Námsskipan fyri timbursútbúgvingina
Dagførd desember 2019
Yrkisnevndin hevur givið út sambært kunngerð nr. 75 frá 3. juni 2013 um timburútbúgving.
Fyrisiting hjá yrkisnevndini er Yrkisdepilin:
Yrkisdepilin
Hoyvíksvegur 72
Postboks 3279
FO-110 Tórshavn
Telefon 30 65 60
Telefaks 30 65 64
www.yrkisdepilin.fo
yrkisdepilin@yrkisdepilin.fo
Skúlarnir, sum bjóða skúlagongdina í útbúgvingini eru:
Glasir
Janusargøta 3,
FO-110 Tórshavn
tlf 616600
post@glasir.fo
Tekniski skúlin í Klaksvík
Heygavegur 1A
Postboks 20
FO-700 Klaksvík
Telefon 45 63 11
Telefaks 45 73 11
www.tsk.fo
runih@tsk.fo
Til ber at venda sær til Yrkisdepilin og skúlarnar við spurningum um útbúgvingina og fyri at fáa meiri kunning um útbúgvingina.
Um ósamsvar er millum námsskipanina og útbúgvingarkunngerðina, so er tað altíð útbúgvingarkunngerðin, sum er galdandi!
Til kapittul 1 – Endamál við útbúgvingini
Endamálið við útbúgvingini er ásett í kapittul 1 í útbúgvingarkunngerðini.
Til kapittul 2 – Útbúgvingartíð, bygnaður og innihald
Útbúgvingin tekur 4 ár, og er lutað sundur í verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd.
Skúlagongdin í útbúgvingini, íroknað eitt sveinaroyndarskeið er 55 vikur. Skúlagongdin er lutað í trý skúlaskeið og eitt sveinaroyndarskeið og verður skipa samsvarandi mynd 1.
Mynd 1: Skipan av skúlagongd og longd á skúlaskeiðum
Skúlaskeið | Vikur |
1. skúlaskeið | 20 |
2. skúlaskeið | 20 |
3. skúlaskeið | 10 |
Sveinaroyndarskeið | 5 |
Til samans | 55 |
Til ber er at byrja útbúgvingina við ella uttan lærusáttmála. Um næmingurin byrjar útbúgvingina við ongum lærusáttmála, byrjar útbúgvingin við skúlagongd. Ger næmingurin hevur lærusáttmála meðan hann gongur í skúla, verður lærutíðin roknað frá tí degi skúlaskeiði, sum hann er í gongd við, er liðugt.
Fyri at byrja uppá 3. skúlaskeið skal næmingurin hava ein góðkendan lærusáttmála. Eisini skal næmingurin hava staðið 1. og 2. skúlaskeið sambært ásetingunum um eftirmeting niðanfyri.
Eftirmeting í 1. skúlaskeiði
Skúlaskeiði verður eftirmett sum ein minni sveinaroynd.
Skúlin ger og leggur til rættis tíðarætlan fyri eftirmetingina/royndina.
Eftirmetingin/royndin fevnur um tveir høvuðspartar: ein ástøðiligan og ein handaligan part.
Til eftirmetingina/royndina fær lærlingurin 32 pultstímar, av hesum skal handaligi parturin verða minsta 16 tímar.
Ástøðiligi parturin av eftirmetingini/royndini er ein verkætlan, ið fevnir um:
1. Tekning
2. Tilfarslista.
3. Val av amboðum (handamboð) og trygdarviðurskiftir.
Handaligi parturin av eftirmetingini/royndini er ein partur av verkætlanini.
Við støði í verkætlanini verður hildin ein munnlig próvtøka, ið varir 30 minuttir íroknað próvtalsgeving. Til munnligu próvtøkuna skal næmingurin leggja verkætlanina fram og við henni sýna, hvussu uppgávan verður loyst. Næmingurin skal leggja fram tað hann hevur gjørt (ástøðiligt og handaligt). Næmingurin kann nýta skitsur, myndlar, og greiða frá arbeiðshátti, amboðum o.ø.
Eftirmeting í 2. skúlaskeiði
Skúlaskeiði verður eftirmett sum ein minni sveinaroynd.
Skúlin ger og leggur til rættis tíðarætlan fyri eftirmetingina/royndina.
Eftirmetingin/royndin fevnur um tveir høvuðspartar: ein ástøðiligan og ein handaligan part.
Til eftirmetingina/royndina fær lærlingurin 32 pultstímar, av hesum skal handaligi parturin verða minsta 16 tímar.
Ástøðiligi parturin av eftirmetingini/royndini er ein verkætlan, ið fevnir um:
1. Tekning
2. Tilfarslista.
3. Val av amboðum (handamboð) og trygdarviðurskiftir.
Handaligi parturin av eftirmetingini/royndini er ein partur av verkætlanini.
Við støði í verkætlanini verður hildin ein munnlig próvtøka, ið varir 30 minuttir íroknað próvtalsgeving. Til munnligu próvtøkuna skal næmingurin leggja verkætlanina fram og við henni sýna, hvussu uppgávan verður loyst. Næmingurin skal leggja fram tað hann hevur gjørt (ástøðiligt og handaligt). Og næmingurin kann nýta skitsur, myndlar, og greiða frá arbeiðshátti, amboðum o.ø.
Eftirmeting í 3. skúlaskeiði
Eftirmett verður við støðumetum av lærugreinunum einsæris. Støðumetið er grundarlag fyri um lærlingurin kann verða innstillaður til sveinaroynd.
Skúlagongdin í útbúgvingini fevnir um almennar lærugreinar, yrkislærugreinar og vallærugreinar. Í mynd 2 eru lærugreinarnar endurgivnar.
