða frá almennum krøvum til arbeiðsumhvørvi til innrætting og brúk av KT-arbeiðsplássum

10.  kann greiða frá almenna brúkinum av KT í samfelagnum og innan yrkið, og eisini í mun til lívslanga førleikamenning

11. kann hugsa um hvørjar avleiðingar talgildu kunningartøkniligu menningin hevur fyri tann einstaka

12.  skjalfesta og breiða út loysnir av trupulleikurm í samband við KT

 Próvtøka / eftirmeting:

Tað verður givið støðumet í lærugreininini

Próvtøka í lærugreinini er partur av próvtøkuni í støðisverkætlanini,

Fylgiskjal 16

Námsætlan í

MÁLTÍÐIN

 

 

Tíð: 38 pultstímar í 1. skúlaskeiði

 

Lýsing:

Næmingurin kann við vegleiðing keypa inn og tilvirka rávørur, seta saman og tilvirka einkultar vørur, máltíðir og matarskráir við atliti til sensorik og góðsku.

 

Førleikamál:

  1. Næmingurin kann við vegleiðing keypa inn og tilvirka rávørur, seta saman og tilvirka einkultar vørur, máltíðir og matarskráir við atliti til sensorik og góðsku.

 

Próvtøka / eftirmeting:

Tað verður givið støðumet og ársmet  í lærugreininini

Próvtøka í lærugreinini er partur av próvtøkuni í støðisverkætlanini,

Fylgiskjal 17

Námsætlan í

SENSORIK OG GÓÐSKA

 

 

Tíð: 32 pultstímar í 1. skúlaskeiði

 

Lýsing:

Næmingurin kann byrja at brúka tey mest vanligu heiti til at lýsa mat, rávørur, sensoriska og kulinariska góðsku og lærir at døma um góðskuna á lidnari vøru útfrá farvu, skapi, tættleika og smakki.

Førleikamál:

  1. Næmingurin kann brúka tey mest vanligu heiti til at lýsa mat, rávørur, sensoriska og kulinariska góðsku

Próvtøka / eftirmeting:

Tað verður givið støðumet og ársmet  í lærugreininini

Próvtøka í lærugreinini er partur av próvtøkuni í støðisverkætlanini,

Fylgiskjal 18

Námsætlan í

LÆRING, SAMSKIFTI OG SAMSTARV

ískoyti til lærugreinina føroyskt E-stig í 1. skúlaskeiðið

 

 

Tíð: 43 pultstímar í 2. skúlaskeiði

 

Lýsing:

Næmingurin kann greina/orða seg munnligt og skrivligt á føroyskum í starvs- og útbúgvingarhøpi svarandi til støðið E støðið í Føroyskum

Næmingurin arbeiðir við samskifti í mun til ta útbúgvingarleið hann/hon hevur vant. Arbeitt verður við samskifti, bæði munnligt og skrivligt og næmingurin skal vísa, at hann/hon hevur skilt ymisk faklig hugtøk og málburð “fakúttrykk”

Næmingurin skal kunna greiða frá arbeiðsháttum “proces” og –úrslitum sum vera goymd í einari skjalamappu

Førleikamál:

  1. Næmingurin kann (við vegleiðing) nýta skrivaða og talaða máli við atliti at mállæru svarandi til E-støði í føroyskum

2.     Næmingurin kann samrøða/samskifta um egið skrivligt arbeiði, undir hesum evni til skjalamappu

3.      Næmingurin kann lesa og skilja einfaldan tekst

4.      Næmingurin kann (við vegleiðing) greiða frá innihaldinum í einum teksti

5.   Næmingurin kann (við vegleiðing) brúka lesi- og skriviætlanir

6.     Næmingurin kann brúka KT til viðkomandi samskifti og til at leita eftir kunning

7.    Næmingurin kann vera virkin í undirvísingini

8.      Næmingurin kann, við tilvitan um mállæru og málsligar normar, herundir eina rímiliga nýtslu av siðsemi “korrekthed”, brúka málið í skrift og talu

