Námsskipan fyri bilsmiðútbúgvingina

Útgávudagur: 1. august.2013

Yrkisnevndin hevur givið út sambært kunngerð nr. 81. frá 3. juni.2013 um bilsmiðútbúgving.

Fyrisiting hjá yrkisnevndini er Yrkisdepilin:

Yrkisdepilin

Hoyvíksvegur 72

Postboks 3279

FO-110 Tórshavn

Telefon 30 65 60

Telefaks 30 65 64

www.yrkisdepilin.fo

yrkisdepilin@yrkisdepilin.fo

Skúlin, sum bjóðar skúlagongdina í útbúgvingini er:

Tekniski skúlin í Tórshavn

Smiðjugerði 1

Postboks 3239

FO 110-Tórshavn

Telefon 73 80 50

Telefaks 73 80 60

www.tst.fo

tst@skulin.fo

Til ber at venda sær til Yrkisdepilin og skúlan við spurningum um útbúgvingina og fyri at fáa meiri kunning um útbúgvingina.

Um ósamsvar er millum námsskipanina og útbúgvingarkunngerðina, so er tað altíð  útbúgvingarkunngerðin, sum er galdandi!

Til kapittul 1 – Um útbúgvingin

Endamálið við útbúgvingini er ásett í kapittul 1 í útbúgvingarkunngerðini.

Til kapittul 2 – Útbúgvingartíð, bygnaður og innihald

Útbúgvingin tekur 4 ár, og er lutað sundur í verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd.

Skúlagongdin í útbúgvingini, íroknað eitt sveinaroyndarskeið er 55 vikur. Skúlagongdin er lutað í trý skúlaskeið og eitt sveinaroyndarskeið.

Skúlagongdin verður skipað samsvarandi mynd 1.

Mynd 1: Skipan av skúlagongd og longd á skúlaskeiðum

Skúlaskeið

Vikur

1. skúlaskeið

20

2. skúlaskeið

20

3. skúlaskeið

10

Sveinaroyndarskeið

5

Til samans

55

Næmingar, sum hava staðið 1. og 2. skúlaskeið við nóg góðum úrsliti, kunnu eisini taka eitt 4. skúlaskeið. Hetta skúlaskeiðið kann eisini takast eftir lokna yrkisútbúgving. 4. skúlaskeið er 40 vikur, og er innihaldsliga tillaga soleiðis, at næmingarnir sjálvir velja ávísar almennar lærugreinar á C- stigi, ið geva møguleika til víðari lesnað. Sí meira um 4. skúlaskeið í námsæltan í Mentamálaráðið gevur út.

Til ber at byrja útbúgvingina við ella við ongum lærusáttmála. Um næmingurin byrjar útbúgvingina við ongum lærusáttmála, byrjar útbúgvingin við skúlagongd. Ger næmingurin lærusáttmála meðan hann gongur í skúla, verður lærutíðin roknað frá tí degi, skúlaskeiði, sum hann er í gongd við, er liðugt. Næmingurin fær tó góðskriva skúlaskeiðið, tá lærutíðin byrjar.

Hevur næmingurin arbeiðsroyndir ella aðra yrkisútbúgving, áðrenn hann byrjar í læru, kann lærutíðin verða stytt sambært meginreglum fyri stytting í lærusáttmála. Yrkisnevndin tekur avgerð um møguliga stytting av lærutíðini eftir umsókn frá sáttmálapørtunum.

Skúlagongdin í útbúgvingini fevnir um almennar lærugreinar, yrkislærugreinar og vallærugreinar. Í mynd 2 eru lærugreinarnar endurgivnar.

§ 5. Skemalagda tímatalið til yrkislærugreinir er ásett í kunngerðini til samans 1385 pultstímar við hesum lærugreinum:

1) Bensin- og dieselmotorar.

2) Bilaumhvørvi.

3) Bremsur.

4) Eldsløkking.(skal lýsast nærri í fylgisskjølum

5) Fyrstahjálp. (skal lýsast nærri í fylgisskjølum)

6) Motorstýringar.

7) Ravtøkniskipanir.

8) Skrokkur.

9) Stýrigreiðir og fjaðran.

10) Transmissión.

11) Trygdar- og hentleikaútbúnaður.