Mynd 2: Førleikamál, ið læru
greinarnar styðja
Lærugreinin styðjar fylgjandi førleikamál. Talmerkingin av førleikamálunum vísir til talmerkingina í útbúgvingarkunngerðini. |
|
|
| 1. skúlaskeið | 2. skúlaskeið | 3. skúlaskeið | Sveina- royndar- skeið |
Almennar lærugreinar |
| Lærugreinastig | Vegleiðandi pultstímar til saman: 360 |
|
|
|
|
| Alisfrøði | E | 72 | 72 |
|
| |
10, | Enskt | E | 72 | 72 |
|
| |
| Føroyskt | E | 72 | 72 |
|
|
|
6, | Støddfrøði | E | 72 | 72 |
|
|
|
| Vallærugrein/Danskt/Týskt/Vinnu og samfelag/Íverksetan | E | 72 |
| 72 |
|
|
360 | 216 | 144 | |||||
Yrkislærugreinar | Lærugreinaheiti | Lærugreinastig | Vegleiðandi pultstímar til saman: 1.200 |
|
|
|
|
4, 11 | Framkomið stig | 40 | 30 | 10 |
| ||
2, 3, 4, 10, 11 | Framkomið stig | 44 | 24 | 20 | |||
1, 3, 5, 6, 7, 9, 11, kap. 3 § 9, stk. 2 | Byrjanarstig | 32 |
|
| 32 | ||
2, 3, 4, 6,9, 11, | Vanastig | 24 |
| 24 |
| ||
8, 13, | Bygnings fysik | Vanastig | 16 |
|
| 16 | |
|
| 8 | 8 |
|
| ||
|
| 12 | 12 |
|
| ||
4, 5, 8, 11 | Góðskutil- vitan | Vanastig | 20 |
|
| 20 | |
1, 7 | Vanastig | 36 |
| 36 |
| ||
1, 4, 5, 7, 8, 11, 16, 21, | Framkomið stig | 23 |
| 23 |
| ||
4 - 8, 12 - 26, , Kap.3 § 9, stk. 2 | Framkomið stig | 540 | 200 | 200 | 120 | 20 | |
7, 8, Kap 3 § 9, stk. 2 | Byrjannarstig | 40 |
| 40 |
| ||
7, 14, | Framkomið stig | 361 | 128 | 100 | 85 | 48 | |
6- 8, 11, 13, 15, 16, 21,- 24, 29, | Framkomið stig | 26 | 6 | 10 | 10 | ||
1, 4, 5, 6- 9, 11, 12, 27, 28, | Framkomið stig | 72 |
| 12 | 44 | 16 | |
4 - 8, 11 | Yrkisvallærugrein | 150 | 60 | 65 | 25 | ||
| Eftirmeting |
| 176 | 36 | 36 | 18 | 86 |
1384 | 504 | 576 | 360 | 180 | |||
Alm. + yrkislgr. | 1744 | 720 | 720 | 360 | |||
+ Yrkisvallærugreinar | 1980 | 720 | 720 | 360 | 180 | ||
Yrkisvallærugreinar | Lærugreinaheiti | Lærugreinastig | Vegleiðandi pultstímar til saman: 150 |
|
|
|
|
| AutoCad 1 | Byrjunarstig | 36 |
|
|
|
|
| AutoCad 2 | Vanastig | 24 |
|
|
|
|
| Guvubyrging skeið | Framkomið stig | 24 |
|
|
|
|
| Maskin snikkara arb.1 | Byrjunarstig | 32 |
|
|
|
|
Maskin snikkara arb.2 | Vanastig | 32 | |||||
| Handaligt timbur læra, uppfylgjan | Framkomið stig | 36 |
|
|
|
|
| Gipsarb. | Byrjunarstig | 24 |
|
|
|
|
Trigonometri í praksis | Byrjunarstig | 24 | |||||
Í myndini sæst hvat ella hvørji førleikamál í kapittul 3 í kunngerðini, lærugreinarnar styðja og í hvørjum skúlaskeiði frálæran í ymisku lærugreinunum fer fram.
Býtið av lærugreinum millum skúlaskeiðini er vegleiðandi, og er lagt soleiðis til rættis, at undirvísingin í mest møguligan mun styðjar verkliga partin av útbúgvingini. Skúlin ásetur lutmál fyri frálæruna í hvørjum skúlaskeiði sær.
Almennar lærugreinar
Almennu lærugreinarnar fevna um ástøðiliga undirvísing, ið skal miða ímóti at menna tann almenna kunnleikan hjá næminginum og styðja undirvísingina í yrkislærugreinunum. Somuleiðis skulu almennu lærugreinarnar í 4. skúlaskeiði fyrireika næmingin til framhaldandi útbúgving, og harvið styrkja persónliga menning, lestrarførleika og samfelagsfatan.
Lærugreinin alisfrøði skal geva næminginum vitan og innlit í alisfrøðilig fyribrigdi, hugtøk og arbeiðshættir, sum hava týdning fyri arbeiði innan yrki.
Sí leinki: http://www.namsaetlanir.net/node/93
Lærugreinin enskt skal menna førleikarnar hjá næminginum at samskifta á enskum máli um tær fakligu uppgávurnar, sum arbeitt verður við. Við hesum mennist orðavalið hjá næminginum og næmingurin fær betur førleikar til at samskifta.
Sí leinki: http://www.namsaetlanir.net/node/94
Lærugreinin føroyskt skal menna førleikarnar hjá næminginum at samskifta á føroyskum máli um tær fakligu uppgávurnar, sum arbeitt verður við. Við hesum mennist orðavalið hjá næminginum og næmingurin fær betur førleikar til at samskifta.
Sí leinki: http://www.namsaetlanir.net/node/73
Lærugreinin støddfrøði er grundleggjandi fortreyt í øllum teimum uppgávum, sum næmingurin arbeiðir við. Serliga eru tað teir grundleggjandi førleikarnir, sum verða nýttir – flatamál/vídd, mongd, prísir, handilsrokning, brot, geometri, umframt meira framkomnir roknihættir so sum trigonometri.
Sí leinki:http://www.namsaetlanir.net/node/99
Yrkislærugreinir
Námsætlanirnar fyri einstøku yrkislærugreinarnar síggjast í fylgiskjali 1 til 14.
Yrkislærugreinarnar sermerkja læruna til timburmann og skulu veita almennan kunnleika og fakligan yrkisførleika. Partar av yrkislærugreinunum eru serlærugreinar, ið eru á hægsta fakliga stigi innan yrki og fata tær um verkliga og ástøðiliga undirvísing, sum skal miða ímóti at veita næminginum serligan yrkisførleika sum timburmaður.
Avriksmátini fyri yrkislærugreinarnar eru í trimum stigum, so til ber er at gera ein karm um lýsing, skjalprógvan og sýning av stigunum og framgongdini í undirvísingini í mun til uppgávurnar. Arbeitt verður á trimum stigum, ið vísa til torleikastigi í námsætlanunum: byrjanarstig, vanastig og framkomið stig:
Byrjanarstig: Næmingurin dugir at loysa eina uppgávu og arbeiða í vandum førum ella út frá einum kendum greiðsluevni ella hann dugir at gera torførari arbeiði við vegleiðing. Á hesum stigi verður dentur lagdur á persónligar førleikar til at seta seg inn í grundleggjandi kunnleika- og hegnisøki í útbúgvingini, og førleikar til at menna ábyrgd og grundarlag til framhaldandi læring. Á byrjanarstigi skal sjálvstøði somuleiðis verða grundfest í samband við at uppgávur verða loystar.