9.      Næmingurin kann greiða frá og vera partur av samtalu um egið skrivligt arbeiði, herundir evnum til skjalamappu

10.  Næmingurin kann vera greinandi í mun til innihaldi í teksti, boðskapi og framtíðarútlit

11.  Næmingurin kann brúka lesi- og skrivistrategiir        

12.  Næmingurin kann brúka KT í samskifti og krevjandi leitan av kunning har tað er   viðkomandi

13.  Næmingurin kann brúka samskifti til gagns fyri samstarv og samveru við onnur

14. Næmingurin kann skilja og brúka vinnugreins-frøðimáli í samband við lesnað av teksit ið er yrkisrættaður

Próvtøka / eftirmeting:

Tað verður givið støðumet og ársmet  í lærugreininini

Próvtøka í lærugreinini er partur av próvtøkuni í støðisverkætlanini,

Fylgiskjal 19

Námsætlan í

ROKNING OG KALKULATIÓN

Hetta er framhald av Støddfrøði á E- stigið frá 1. skúlaskeiði.

 

Tíð: 36 pultstímar í 2. skúlaskeiði

 

Lýsing:

Næmingurin lærir at arbeiða við yrkisrættaðari støddfrøði í mun til gastronomyrki.

Førleikamál:

  1. Næmingurin kann hegnisliga og við nýtslu av KT nýta útrokningarskipanina í yrki nýtur í sínum dagliga arbeiði, undir hesum rokna út vørur, tænastuavrik, køksprosentir og fylgja givnum útrokningum.
  2. Næmingurin kann við at nýta KT rokna út rættir.
  3. Næmingurin kann nýta kurs og valutarokning.

Próvtøka / eftirmeting:

Tað verður givið støðumet og ársmet  í lærugreininini

Próvtøka í lærugreinini er partur av próvtøkuni í støðisverkætlanini,

Fylgiskjal 20

Námsætlan í

STARVSVENJING

 Tíð:

2x5 vikur í 2. skúlaskeiði.

 

Lýsing:

Endamálið við starvsvenjingini í 2. skúlaskeiði er:

 

Meginreglan fyri at  kunna taka gastronom-atstøðisnæming í starvsvenjing í støðisárinum er, at stovnur ella fyritøka hevur fólk í starvi við útbúgving innan matyrkið. Minstakravið er hálvtannað ára útbúgving, t.d. gastronom-atstøðari,  o.l.

 

Stovnur ella fyritøka kann, um tað hevur fólk í starvi við í minsta lagi 10 ára viðkomandi starvs­royndum innan matyrkið, taka gastronom-atstøðisnæming í starvs­venjing í støðisárinum.

 

Skúlin skipar fyri starvsvenjingini hjá næmingunum og tekur avgerð um, um ein stovnur ella fyritøka lýkur omanfyri nevndu krøv sum starvsvenjingarpláss. Góðkenning av stovni ella fyritøku sum starvsvenjingarpláss er galdandi fyri 1 ár í senn.

 

Førleikamál:

Næmingurin skal á byrjunarstigi kunna:

Vørumóttøka

  1. góðskumeta rávørur, hálv og heilfabrikata við móttøku,
  2. gera bílegging av vørum og innkeypi, harumframt gera meting av prísi og góðsku, og gera meting av lagrinum,
  3. reingerða, gera klárt og skera út ymiskar rávørur, umframt kryddarí og “kolonial”,

Grundleggjandi tilgerðarhættir

  1. brúka grundleggjandi tilgerðar hættir og gera “grundsupper” og “grundsaucer”, umframt “frokostretter”, kalt borð og “desserter,
  2. gera klárt, tilgerða og servera a la carte, veitslur og buffét, umframt gera klárt bæði, føroyskar og útlenskar rættir, skal arbeiða fýsiskt rætt við tilgerðarhættunum,

Tilrættalegging og rakstur

  1. tilrættaleggja egna og felags arbeiðsgongd og samstarva í køkinum, og
  2. fyrihalda seg til dagliga virksemi í køkinum og fyritøkuni

 

Próvtøka / eftirmeting:

Tað er eingin próvtøka ella eftirmeting av starvsvenjingini. 

Fylgiskjal 21

Námsætlan í

Íverksetan og innovatión

Tíð: 36 pultstímar í 3. og/ella 4. skúlaskeiði

 

Lýsing:

Næmingurin lærir at arbeiða við yrkisrættaðari íverksetan og innovatión í mun til gastronomyrki.