Stk. 2. Innihald og førleikamál í yrkislærugreinum verður lýst í námsætlanum fyri lærugreinirnar.

Mynd 2: Førleikamál, ið lærugreinarnar styðja

Lærugreinin styðjar fylgjandi førleikamál.

Talmerkingin av førleikamálunum vísir til talmerkingina í útbúgvingarkunngerðini.

1. eind

2. eind

3. eind

Sveina-

royndar-

skeið

Almennar lærugreinar

Lærugreinaheiti

Lærugreinastig

Vegleiðandi pultstímar til samans

Alisfrøði

E

72

X

Enskt

E

72

X

Føroyskt

E

72

X

Støddfrøði

E

72

X

Vallærugrein

E

72

X

 

 

 

360

216

144

 

 

Yrkislærugreinar

Lærugreinaheiti

Lærugreinastig

Vegleið. pultstímar til samans

2, 3, 7, 12, 13, 15,

Bensin- og dieselmotorar

Framkomið stig

286

52

136

98

25

13,

Bilaumhvørvi

Byrjunarstig

48

24

24

2, 3, 4, 12, 13,

Bremsur

Framkomið stig

122

72

50

20

2, 3, 13,

Motorstýringar

Framkomið stig

154

20

36

98

36

2, 3, 10, 11, 12, 13, 18,

Ravtøkniskipanir

Framkomið stig

306

108

82

116

36

12, 13,

Skrokkur

Byrjunar stig

60

60

2, 3, 5, 12, 13, 19,

Stýrigreiður og fjaðran

Framkomið stig

108

36

72

20

2, 3, 6, 13,

Transmission

Vanastig

80

24

56

2, 3, 8, 12, 13, 17,

Trygdar- og hentleikaútbúnaður

Byrjunar

stig

48

48

1. hjálp

12

12

Eldsløkking

8

8

Epoxy

16

16

Eftirmetingar

90

36

36

18

1338

468

540

360

137

Yrkisvallærugreinar

Lærugreinaheiti

Lærugreinastig

Vegleiðandi pultstímar

Bremsurullufelt

20

x

A/C

36

x

Dyno

20

x

ABS

24

x

Útskifting av rútum

20

x

 

Trygdarútgerð

20

 

 

 x

 

Elektronisk bensininnspræning

24

x

 

Skal vera tilsamans  

 

102

 36

36

 30

 

 

 

 

1800

720

720

360

43sv.roynd

180

TILSAMANS: 1980 tímar

Í myndini sæst hvat ella hvørji førleikamál í kapittul 3 í kunngerðini, lærugreinarnar styðja og í hvørjum skúlaskeiði frálæran í ymisku lærugreinunum fer fram. Býtið av lærugreinum millum skúlaskeiðini er vegleiðandi, og er lagt soleiðis til rættis, at undirvísingin í mest møguligan mun styðjar verkliga partin av útbúgvingini. Skúlin ásetur lutmál fyri frálæruna í hvørjum skúlaskeiði sær.

Almennar lærugreinar

Almennu lærugreinarnar fevna um ástøðiliga undirvísing, ið skal miða ímóti at menna tann almenna kunnleikan hjá næminginum og styðja undirvísingina í yrkislærugreinunum. Somuleiðis skulu almennu lærugreinarnar  í 4. skúlaskeiði fyrireika næmingin til framhaldandi útbúgving, og harvið styrkja persónliga menning, lestrarførleika og samfelagsfatan.

Lærugreinin alisfrøði skal geva næminginum vitan og innlit í alisfrøðilig fyribrigdi, hugtøk og arbeiðshættir, sum hava týdning fyri arbeiði innan yrki. sí leinki: http://www.namsaetlanir.net/node/93

Lærugreinin enskt skal menna førleikarnar hjá næminginum at samskifta á enskum máli um tær fakligu uppgávurnar, sum arbeitt verður við. Við hesum mennist orðavalið hjá næminginum  og næmingurin fær betur førleikar til at samskifta. Sí leinki: http://www.namsaetlanir.net/node/94

Lærugreinin føroyskt skal menna førleikarnar hjá næminginum at samskifta á føroyskum máli um tær fakligu uppgávurnar, sum arbeitt verður við. Við hesum mennist orðavalið hjá næminginum og næmingurin fær betur førleikar til at samskifta. Sí leinki: http://www.namsaetlanir.net/node/73