Vanastig: Næmingurin dugir at tilrættarleggja og loysa eina uppgávu við vandum ella kendum greiðsluevnum og umhvørvi, sjálvstøðugt og í samstarvi við onnur. Á hesum stigi verður dentur lagdur á persónligar førleikar til sjálvstøðugt at seta seg inn í torskildari greiðsluevni og at samskifta við onnur um loysnirnar. Afturat hesum verður dentur lagdur á smidleika og tillagingarevni.
Framkomið stig: Næmingurin dugir at meta um ein trupulleika, tilrættisleggja, loysa og fremja eina uppgávu ella at loysa ein trupulleika, eisini í óvandum førum – einsamallur ella í samstarvið við onnur – við atliti at uppgávuni. Á hesum stigi verður dentur lagdur á persónligar førleikar til sjálvstøðugt at taka ábyrgd og at sýna virkisanda til sjálvur at orða og loysa fakligar og sosialar uppgávur og trupulleikar. Afturat hesum verður dentur lagdur á tilvitan um góðsku og skapanarevni.
Yrkisvallærugreinarnar skulu miða eftir at nøkta áhugamál næmingsins, at stuðla áhugan fyri framhaldandi útbúgving og at menna yrkis- og lestrarførleikan. Vallærugreinarnar skulu eisini stimbra vanligu førleikakrøvini og arbeiðsmøguleikarnar í samfelagnum.
Mynd 3 endurgevur málini fyri verkliga partin av útbúgvingini. Í myndini verður eisini víst á, hvat ella hvørji førleikamál í kapittul 3 í útbúgvingarkunngerðini, einstøku málini styðja.
Mynd 3: Førleikamál, ið verkliga læran styðjar
Málini fyri verkligu læruna styðja fylgjandi førleikamál. Talmerkingin av førleikamálunum vísir til talmerkingina í útbúgvingarkunngerðini. | Mál fyri verkligu læruna |
1-6, 9, 11 | Arbeiða við nýbygging |
1-6, 9, 11, 29 | Arbeiða við umbygging og umvæling |
3, 4, 6, 11 | Arbeiða við byggipalli |
2, 3, 4 | Innrættað byggipláss |
3, 5, 11-29 | Ráðleggja sjálvstøðugar arbeiðsuppgávur |
6, 14- 20 | Evna til og seta upp takkonstruktiónir |
6,12, 13, 20, 22, 25 | Bjálva konstruktiónir |
6, 15-20 | Arbeiða við tróðri, lektum, stern, úthang og takklædningi v.m. |
6, 13, 20-23 | Evna til útveggir. |
5, 6, 21 | Máta upp, bíleggja og seta í hurðar og vindeygu |
6, 22 | Evna til og klæða skilaveggir |
1, 6, | Stilla upp í lættbetong (forskalling) |
1, 6, 27 | Máta upp og seta upp trappur |
6, 25 | Seta upp loft |
1, 6, 12, 24 | Evna til gólv og undirsløg, og leggja trægólv við parkett ella brettum |
6, 26 | Seta upp innbúgv og gólv- og loftpanel |
Fyri at náa førleikamálini fyri útbúgvingina skal læruplássið leggja verkligu læruna soleiðis til rættis, at næmingurin í mest møguligan mun fær høvi til at arbeiða við uppgávunum, sum nevndar eru í mynd 3.
Vavi av arbeiðsuppgávum á læruplássinum kann tó hava við sær, at næmingurin ikki fær høvi til at arbeiða við øllum uppgávunum í verkligu læruni, heldur ikki innan fyri eitt ávíst tíðarskeið. Tað er tó ábyrgdin hjá læruplássinum at tryggja eina so fjølbroytta læru sum gjørligt, møguliga við at næmingurin ein part av lærutíðini er hjá einum útisetavirki og arbeiðir við teimum uppgávum, sum læruplássi ikki arbeiðir við.
Fyri at fylgja lærutilgongdini hjá næminginum skal næmingurin í lærutíðini í minsta lagi til 3 samrøður við læruplássi. Samrøðurnar hava fylgjandi endamál:
1. Samrøða I er ein samrøða, har næmingurin og læruplássi leggja fram sínar væntanir til útbúgvingartíðina. Samrøðan eigur at verða hildin áðrenn royndartíðin á 3 mánaðir er úti.
2. Samrøða II og III eru samrøður, har næmingurin og læruplássi taka saman um og eftirmeta útbúgvingargongdina higartil.
Til kapittul 3 – Førleikamál við útbúgvingarlok
Førleikamálini, sum næmingurin skal duga við lokna útbúgving eru ásett í kapittul 3 í útbúgvingarkunngerðini.
Til kapittul 4 – Sveinaroynd
Sveinaroyndin er partur av sveinaroyndarskeiðnum, ið skúlin skipar fyri og sum varir 5 vikur.
Kunngerð um próvtøkur í yrkislærugreinum og fremjingarreglur fyri yrkis- og sveinaroyndir er galdandi fyri fremjan av sveinaroyndini.
Fyri at innskriva seg til sveinaroyndarskeiði skal næmingurin hava staðið 1.-3. skúlaskeið sambært ásetingunum í kunngerð um felags reglur fyri yrkisútbúgvingar og hava góðkendan lærusáttmála.
Umframt sjálva sveinaroyndina fevnir sveinaroyndarskeiði eisini um fyrireiking til sveinaroyndina, ið skúlin skipar fyri. Til fyrireiking fær næmingurin 86 pultstímar, lutaðar á 12 dagar.
Skúlin leggur til rættis tíðarætlan fyri sveinaroyndarskeiði, ið næmingurin fær útflýggjaða, tá hann verður boðsendur at møta.
Sveinaroyndin fevnir um tveir høvuðspartar – ein ástøðiligan part og ein verkligan part.
Yrkisnevndin ger uppgávurnar til sveinaroyndina.
Skúlin skal tilnevna ein uttanhýsis ansara at hava umsjón við sveinaroyndini. Ansari skal hava umsjón við ástøðiliga og verkliga partinum av sveinaroyndini, so næmingar m.a. ikki taka ímóti hjálp frá øðrum meðan arbeitt verður við sveinaroyndini, uttan so at talan er um eina serstøðu (m.a. orðblindni).
Ástøðiligi parturin av sveinaroyndini
Ástøðiligi parturin av sveinaroyndini fevnir um eina verkætlan, eina tekniroynd og útrokning av tilfarslista.
Verkætlan
Til verkætlanina fær næmingurin 40 klokkutímar lutaðar á 5 dagar. Næmingurin fær útflýggjaða eina uppgávuorðing, sum tekur støði í einum lærifyridømi. Verkætlanin skal fevna um:
1. Uppskot um uppgávuloysn
7. Arbeiðs- og tíðarætlan
Við støði í verkætlanini verður hildin ein munnlig próvtøka, ið varir 30 minuttir íroknað próvtalsgeving. Til munnligu próvtøkuna skal næmingurin leggja verkætlanina fram og við henni sýna, hvussu uppgávan verður loyst. Næmingurin kann nýta skitsur, myndlar, lutir í minni líki og greiða frá arbeiðshátti, amboðum o.ø.