Stig: F

Førleikamál:

  1. Næmingurin fær kunnleika til íverksetan og innovatión og hugtakið at vera sjálvstøðugur
  2. Næmingurin kann greiða frá hvussu tú setur á stovn eitt vikið, her til hoyrir hvussu eitt virkið dagliga verður rikið.
  3. Næmingurin kann greiða frá ymiskum fyriskipanarligum meginreglum í fyritøkuni, aftur at hesum koma avgerðar mannagongdir og hvussu samstarva verður á ymiskum stigum.
  4. Næmingurin fær innlit í føroyskan vinnustruktur og tess broytingar, til hetta hoyrir hvørja ávirkan altjóða viðurskifti hava á okkara viðurskiftið.

Próvtøka / eftirmeting:

Tað verður givið støðumet í lærugreininini

Próvtøka í lærugreinini er partur av próvtøkuni í støðisverkætlanini.

Fylgiskjal 22

Námsætlan í

Arbeiðsumhvørvið

Tíð: 18 pultstímar í 3. og/ella 4. skúlaskeiði

 

Lýsing:

Næmingurin lærir at arbeiða við arbeiðsumhvørvi í mun til gastronomyrki.

Stig: Byrjunarstig

Førleikamál:

  1. Næmingurin kann geva eitt íkast til at skapa tað best møguliga umhvørvið, m.a. við at luttaka og gjøgnumføra eina meting av arbeiðsplássinum.
  2. Næmingurin kann bru´ka vitan um tað fysiska og psykiska arbeiðsumhvørvi og vera við til at geva og tilrættatleggja mannagongdir við tí endamálið at fyribyrgja tungum arbeiði.
  3. Næmingurin kann arbiða út frá ásetingunum í arbeiðsumhvørvislógini.

Próvtøka / eftirmeting:

Tað verður givið støðumet í lærugreininini

Próvtøka í lærugreinini er partur av próvtøkuni í støðisverkætlanini.

Fylgiskjal 23

Námsætlan í

Náttúrufak í samband við framleiðslu

Tíð: 36 pultstímar í 3. og/ella 4. skúlaskeiði

 

Lýsing:

Næmingurin lærir at arbeiða við náttúrufakinum í mun til framleiðsu í gastronomyrkinum.

Stig: Byrjunarstig

Førleikamál:

  1. Næmingurin kann meta um og úttala seg um teir alis- og evnafrøðiligu mannagongdirnar, ið verða gjørdar í samband við tær framleiðsluhættir, ið verða nýttir í framleiðsluni.
  2. Næmingurin kann arbeiða eksperimentelt við fakinum út frá eini náttúrufrøðiligari tankagongd

Próvtøka / eftirmeting:

Tað verður givið støðumet í lærugreininini

Próvtøka í lærugreinini er partur av próvtøkuni í støðisverkætlanini.

Fylgiskjal 24

Námsætlan í

Vørukunnleiki 2

Tíð: 36 pultstímar í 3. og/ella 4. skúlaskeiði

 

Lýsing:

Næmingurin lærir at arbeiða við Vørukunnleika 2 í mun til framleiðsu í gastronomyrkinum.

Stig: Framkomi stig

Førleikamál:

  1. Næmingurin kann góðskumeta tær rávørur, eisini vistfrøðiliga framleiðslu og hálv- og heilfabrikata, ið vera nýtt í hotel-, retaurant-, cafeteria-, kantinu- og café køkum, umframt at tað er røtt goymsla, reinsan og liðugtgerð
  2. Næmingurin kan vera við til at gera innkeyp og bíleggingar av rávørum, umframt raðfesting og seta upp í mun til fíggjarviðurskifti, forbrúk og árstíð
  3. Næmingurin kann greiða frá føðsluinnihaldinum í rávørunum, brúks umráðið, árstíð og góðsku.
  4. Næmingurin kann nýta sensorik í mun til egnar arbeiðsuppgávur.

Próvtøka / eftirmeting:

Tað verður givið støðumet í lærugreininini

Próvtøka í lærugreinini er partur av próvtøkuni í støðisverkætlanini.

Fylgiskjal 25

Námsætlan í

Vertsskapur og heildarfatan

Tíð: 36 pultstímar í 3. og/ella 4. skúlaskeiði

 

Lýsing:

Næmingurin lærir at arbeiða við vertsskapi og heildarfatan í gastronomyrkinum.