Lærugreinin støddfrøði er grundleggjandi fortreyt í øllum teimum uppgávum, sum næmingurin arbeiðir við. Serliga eru tað teir grundleggjandi førleikarnir, sum verða nýttir – flatamál/vídd, mongd, prísir, handilsrokning, brot, geometri, umframt meira framkomnir roknihættir so sum trigonometri. Sí leinki: http://www.namsaetlanir.net/node/99

Yrkislærugreinir

Námsætlanirnar fyri einstøku yrkislærugreinarnar síggjast í fylgiskjali 1 til 10.  

Yrkislærugreinarnar sermerkja læruna til bilsmið og skulu veita almennan kunnleika og fakligan yrkisførleika. Partar av yrkislærugreinunum eru serlærugreinar, ið eru á hægsta fakliga stigi innan yrki og fata tær um verkliga og ástøðiliga undirvísing, sum skal miða ímóti at veita næminginum serligan yrkisførleika sum bilsmiður.

Avriksmátini fyri yrkislærugreinarnar eru í trimum stigum, so til ber er at gera ein karm um lýsing, skjalprógvan og sýning av stigunum og framgongdini í undirvísingini í mun til uppgávurnar. Arbeitt verður á trimum stigum, ið vísa til torleikastigi í námsætlanunum: byrjanarstig, vanastig og framkomið stig:

Byrjanarstig: Næmingurin dugir at loysa eina uppgávu og arbeiða í vandum førum ella út frá einum kendum greiðsluevni ella hann dugir at gera torførari arbeiði við vegleiðing. Á hesum stigi verður dentur lagdur á persónligar førleikar til at seta seg inn í grundleggjandi kunnleika- og hegnisøki í útbúgvingini, og førleikar til at menna ábyrgd og grundarlag til framhaldandi læring. Á byrjanarstigi skal sjálvstøði somuleiðis verða grundfest í samband við at uppgávur verða loystar.

Vanastig: Næmingurin dugir at tilrættarleggja og loysa eina uppgávu við vandum ella kendum greiðsluevnum og umhvørvi, sjálvstøðugt og í samstarvi við onnur. Á hesum stigi verður dentur lagdur á persónligar førleikar til sjálvstøðugt at seta seg inn í torskildari greiðsluevni og at samskifta við onnur um loysnirnar. Afturat hesum verður dentur lagdur á smidleika og tillagingarevni.

Framkomið stig: Næmingurin dugir at meta um ein trupulleika, tilrættisleggja, loysa og fremja eina uppgávu ella at loysa ein trupulleika, eisini í óvandum førum – einsamallur ella í samstarvið við onnur – við atliti at uppgávuni. Á hesum stigi verður dentur lagdur á persónligar førleikar til sjálvstøðugt at taka ábyrgd og at sýna virkisanda til sjálvur at orða og loysa fakligar og sosialar uppgávur og trupulleikar. Afturat hesum verður dentur lagdur á tilvitan um góðsku og skapanarevni.

Vallærugreinarnar skulu miða eftir at nøkta áhugamál næmingsins, at stuðla áhugan fyri framhaldandi útbúgving og at menna yrkis- og lestrarførleikan. Vallærugreinarnar skulu eisini stimbra vanligu førleikakrøvini og arbeiðsmøguleikarnar í samfelagnum.

Mynd 3 endurgevur málini fyri verkliga partin av útbúgvingini. Í myndini verður eisini víst á, hvat ella hvørji førleikamál í kapittul 3 í útbúgvingarkunngerðini, einstøku málini styðja.

Mynd 3: Førleikamál, ið verkliga læran styðjar

Mynd 3: Førleikamál, ið verkliga læran styðjar

Málini fyri verkligu læruna styðja fylgjandi førleikamál.

Talmerkingin av førleikamálunum vísir til talmerkingina í útbúgvingarkunngerðini.

Mál fyri verkligu læruna

2

Umvæla og viðlíkahalda við brúk av hand- og verkstaðshandbókum og/ella við elektroniskum leitihentleikum.