Ein lærari og tveir metingardómarar døma verkætlanina og munnligu próvtøkuna.
Við støði í einari heildarmeting av verkætlanini og munnligu próvtøkuni verður givið eitt próvtal fyri verkætlanina.
Tekniroynd
Til tekniroyndina fær næmingurin 5 klokkutímar.
Loyvdir hjálparmiðlar eru nýttar lærubøkur, fylgiskjøl og lummaroknari, sum skúlin hevur góðkent.
Tekniroyndin verður loyst sum fríhendistekning, og sum tveir metingardómarar døma.
Givið verður eitt próvtal fyri tekniroyndina.
Útrokning av tilfarslista
Til útrokning av tilfarslista fær næmingurin 1 klokkutíma og 20 minuttir.
Loyvdir hjálparmiðlar eru nýttar lærubøkur, fylgiskjøl og lummaroknari, sum skúlin hevur góðkent.
Tveir metingardómarar døma útrokningina av tilfarslistanum.
Givið verður eitt próvtal fyri útrokningina av tilfarslistanum.
Døming av ástøðiliga partinum
Endaliga próvtalið fyri ástøðiliga partin av sveinaroyndini verður við einum desimali roknað sum eitt vektað miðaltal av próvtalinum fyri verkætlanina, tekniroyndina og útrokningina av tilfarslistanum.
Próvtalið fyri verkætlanina skal vektast við 4/10, próvtalið fyri tekniroyndina vektast við 4/10 og próvtalið fyri útrokningina av tilfarslistanum vektast við 2/10.
Fyri at standa ástøðiliga partin av sveinaroyndini skal næmingurin í minsta lagi hava fingið próvtali 02 fyri verkætlanina, próvtali 02 fyri tekniroyndina og próvtali 02 fyri útrokningina av tilfarslistanum.
Verkliga royndin
Næmingurin skal hava staðið ástøðiliga partin av sveinaroyndini áðrenn hann kann byrja upp á verkliga partin.
Áðrenn verkliga royndin byrjar, skal ansarin býta út verkligu uppgávuna og kunna næmingarnar um m.a.:
2. Arbeiðstíð og steðgir.
3. Tilfar og rudding.
4. Atkomu- og rýmingarleiðir og um at halda hesar leiðir fríar.
5. Staðseting av útgerð til eldsløkking.
6. Nýtslu av amboðum, sum næmingurin kann gera brúk av.
7. Goymslu av amboðum uttan fyri arbeiðstíð.
8. Aðrar skilhaldsreglar, undir hesum forboð móti rúsdrekka, royking og tendraðum fartelefonum.
9. At næmingurin ikki hevur loyvi at taka ímóti hjálp frá øðrum.
10. Avleiðingarnar um hesar reglar ikki verða fylgdar.
Næmingurin fær 40 klokkutímar lutaðar á 5 dagar til arbeiðið við verkligu uppgávuni. Skúlin ger av, nær royndin byrjar og endar, umframt hvørjar arbeiðstíðirnar eru.
Áðrenn royndin byrjar kunnu næmingarnir leggja út plátur til tekning av planum og tvørskurðum. Planir og tvørskurðir kunnu snørast upp àðrenn royndin byrjar. Skúlin hevur ábyrgdina av, at timbrið, sum næmingarnir skulu brúka, er at rokna sum “vanlig góð handilsvøra”, og at timbrið til konstruktiónir er í minsta lagi
K18-flokkað og til lektir C18/T1-flokkað, tó ikki tilfar at skora ella stytta við. Tá royndin byrjar skal alt timbri vera stemplað ella á annan hátt merkt.
Um næmingurin av misgáum forkappar eitt konstruktiónstræ í longdarmátinum, kann hann fáa nýtt timbur í staðin. Ansarin skal vera vitandi um hetta. Nýggja timbrið skal vera sjónligt, og skal tí ikki stemplast ella á annan hátt merkjast. Feil skorið timbur skal leggjast á profilet og vera við í dømingini.
Um timbur ella plankar eru vindskt, ikki vinkulrætt ella viðberingarflatan er bogin, kann loyvi vera givið til at hølva timbur og plankar í avmarkaðum vavi. Loyvt er ikki at hølva skurðir, har sagað hevur verið.
Tað eigur at verða upplýst fyri næminginum, at timbursamlingar ikki skulu smíðast ella neglast fastari, enn at tær eru lættar at taka sundur aftur. Møguligt skal vera at taka sveinastykki sundur, tí minst ein samanseting skal skiljast sundur til døming.
Næmingurin skal nágreiniliga hava at vita, at tey amboð, sum fyrst og fremst skulu brúkast, eru tey, sum standa nevnd á amboðslistanum.
Umframt amboðini sum standa á amboðslistanum, kann næmingurin gera brúk av hondamboðum (bori-, skrúvimaskinu, rundsag, krotusag, elektriskum høvli og kappgeringsag). Læruplássið skal hava hesi amboðini tøk til næmingin at brúka.
Royndin krevur ikki fast pláss við eitt arbeiðsborð.
Allar uppgávurnar skulu latast inn uppsettar á planet.
Døming av verkliga partinum
Dømingin av verkliga partinum av sveinaroyndini skal fremjast skjótast gjørligt eftir at verkliga royndin er liðug.
Í samband við dømingina av verkligu royndini skal í minsta lagi ein samanseting í sveinastykkinum skiljast sundur til døming. Samansetingin verður vald út á staðnum.
Tveir metingardómarar døma verkligu royndina.
Givið verður eitt próvtal fyri verkligu royndina.
Fyri at standa verkligu royndina skal næmingurin í minsta lagi hava fingið próvtali 02 fyri verkligu royndina.
Endaligt sveinaroyndarpróvtal
Endaliga sveinaroyndarpróvtalið verður við einum desimali roknað sum eitt miðaltal av próvtalinum fyri ástøðiliga partinum og próvtalinum fyri verkliga partinum av sveinaroyndini.
Fyri at standa sveinaroyndina skal endaliga próvtalið vera minst 02.