Stig: Byrjunar stig

Førleikamál:

  1. Næmingurin kann lýsa eina framleiðslugongd í fyritøkuni og framleiðsluflow
  2. Næmingurin hevur skil á egnum leikluti og týdninginum av sínum samstarvsfeløgum í dagliga arbeiðnum í  fyritøkuni, útviklingin og lønsemi.
  3. Næmingurin kan virka við til at gesturin følir seg vælkomnar og fær eitt gott upplivilsi.
  4. Næmingurin kann samstarva við starvsfelagar annars í fyritøkuni við tí endamáli at geva gestunum tað teir ynskja og vænta.

Próvtøka / eftirmeting:

Tað verður givið støðumet í lærugreininini

Próvtøka í lærugreinini er partur av próvtøkuni í støðisverkætlanini.

Fylgiskjal 26

Námsætlan í

Yrkisrelaterað enskt

Tíð: 36 pultstímar í 3. og/ella 4. skúlaskeiði

 

Lýsing:

Næmingurin lærir at arbeiða við yrkisrelateraðum enskum í gastronomyrkinum.

Stig: Vanastig

Førleikamál:

  1. Næmingurin kann lesa og skilja vanligar faktekstir í javnan koma fyri og hava yrkisligan týdning

Próvtøka / eftirmeting:

Tað verður givið støðumet í lærugreininini

Próvtøka í lærugreinini er partur av próvtøkuni í støðisverkætlanini.

Fylgiskjal 27

Námsætlan í

Gastronomisk innovatión

Tíð: 36 pultstímar í 3. og/ella 4. skúlaskeiði

 

Lýsing:

Næmingurin lærir at arbeiða við gastronomiskari innovatión í gastronomyrkinum.

Stig: Byrjunarstig

Førleikamál:

  1. Næmingurin kann meta um og greiða frá um tær alisfrøðiligu- og evnafrøðiligu mannagongdirnar, ið ganga fyri seg i samband við tilgerðarhættir, ið verða nýttir í framleiðsluni.
  2. Næmingurin kann arbeiða eksperimentelt við fakinum út frá eini náttúrufrøðiligari tankagongd
  3. Næmingurin kann arbeiða innovativt við at útvikla nýggjar rættir.
  4. Næmingurin kann nýta vanlig faklig heitið til at lýsa sensorisku góðskuna hjá rávøruni og máltíðini.  
  5. Næmingurin kann arbeiða við at menna og fagurgera smakki upplivilsi út frá eini sensoriskari vitan.
  6. Næmingurin kann royna og menna nýggjar rættir við útgangsstøði í rávørum í eru bundar at árstíðum.

Próvtøka / eftirmeting:

Tað verður givið støðumet í lærugreininini

Próvtøka í lærugreinini er partur av próvtøkuni í støðisverkætlanini.

Fylgiskjal 28

Námsætlan í

Vørumenning, framleiðsla og tænasta

Tíð: 36 pultstímar í 3. og/ella 4. skúlaskeiði

 

Lýsing:

Næmingurin lærir at arbeiða við vørumenning, framleiðslu og tænastu í gastronomyrkinum.

Stig: Byrjunarstig

Førleikamál:

  1. Næmingurin kann nýta struktureðaðar teknikkir í samban við menning av vørum ella tænastum innan týðandi vinnuøkið.
  2. Næmingurin kann greiða frá um tørv og faktorar, ið eru neyðugir fyri framleiðslumenning
  3. Næmingurin kann nýta vitan um tann teknolisku menningina av einum ella fleiri úrdráttum
  4. Næmingurin kann leggja til rættis og evna til eina ella fleiri úrdráttir sjálvstøðugt

Próvtøka / eftirmeting:

Tað verður givið støðumet í lærugreininini

Próvtøka í lærugreinini er partur av próvtøkuni í støðisverkætlanini.

Fylgiskjal 29

Námsætlan í

Føroysk - Fronsk menulæra

Tíð: 36 pultstímar í 3. og/ella 4. skúlaskeiði

 

Lýsing:

Næmingurin lærir at arbeiða við føroysk - franskari menulæru í gastronomyrkinum.

Stig: Vanastig

Førleikamál:

  1. Næmingurin kann leggja til rættis matsrkáir út frá føroyskum og fronskum mattraditiónum við at nýta føroyskar og franskar rávørur.
  2. Næmingurin kann lesa og orða uppskriftir og leiðbeiningar.
  3. Næmingurin kann seta saman skiftandi matskráir.
  4. Næmingurin kann nýta faklig heiti á føroyskum og fronskum í kokkayrkinum.