3

Menna dygdina og framleidni umframt tryggja eitt gott rakstrarúrslit á verkstaðnum

3

Veita góða tænastu til viðskiftafólki

4

Sýna, feilfinna, umvæla og viðlíkahalda bremsuskipanina á persónbilinum

5

Sýna, feilfinna, umvæla og viðlíkahalda róðurgreiðirnar og undirvognin á persónbilinum

6

Feilfinna, umvæla og viðlíkahalda kraftyvirføringina (transmissiónina) á persónbilinum

7

Útinna einfaldar feilfinningar og umvælingar á bensin- og dieselmotorinum í persónbilinum

7

Fremja eftirlit og umvæla køli- og smyrjiskipanina á persónbilinum

8

Viðlíkahalda køli- og klimaskipanina

10

Sýna og umvæla lyktir og viskaraskipanina á persónbilinum

11

Útinna einfaldar feilfinningar á ravmagnsskipanunum á persónbilinum

12

Útinna viðlíkahalds- og trygdarsýn á persónbilinum

13

Útinna arbeiðsuppgávur tilvitandi um umhvørvið

15

Útinna torgreiddar feilfinningar, umvælingar og viðlíkahaldsuppgávur á bensin- og dieselmotorum

16

Feilfinna, umvæla og viðlíkahalda bremsuskipanina á persónbilinum

17

Feilfinna, umvæla og viðlíkahalda hentleika- og trygdarútbúnaðin í persónbilinum

18

Feilfinna, umvæla og viðlíkahalda ravmagnsskipanina á persónbilinum

18

Feilfinna og umvæla veitingarskipanina á ravmagnsbilum

19

Feilfinna við sporitóli, umvæla og viðlíkahalda róðurgreiðirnar og undirvognin

20

Feilfinna, umvæla og viðlíkahalda róðurgreiðirnar og undirvognin

21

Feilfinna og umvæla ravtøkniligu skipanirnar á persónbilinum

Fyri at náa førleikamálini fyri útbúgvingina skal læruplássið leggja verkligu læruna soleiðis til rættis, at næmingurin í mest møguligan mun fær høvi til at arbeiða við uppgávunum, sum nevndar eru í mynd 3.

Vavið av arbeiðsuppgávum á læruplássinum kann tó hava við sær, at næmingurin ikki fær høvi til at at arbeiða við øllum uppgávunum í verkligu læruni, heldur ikki innan fyri eitt ávíst tíðarskeið. Tað er tó ábyrgdin hjá læruplássinum at tryggja eina so fjølbroytta læru sum gjørligt, møguliga við at næmingurin ein part av lærutíðini er hjá einum útisetavirki og arbeiðir við teimum uppgávum, sum læruplássið ikki arbeiðir við.

Fyri at fylgja lærutilgongdini hjá næminginum skal næmingurin í lærutíðini í minsta lagi til 3 samrøður við læruplássi. Samrøðurnar skulu taka útgangsstøði í málsetningunum ið lýstir eru undir mynd 3. Og hava fylgjandi endamál

  1. Samrøða I er ein samrøða, har næmingurin og læruplássi leggja fram sínar væntanir til útbúgvingartíðina. Samrøðan eigur at verða hildin áðrenn royndartíðin á 3 mánaðir er úti.

  1. Samrøða II og III eru samrøður, har næmingurin og læruplássi taka saman um og eftirmeta útbúgvingargongdina higartil.

Til kapittul 3 – Førleikamál við útbúgvingarlok

Førleikamálini, sum næmingurin skal duga við lokna útbúgving eru ásett í kapittul 3 í útbúgvingarkunngerðini.

Til kapittul 4 – Sveinaroynd

Sveinaroyndin er partur av sveinaroyndarskeiðnum, ið skúlin skipar fyri og sum varir 5 vikur.

Kunngerð um próvtøkur í yrkislærugreinum og fremjingarreglur fyri yrkis- og sveinaroyndir er galdandi fyri fremjan av sveinaroyndini.

Fyri at innskriva seg til sveinaroyndarskeiði skal næmingurin hava staðið 1. – 3. skúlaskeið sambært ásetingunum í kunngerð um felags reglur fyri yrkisútbúgvingar og hava góðkendan lærusáttmála.