Í sveinaroyndini verður næmingurin mettur sambært niðanfyristandandi próvtalsstiga:
Próvtal | Merking | Lýsing |
12 | Fyri framúr gott avrik | Próvtali 12 verður givið fyri avrik, sum lýtaleyst ella mest sum lýtaleyst lýkur málini. |
10 | Fyri sera gott avrik | Próvtali 10 verður givið fyri sera gott avrik, ið við onkrum smávegis lýtum lýkur flestu málini. |
7 | Fyri gott avrik | Próvtali 7 verður givið fyri gott avrik, ið við nøkrum lýtum, væl lýkur málini. |
4 | Fyri hampiligt avrik | Próvtali 4 verður givið fyri hampiligt avrik, ið hevur fleiri grov lýti og ikki lýkur málini væl. |
02 | Fyri toluligt avrik, sum kann verða góðtikið | Próvtali 02 verður givið fyri toluligt avrik, ið akkurát stendur mát, og í minsta mun lýkur málini. |
00 | Fyri ikki nøktandi avrik | Próvtali 00 verður givið fyri ikki nøktandi avrik, ið ikki stendur mát og ikki lýkur málini. |
-3 | Fyri heilt vánaligt avrik | Próvtali -3 verður givið fyri heilt vánaligt avrik, sum als ikki kann verða góðtikið. |
Tá ið liðugt er at próvdøma sveinaroyndina, skal oyðublað við endaligu próvtølunum fyri hvønn næming sær sendast til yrkisnevndina.
Yrkisnevndin útskrivar eftirfylgjandi næminginum sveinabræv, ið verður sent læruplássinum 2 – 3 vikur áðrenn lærutíðin hjá næminginum er liðug.
Endaliga sveinaroyndarpróvtali við einum desimali verður umskriva til fylgjandi orðingar í sveinabrævinum:
11,5 – 12,0 | Góðkent við silvur |
11,0 – 11,4 | Góðkent við bronsu |
8,5 – 10,9 | Góðkent við rós |
2,0 – 8,4 | Góðkent |
Sjúkrapróvtøka
Um næmingurin gerst sjúkur áðrenn ella meðan sveinaroyndin er, og ikki er førur fyri at greiða úr hondum sveinaroyndina, áseta skúlin og yrkisnevndin eina sjúkrapróvtøku skjótast gjørligt eftir at næmingurin er vorðin frískur.
Vegleiðing til næming, sum ikki stendur sveinaroyndina
Um næmingurin ikki stendur sveinaroyndina, skulu metingardómararnir beinanvegin boða skúlanum og yrkisnevndini frá hesum og geva eina stutta skrivliga frágreiðing um orsøkina til at næmingurin ikki stóð royndina. Metingarskjøl, sum eru útfylt á nøktandi hátt, kunnu góðgera frágreiðingina.
Skúlin skal hareftir skjótast gjørligt seta seg í samband við næmingin og læruplássi fyri at fáa greiði á, hví næmingurin ikki stóð royndina og fyri at greiða frá, hvørjar møguleikar næmingurin og læruplássi hava og fyri at finna út av hvat skal gerast víðari.
Um næmingurin og læruplássi eru samd um, at næmingurin skal fara til nýggja sveinaroynd og lærusáttmálin gongur út áðrenn næmingurin hevur staðið sveinaroyndina, skal lærusáttmálin leingjast so hann er galdandi alla sveinaroyndina. Leingjan av lærusáttmála verður gjørd á oyðublaði, ið er gjørt til hetta endamál.
Kærumøguleikar
Um næmingurin metir at fremjanin ella dømingin av sveinaroyndini ikki er nøktandi, kann hann í seinasta lagi 8 dagar eftir at hann er gjørdur kunnigur við úrslitið av sveinaroyndini, kæra málið til yrkisnevndina sbrt. kunngerð um felagsreglur í yrkisnámi fyri næmingar, sum byrja útbúgvingina skúlaárið 2013/2014 ella seinni. Kæran skal verða skrivlig og skal stílast til Yrkisdepilin.
Í samband við kærumál um sveinaroynd skulu metingardómararnir geva eitt ummæli av teimum fakligu spurningunum í kæruni. Metingarskjøl, sum eru útfylt á nøktandi hátt, kunnu góðgera frágreiðingina.
Til kapittul 5 – Gildiskoma
Kunngerðin er galdandi frá dd.md.20xx og er galdandi fyri næmingar, ið byrja skúlagongdina eftir 01. august 2013.
Fylgiskjal 1
Námsætlan í lærugreinini
Amboðslæra ( El-handamboð)
Lærugreinabólkur: Yrkislærugrein
Avriksmát: Framkomið stig
Vegleiðandi tímatal: 40
Lýsing av lærugreinini:
Endamálið við undirvísingini er, at lærlingurin:
Næmingurin dugur at nýta rætta el-handamboði til eina givna uppgávu á ein tryggan hátt.
Førleikamál fyri lærugreinina:
Við undirvísingarlok skal næmingurin duga
a. at velja, nýta og viðlíkarhald tað rætta el-handamboði til eina givna uppgávu.
b. at evnað og nýta viðkomandi stuðulsamboð og kúgv (skabeloner) til fresara, sagir og bormaskinur.
c. at leggja tilrættis arbeiðsstaði trygt, við vitan um umhvørvislógina, um trygd, ergonomi, larm, støv o.a.
d. at velja bor, klingur og blø til at tess náa eitt gott úrslit..
e. duga at nýta stationerar/støðufastar maskinur: bandsag, avrættari, tjúktarhøvul, avkortari og format-rundsag. Maskinkoyrikort.
f. duga at velja/nýta og viðlíkahalda rætta handamboði til eina givna uppgávu.
Próvtøka / eftirmeting:
Eftirmetingin av lærugreinini er við í samlaðu eftirmetingini av skúlaskeiðnum. Eftirmetingin tekur støði í:
· Vali av amboði/hvessing og úrsliti
· Eftirmeting verður gjørd við støðumeti.
Fylgiskjal 2
Námsætlan í lærugreinini
Arbeiðsumhvørvi
Lærugreinabólkur: Yrkislærugrein
Avriksmát: Byrjunar stig
Vegleiðandi tímatal: 44 pultstímar
Lýsing av lærugreinini:
Endamálið við undirvísingini er, at lærlingurin fær innlit í lógir, viðtøkur og myndugleikar ið regulera tann trygga arbeiðsmarknaðin.
Førleikamál fyri lærugreinina:
Við undirvísingarlok skal næmingurin duga
Próvtøka / eftirmeting:
Eftirmetingin av lærugreinini er partur í samlaðu eftirmetingini av skúlaskeiðnum.
Fylgiskjal 3
Námsætlan í lærugreinini
Betong og forskalling
Lærugreinabólkur: Yrkislærugrein
Avriksmát: Byrjunarstig
Vegleiðandi tímatal: 32
Lýsing av lærugreinini:
Endamálið við undirvísingini er, at lærlingurin:
Verður gjørdur kunnugur við betong, armering, vibrering og forskalling.