Próvtøka / eftirmeting:

Tað verður givið støðumet í lærugreininini

Próvtøka í lærugreinini er partur av próvtøkuni í støðisverkætlanini.

Fylgiskjal 30

Námsætlan í

Tilrættalegging og framleiðsla

Tíð: 108 pultstímar í 3. og/ella 4. skúlaskeiði

 

Lýsing:

Næmingurin lærir at arbeiða við tilrættalegging og framleiðslu í gastronomyrkinum.

Stig: Vanastig

Førleikamál:

  1. Næmingurin kann kreativt taka lut í menningini og endurnýggjan av øllum leiklutum í køkinum í mun til kaldar og heitar rættir.
  2. Næmingurin kann gera klárt, fyrireika, borðreiða og rudda upp veitslu og à la carete matskráir til veitslur og buffeir umframt at nýta framleiðsluyvirskotið í mestan mun.
  3. Næmingurin kann gera klárt, borðreiða og seta prís á rættir frá tí klassiska køkinum, føroyskum økisrættir og serrættir.
  4. Næmingurin kann leggja til rættis og gera arbeiði við atliti at  tíð, vørunýtslu, fígging, reinførisreglum og út frá einum føðsluligum sjónarhorni.
  5. Næmingurin kann arbeiða ergonomiskt og undir røttum trygdarviðurskiftum.
  6. Næmingurn kann gera køksarbeiðið uttan óneyðuga orkunýtslu
  7. Næmingurin kann gea køksarbeiði eftir galdandi umhvørvisreglum.
  8. Næmingurin kann seta í verk innsavning av ruski í samsvari við galdandi reglar og frívilligar skiljiskipanir.

Próvtøka / eftirmeting:

Tað verður givið støðumet í lærugreininini

Próvtøka í lærugreinini er partur av próvtøkuni í støðisverkætlanini.

Fylgiskjal 31

Námsætlan í

Verkligt arbeiði í køkinum

Tíð: 144 pultstímar í 3. og/ella 4. skúlaskeiði

 

Lýsing:

Næmingurin lærir at arbeiða við tilrættalegging og framleiðslu í gastronomyrkinum.

Stig: Framkomið stig

Førleikamál:

  1. Næmingurin kann gera klárt, fyrireika, borðreiða og seta virði/prís á rættir.
  2. Næmingurin kann stýra og nýta allar matgerða við øllum grundleggjandi hættum
  3. Næmingurin kann stýra og borðreiða klassiska rættir og samstundis vísa kreativitet
  4. Næmingurin kann eftirlíka gestsins ynski um serrættir/(specialkost).
  5. Næmingurin kennir og nýtir tey mest vanligu hugtøkini fyri at lýsa tað kulinariska sensorikkin og góðskuna  í  einum rætti ella eini rávøru, umframt innanhýsis samanhangir
  6. Næmingurin kann leggja til rættis, seta saman og gera mat við útgangsstøði í
  7. Næmingurin kann vera tilætlaður um egnan smakksans og nýta hesa vitan í mun til gestsins tørv og væntanir
  8. Næmingurin kann leggja til rættis og gera arbeiði við atliti at  tíð, vørunýtslu, fígging, reinførisreglum og út frá einum føðsluligum sjónarhorni.
  9. Næmingurin kann arbeiða ergonomiskt og undir røttum trygdarviðurskiftum.
  10. Næmingurn kann gera køksarbeiðið uttan óneyðuga orkunýtslu
  11. Næmingurin kann seta í verk innsavning av ruski í samsvari við galdandi reglar og frívilligar skiljiskipanir.
  12. Næmingurin kann arbeiða bæði sjálvstøðugt og í samstarvi við onnur.
  13. Næmingurin kann gera innaneftirlit.

Próvtøka / eftirmeting:

Tað verður givið støðumet í lærugreininini

Próvtøka í lærugreinini er partur av próvtøkuni í støðisverkætlanini.