Førleikamál fyri lærugreinina:
Próvtøka / eftirmeting:
Eftirmetingin av lærugreinini er við í samlaðu eftirmetingini av skúlaskeiðnum.
Fylgiskjal 4
Námsætlan í lærugreinini
Byggipláss
Lærugreinabólkur: Yrkislærugrein
Avriksmát: Byrjunar stig
Vegleiðandi tímatal: 24
Lýsing av lærugreinini:
Endamálið við undirvísingini er, at lærlingurin:
Fær innlit í innrættan av ein byggiplássi við atlitið til trygd og arbeiðsumhvørvi
Førleikamál fyri lærugreinina:
Við undirvísingarlok skal næmingurin duga
a. at leggja til rættis og innrætta eitt minni byggipláss so tað verður arbeiðsligt, tað verður seg við atliti til vælferðarhentleikar, gonguvegir, avbyrging, ruskskiljing, vetrartiltøk, nærumhvørvi o.a.
b. at innrætta eitt byggipláss sambært galdandi reglum fyri at tryggja at neyðug trygdarútgerð eru til staðar og fyri at staðseta ábyrgdina av felags trygdartiltøkum.
Próvtøka / eftirmeting:
Eftirmetingin av lærugreinini er við í samlaðu eftirmetingini av skúlaskeiðnum. Eftirmetingin tekur støði í:
a) Plantekning
b) Tíðarætlan
c) Skrivlig frágreiðing
Fylgiskjal 5
Námsætlan í lærugreinini
Eldsløkking
Lærugreinabólkur: Yrkislærugrein (arbeiðsumhvørvi)
Avriksmát: Grundskeið
Vegleiðandi tímatal: 8 pultstímar
Lýsing av lærugreinini:
Endamálið við undirvísingini eldsløkking er, at lærlingurin:
· Hevur kunnleika um, at fyribyrgja at eldur festur í og hvussu ein skal bera seg at, um eldur er í, og við einføldum hjálparamboðum og –hættum at vera førur fyri at sløkkja smærri eldar og forða eldi í at breiða seg.
· Fáa prógv í eldsløkking á byrjunarstigi (grundskeið)
Førleikamál fyri lærugreinina:
Við undirvísingarlok í eldsløkking skal næmingurin duga.
a. Hevur kunleika um, eldástøði og grundleggjandi sløkkiástøði.
b. Dugir at fyribyrgja eldáseting.
c. Dugir at sløkkja smærri eldar.
d. Dugir ávaringarmannagongdir.
e. Hevur kunnleika um serligar eld- og spreingivágar.
f. Hevur kunnleika um, m.a. brandteppi, pulvur-,CO2-,vatn- og skúmsløkking.
Undirvíst verður í eldsløkking samsvarandi leiðreglum hjá “Brand og Sikringsteknisk Forum” (BSF). Undirvísari skal hava fullgilt “instruktørprógv” fyri at undirvísa í eldsløkking:
Próvtøka / eftirmeting:
Eftirmetingin tekur støði í:
a. Ì eldsløkking fer prótøkan fram samsvarandi reglunum hjá ”Brand og sikringsteknisk forum” (brandstøðin)
b. Skeiðsváttan verður latin til luttakarin.
Fylgiskjal 6
Námsætlan í lærugreinini
Fyrstahjálp
Lærugreinabólkur: Yrkislærugrein ( Arbeiðsumhvørvi)
Avriksmát: Grundskeið í fyrstuhjálp.
Vegleiðandi tímatal: Tað til ein og hvørja galdandi hjá Dansk Rødekors. 12 tímar
Lýsing av lærugreinini:
Endamálið við undirvísingini er, at lærlingurin:
· Er førur fyri at halda lív í ella fáa lív aftur í persón eftir vanlukku ella brádligari sjúku, til bjargingarfólk ella lækni kemur á staðið.
· Fáa prógv í fyrstuhjálp á (byrjanarstigi) grundskeið.
Førleikamál fyri lærugreinina:
Við undirvísingarlok skal næmingurin duga:
a. Teir 4 høvuðshættirnar í fyrstuhjálp.
b. Stigvísa fyrstuhjálp til persón í óviti.
c. Fyrstuhjálp til bløðandi persón.
d. Fyrstuhjálp til persón í sjokki.
e. At flyta ella lyfta persón við skaða.
f. Hevur kunnleika um sálarligafyrstuhjálp
g. Hevur kunnleika um, m.a. blóðrenslið og andaleiðina.
h. Hevur kunnleika um, hvar lívgøgnini sita.
Undirvíst verður í fyrstuhjálp samsvarandi leiðreglum hjá Dansk Rødekors – Dansk Førstehjælpsråd (DFR). Undirvísari skal hava fullgilt “instruktørprógv” fyri at kunna undirvísa í fyrstuhjálp.
Próvtøka / eftirmeting:
Eftirmetingin tekur støði í:
· Í fyrstuhjálp fer próvtøkan fram samsvarandi reglugerð hjá Dansk Rødekors – Dansk Førstehjælpsråd.
Fylgiskjal 7
Námsætlan í lærugreinini
Hæddarmáta og avseta
Lærugreinabólkur: Yrkislærugrein
Avriksmát: Vanastig
Vegleiðandi tímatal: 36
Lýsing av lærugreinini:
Endamálið við undirvísingini er, at lærlingurin:
Lærir meginreglurnar í avseting bæði vatnrætt og loddrætt.
Førleikamál fyri lærugreinina:
Við undirvísingarlok skal næmingurin duga:
a. Meginreglurnar í avseting, so hann kann avseta hæddir, vatnrættar og loddrættar linjur.
b. Avseta hæddir við hæddarmátitóli, føra málibók og rokna kotir.
c. Verða førur fyri at velja hóskandi tól til avseting til eina givna uppgávu, útfrá kunnleika til tey mest vanligu mátitólini.
Próvtøka / eftirmeting:
Eftirmetingin av lærugreinini er við í samlaðu eftirmetingini av skúlaskeiðnum.
Fylgiskjal 8
Námsætlan í lærugreinini
Í setan av hurðum og vindeygum
Lærugreinabólkur: Yrkislærugrein
Avriksmát: Framkomið stig
Vegleiðandi tímatal: 23
Lýsing av lærugreinini:
Endamálið við undirvísingini er, at næmingurin kunna ráðgeva og seta vindeygu og hurðar í
Førleikamál fyri lærugreinina:
Við undirvísingarlok skal næmingurin duga
a. At ráðgeva um og seta vindeygu og hurðar í, úti og inni.
b. Kann ráðgeva um og gera avslutningar innan, tilsetningar, listar og vindeygakarmar. Haraftrat at bjálva við atlitið til krav um útlufting, tættleika, dampsperru, brunað-og ljóðkrøv.
c. Dugur at fuga innan og uttan um vindeygu og hurðar
d. Kann góðskumeta og skjalprógva arbeiði við hurðum og vindeygum
e. Kann velja og bíleggja viðkomandi tilfar og støddir, amboð og trygdarútgerð í samband við ísetan av hurðum og vindeygum.
Próvtøka / eftirmeting:
Eftirmetingin av lærugreinini er við í samlaðu eftirmetingini av skúlaskeiðnum.
Fylgiskjal 9
Námsætlan í lærugreinini
Konstruktiónir
Lærugreinabólkur: Yrkislærugrein
Avriksmát: Framkomið stig
Vegleiðandi tímatal: 540
Lýsing av lærugreinini:
Endamálið við undirvísingini er, at næmingurin:
Gert førur fyri at loysa allar konstruktivar uppgávur ein timburmaður eigur at klára við vitan, evnum, viðkomandi amboðum og arbeiðshættum
Førleikamál fyri lærugreinina:
Við undirvísingarlok skal næmingurin duga
Valm- og gratkonstruktión
1. Næmingurin kann seta upp og avstíva gratir og sperrir í eini gratkonstruktión.
2. Næmingurin kann bjálva á rættan hátt í samband við valm, grat og sperrukonstruktiónir, við atlitið til krøv um útlufting, tættleika og dampsperru.
3. Næmingurin kann gera tilhoyrandi tróður við avslutningum og takfóti.
4. Næmingurin kann ráðgeva um og gera útveksling og seta í takvindeygu og yvirljós (rytterlys) og haraftrat gera inndekningar til eitthvørt slag av taki.
5. Næmingurin kann rokna vinklar og longdir til eina valm- og gratkonstruktión við trigonometri.
6. Næmingurin kann í samband við valm- og gratkonstruktiónir, velja, máta upp og bíleggja viðkomandi tilfar og støddir, og hóskandi amboð og trygdarútgerð.
7. Næmingurin kann sjálvstøðugt ráðleggja, evna til, ráðgeva um, tekna og uppbyggja valmtekjur, gratir og sperrir.
8. Næmingurin kann leggja til rættis, góðskumeta og skjalprógva arbeiði við valmtekjum, gratum og sperrum.
Kelkonstruktión
1. Næmingurin kann seta upp og avstíva kelkonstruktiónir.
2. Næmingurin kann bjálva kelkonstruktiónir, við atlitið til krøv um útlufting, tættleika og dampsperru.
3. Næmingurin kann leggja tróður við avslutningum og takfóti.
4. Næmingurin kann rokna vinklar og longdir til kelkonstruktiónir við trigonometri.
5. Næmingurin kann í samband við gerð av kelkonstruktiónum, velja, máta upp og bíleggja viðkomandi tilfar og støddir, og haraftrat hóskandi amboð og trygdarútgerð.
6. Næmingurin kann sjálvstøðugt leggja til rættis, evna til, ráðgeva um, tekna og gera eina kelkonstruktión.
7. Næmingurin kann leggja til rættis, góðskumeta og skjalprógva arbeiði við kelkonstruktiónum.
Takarbeiði uttan
1. Næmingurin kann bjálva ein kvist við plankakeli, við atlitið til krøv um útlufting, tættleikakrøv og dampsperru.
2. Næmingurin kann tróðra við avslutningum og takfóti og takfót við skálkum.
3. Næmingurin kann evna til og leggja eina skottrennu.
4. Næmingurin kann lekta eitt tak til einhvørja tekju eftir tilhoyrandi vegleiðingum
5. Næmingurin kann ráðgeva og gera takavslutningar við klæðing av skjøldrum, vindskeiðir, listar og úthangsbrettir.
6. Næmingurin kann í samband við takarbeiði uttan, velja, máta upp og bíleggja viðkomandi tilfar og støddir og hóskandi amboð og trygdarútgerð.
7. Næmingurin kann sjálvstøðugt leggja til rættis, evna til, ráðgeva um, tekna og seta upp plankakel og kvist við klæðing innan.
8. Næmingurin kann leggja til rættis, góðskumeta og skjalprógva takarbeiði uttan.
Rot og soppar
1. Næmingurin kennir aftur skaðar av rot, soppum og/ella skordýrum
2. Næmingurin kann taka royndir til tekniskar kanningar
3. Næmingurin kann gera skaðar aftur útfrá einari tekniskari frágreiðing
4. Næmingurin kann meta um og gera brúk av kemiskari og konstruktivari vernd
5. Næmingurin kann góðskumeta og skjalprógva arbeiði við rot og soppum
6. Næmingurin kann velja, uppmáta og bíleggja viðkomandi støddir og tilfar, haraftrat amboð og trygdarútgerð til útinnan av arbeiði við rot og soppa og skordýraskaðar.
Gólvkonstruktiónir og trægólv
1. Næmingurin kann sjálvstøðugt leggja til rættis, skipa, ráðgeva um, tekna og gera allar vanligar gólvkonskruktiónir, undir hesum stroya gólv við atlitið til krøv um útlufting, tættleika og dampsperru.
2. Næmingurin kann ráðgeva um og leggja plátur og brettir við leysari útlegging
3. Næmingurin kann gera tað endaliga listaarbeiði í samband við gólvarbeiðið
4. Næmingurin kann leggja til rættis, góðskumeta og skjalprógva arbeiði við gólvkonstrunktiónum og trægólv
5. Næmingurin kann velja, uppmáta og bíleggja viðkomandi støddir og tilfar, aftrat hesum amboð og trygdarútgerð til arbeiði við gólvkonstruktiónum og gólválegging.