Fylgiskjal xxx

 

Námsætlan í

UPPLÆRING Á LÆRUPLÁSSI

 

 

Tíð:

6 mánaðir

 

Lýsing:

Endamálið við upplæringini á læruplássi er at veita næmingi ta til læruna tilhoyrandi verkligu og handaligu royndirnar, sum gera, at hann eftir loknað læru hevur fullgildan handaligan førleika innan yrkið sum gastronom-atstøðari.

 

Førleikamál:

læruplássið skal fremja upplæringina soleiðis, at tað saman við skúlaundirvísingini

ger, at næmingur røkkur førleikamálini í útbúgvingini,

læruplássið skal hava eina upplæringarætlan fyri næmingin við atlit til teimum

upp­gávum, sum læruplássið vanliga hevur,

læruplássið skal tilrættaleggja upplæringina í mun til ta skúlaundirvísing, næmingur

hevur fingið og soleiðis, at skúlaundirvísingin og upplæringin á læruplássinum so vítt

til ber styðja hvørt annað,

læruplássið eigur at skipa upplæringina soleiðis, at næmingur fær uppgávur, sum

vaksa í torleikastigi og fjøltætni og soleiðis, at næmingur við endan á lærutíðini røkkur

tað útbúgv­ingarstig, sum sett verður til útbúgvingina, og at

læruplássið skal leggja herðslu á, at næmingur skilir týdningin av krøvunum til t.d.

um­hvørvi, reinføri, persónliga trygd og trygd í sambandi við útbúnað v.m., og at

lóggávan viðvíkjandi arbeiðsumhvørvi verður hildin.

 

Próvtøka / eftirmeting:

Tað er eingin próvtøka ella eftirmeting av upplæringini á læruplássinum. Eftir at skúla­undirvísingin og upplæringin á læruplássinum er lokin, fer næmingur á skúlanum upp til sveinaroynd sum gastronom-atstøðari samsvarandi galdandi reglum í yrkisútbúgvingarlógini.

 

 

 

 

 

 

Fylgiskjal xx

 Námsætlan í yrkislærugreinini

DIÆTETIK – ástøði og praksis

 

 

Tímatal:

72 pultsímar

 

Lýsing:

Endamálið við undirvísingini er, at næmingur:

 

Førleikamál:

Úrslitið av undirvísingini eigur at verða, at næmingur:

 

Próvtøka / eftirmeting:

Tað verður givið støðumet og ársmet  í lærugreinini,

Próvtøka í lærugreinini er partur av próvtøkuni í støðisverkætlanini,

Fylgiskjal xx

 

Námsætlan í yrkislærugreinini

HEILSURØKT

 

 

Tímatal:

36 pultstímar

 

Lýsing:

Endamálið við undirvísingini er, at næmingur:

Førleikamál:

Úrslitið av undirvísingini eigur at verða, at næmingur:

Kann greiða frá fysiskum, heilsufrøðiligum og føðsluligum sjónarmiðum, sum kunna bøta um heilsuna,

kann greiða frá sambandinum millum mannaheilsu og samfelagsligu menningina, og

kann skilja týdningin av fyribyrgjandi og heilsufremjandi átøkum og virka samsvarandi teimum.

.

Próvtøka / eftirmeting:

Próvtøka í lærugreinini er partur av próvtøkuni í støðisverkætlanini,

Fylgiskjal xx

Námsætlan í yrkislærugreinini

NÁTTÚRUFAK

Tímatal:

72 pultstímar

 

Lýsing:

Endamálið við undirvísingini er, at næmingur:

                                                                

Nátturulærugreinin er sett saman av alisfrøði, evnafrøði, støddføði og møguliga lívfrøði.

Støddfrøðin inngongur sum ein integreraður partur av undirvísingini við atliti at greining og lýsing av náttúrufyribrigdum og útrokningum. Ítøkiliga innihaldið í undirvísingini skal m.a. taka støði í, hvørji verulig náttúruevni eru partar av útbúgvingini og hvussu hesi ávirka yrkið, menniskju og samfelagið. Lærugreinin eigur at fevna um allar náttúrufakligar partar. Eisini eiga verkligar royndir í lærugreinini at hava ein týðandi leiklut í undirvísingini.

 

Førleikamál

Úrslitið av undirvísingini eigur at verða, at næmingur:

                                                            

Próvtøka / eftirmeting:

Tað verður givið støðumet og ársmet  í lærugreinini,

 

Próvtøka í lærugreinini er partur av próvtøkuni í støðisverkætlanini.