Gerð av vátrúmi við løttum skilaveggum
1. Næmingurin kann sjálvstøðugt leggja til rættis, skipa, ráðgeva um, tekna og stroya av til gólv í vátrúmi
2. Næmingurin kann leggja plátugólv við halli ímóti frárensli í einum vátrúmi
3. Næmingurin kann byggja upp og klæða veggir sum undirlag til vinyl og flísar í einum vátrúmi
4. Næmingurin kann leggja til rættis, góðskumeta og skjalprógva arbeiði til eitt vátrúm
5. Næmingurin kann velja, uppmáta og bíleggja viðkomandi støddir og tilfar, haraftrat amboð og trygdarútgerð til gerð av vátrúmi
Útveggskonstruktón við klæðing
1. Næmingurin kann sjálvstøðugt leggja til rættis, skipa, ráðgeva um, tekna og gera útveggir úr timbri, betong ella stáli
2. Næmingurin kann ráðgeva um og klæða útvegg við brettum og plátutilfari og gera avslutningar við horn, tak, lendi, hurðar, vindeygu og gjøgnumføringar
3. Næmingurin kann bjálva útveggir við atlitið til krøv um útlufting, tættleika og dampsperru
4. Næmingurin kann ráðgeva um og gera klæðingar innan og liðugtgerð av listum
5. Næmingurin kann leggja til rættis, góðskumeta og skjalprógva gerð av útveggi og klæðing
6. Næmingurin kann velja, máta upp og bíleggja viðkomandi støddir og tilfar, haraftrat hesum amboð og trygdarútgerð til gerð av útveggi og klæðing
Samansettar timburkonstruktiónir
1. Næmingurin kann tekna og haraftrat sjálvstøðugt leggja til rættis konstruktiónsuppgávur við atlitið til tillaðingar millum tak, vegg- og gólvkonstruktiónir
2. Næmingurin kann ráðgeva um val av loysnum og tilfari útfrá vitan um, stíl, brand, fukt, ljóð, bjálving, prís, tíðarætlan og viðlíkahald eftir viðkomandi tilfars-, trygdar- og arbeiðsvegleiðingum, haraftrat lógum og reglum
3. Næmingurin kann leggja til rættis, góðskumeta og skjalprógva arbeiði við samansettum konstruktiónum
Próvtøka / eftirmeting:
Eftirmetingin av lærugreinini er við í samlaðu eftirmetingini av skúlaskeiðnum. Eftirmetingin tekur støði í:
Fylgiskjal 10
Námsætlan í lærugreinini
Snið, skap og litir
Lærugreinabólkur: Yrkislærugrein
Avriksmát: Byrjunarstig
Vegleiðandi tímatal:40
Lýsing av lærugreinini:
Endamálið við undirvísingini er, at næmingurin:
Fær innlit í ymiskar søguligar byggisiðir so fakliga fatanin fær eitt størri grundstøði.
Førleikamál fyri lærugreinina:
Við undirvísingarlok skal næmingurin duga:
Á at skyna ymiskar byggisiðir so hann kann vera førur fyri at samantvinna handverk og arkitektur í uppgávunum sum hann fær at loysa.
Próvtøka / eftirmeting:
Eftirmetingin av lærugreinini er partur í samlaðu eftirmetingini av skúlaskeiðnum. Eftirmetingin tekur støði í:
Fylgiskjal 11
Námsætlan í lærugreinini
Tekning
Lærugreinabólkur: Yrkislærugrein
Avriksmát: Framkomið stig
Vegleiðandi tímatal: 361
Lýsing av lærugreinini:
Endamálið við undirvísingini er, at næmingurin:
● fær upplæring í ymiskum teknihættum við blýant og pappír
Førleikamál fyri lærugreinina:
Við undirvísingarlok skal næmingurin duga:
● at tekna eina givna uppgávu.
● at tekna, perspektiv og projektiónstekning, plan og profil við umkanting, finna sannar longdir á eitt nú sperrum, keli og grat,
● tekniteknikk
● blýant og pappír og fríhondstekning
Próvtøka / eftirmeting:
Eftirmetingin av lærugreinini er partur í samlaðu eftirmetingini av skúlaskeiðnum.
Fylgiskjal 12
Námsætlan í lærugreinini
Tilfarslæra
Lærugreinabólkur: Yrkislærugrein
Avriksmát: Byrjunarstig
Vegleiðandi tímatal: 26
Lýsing av lærugreinini:
Endamálið við undirvísingini er, at næmingurin fær innlit í grundleggjandi tilfarslæru.
Í hesum sambandi er nýtt tilfar partur av lærugreinini. Hetta kann t.d. gerast við at vitja veitarar ella luttaka á skeiðum hjá ráðgevum ella veitarum ið kunnu veita nýggjastu vitan um ymisk sløg av tilfari.
Førleikamál fyri lærugreinina:
Við undirvísingarlok skal næmingurin duga grundleggjandi tilfarslæru. Harumframt skal næmingurin hava ogna sær vitan um nýggj sløg av tilfari.
Próvtøka / eftirmeting:
Eftirmetingin av lærugreinini er partur í samlaðu eftirmetingini av skúlaskeiðnum.
Fylgiskjal 13
Námsætlan í lærugreinini
Trappir, svalar og rimaverk
Lærugreinabólkur: Yrkislærugrein
Avriksmát: Framkomiðstig
Vegleiðandi tímatal: 72
Lýsing av lærugreinini:
Endamálið við undirvísingini er, at næmingurin:
Førleikamál fyri lærugreinina:
Við undirvísingarlok skal næmingurin duga
1. Næmingurin kann avseta eitt trappuhol millum tvær hæddir (hæddarskilagólv)
2. Næmingurin kann máta upp, tekna og gera eina trappu til eina givna uppgávu
3. Næmingurin kann seta upp og festa trappur og haraftrat gera teir neyðugu avslutningarnar
4. Næmingurin kann ráðgeva um ymisk snið av trappum
5. Næmingurin kann velja, máta upp og bíleggja viðkomandi støddir og tilfar og haraftrat amboð og trygdarútgerð til arbeiði við trappum
6. Næmingurin kann leggja til rættis, góðskumeta og skjalfesta arbeiði við uppsetan av trappum
Próvtøka / eftirmeting:
Eftirmetingin av lærugreinini er partur í samlaðu eftirmetingini av skúlaskeiðnum.
Fylgiskjal 14
Námsætlan fyri
Verklig læra
Lærugreinabólkur: Verklig læra á góðkendum læruplássi
Avriksmát: Einki avriksmát
Vegleiðandi tímatal: Einki ásett
Lýsing av verkligu læruni:
Endamálið við verkligu læruni er, at næmingurin:
Førleikamál fyri verkligu læruna:
Í verkligu læruni skal næmingurin
a. arbeiða við nýbygging,
b. arbeiða við umbygging og umvæling,
c. arbeiða við verkstaðsarbeiði,
d. arbeiða við byggipalli,
e. innrættað byggipláss,
f. ráðleggja sjálvstøðugar arbeiðsuppgávur,
g. tilevna og seta upp takkonstruktiónir,
h. bjálva konstruktiónir,
i. arbeiða við tróðri, lektum, stern, úthang og takklædningi v.m.,
j. tilevna útveggir við innanhýsis og útvortis klæðing,
k. máta upp, bíðleggja og seta í hurðar og vindeygu,
l. tilevna og klæða skilaveggir,
m. stilla upp í lættbetong,
n. máta upp og seta upp trappur,
o. seta upp loftir,
p. tilevna gólv og undirsløg, og leggja trægólv við parkett ella brettum, og
q. seta upp innbúgv og gólv- og loftpanerlir
Próvtøka / eftirmeting:
Læruplássi váttar við starvsváttan, at lærlingur hevur arbeitt við nevndu økjum.