Eisini skal næmingurin hava tikið koyrikort til persónbil undir 3.500 kg. (bólkur B), áðrenn hann byrjar uppá sveinaroyndina. Yrkisnevndin kann í serligum føri víkja frá kravinum um koyrikort. Mælt verður til at næmingurin byrjar koyrifrálæruna, beint eftir at royndartíðin er úti, og næmingurin er fyltur 18 ár.

Umframt sjálva sveinaroyndina fevnir sveinaroyndarskeiði eisini um fyrireiking til sveinaroyndina, ið skúlin skipar fyri.

Skúlin leggur til rættis tíðarætlan fyri sveinaroyndarskeiði, ið næmingurin fær útflýggjaða, tá hann verður boðsendur at møta.

Sveinaroyndin fevnir um tveir høvuðspartar – ein ástøðiligan part og ein verkligan part.

Yrkisnevndin ger uppgávurnar til sveinaroyndina.

Skúlin skal tilnevna ein uttanhýsis ansara at hava umsjón við sveinaroyndini. Ansari skal hava umsjón við ástøðiliga og verkliga partinum av sveinaroyndini, so næmingar m.a. ikki taka ímóti hjálp frá øðrum meðan arbeitt verður við sveinaroyndini, uttan so at talan er um eina serstøðu (m.a. orðblindni).

Ástøðiligi parturin av sveinaroyndini

Ástøðiligi parturin av sveinaroyndini fevnir um eina skrivliga roynd.

Til skrivligu royndina fær næmingurin 3 klokkutímar

Loyvdir hjálparmiðlar eru nýttar lærubøkur, fylgiskjøl og lummaroknari, sum skúlin hevur góðkent.

Ein lærari og tveir metingardómarar døma skrivligu royndina.

Givið verður eitt próvtal fyri skrivligu royndina.

Fyri at standa ástøðiliga partin av sveinaroyndini skal næmingurin í minsta lagi hava fingið próvtali 02 fyri skrivligu royndina.

Verkligi parturin av sveinaroyndini

Verkligi parturin av sveinaroyndini verður gjørdur sum ein verkætlan við tilhoyrandi handaligari uppgávu. Til verkætlanina fær næmingurin í mesta lagi 80 klokkutímar lutaðar á 5 dagar. Skúlin ger av, nær royndin byrjar og endar, umframt hvørjar arbeiðstíðirnar eru.

Áðrenn verkliga royndin byrjar, skal ansarin býta út verkligu uppgávuna og kunna næmingarnar um m.a.:

  1. Tíðir fyri, nær royndin byrjar og endar.
  2. Arbeiðstíð og steðgir.
  3. Tilfar og rudding.
  4. Atkomu- og rýmingarleiðir og um at halda hesar leiðir fríar.
  5. Staðseting av útgerð til eldsløkking.
  6. Nýtslu av amboðum, sum næmingurin kann gera brúk av.
  7. Goymslu av amboðum uttan fyri arbeiðstíð.
  8. Aðrar skilhaldsreglar, undir hesum forboð móti rúsdrekka, royking og tendraðum fartelefonum.
  9. At næmingurin ikki hevur loyvi at móttaka hjálp frá øðrum.
  10. Avleiðingarnar um hesar reglar ikki verða fylgdar.

Næmingurin fær útflýggjaða eina uppgávuorðing, sum tekur støði í einum lærifyridømi. Verkætlanin skal fevna um:

  1. Uppskot um uppgávuloysn
  2. Tekningar
  3. Uppmátingar
  4. Tilfarslista, har grundgivið verður fyri vali av tilfari
  5. Val av maskinum og amboðum
  6. Trygdarviðurskifti
  7. Arbeiðs- og tíðarætlan

Við støði í verkætlanini verður hildin ein munnlig próvtøka, ið varir 20 minuttir íroknað próvtalsgeving. Til munnligu próvtøkuna skal næmingurin leggja verkætlanina fram og við henni sýna, hvussu uppgávan verður loyst.

Ein lærari og tveir metingardómarar døma verkætlanina og munnligu próvtøkuna.

Við støði í einari heildarmeting av verkætlanini og munnligu próvtøkuni verður givið eitt próvtal fyri verkætlanina.

Fyri at standa verkliga partin av sveinaroyndini skal næmingurin í minsta lagi hava fingið próvtali 02 fyri verkætlanina.

Endaligt sveinaroyndarpróvtal

Endaliga sveinaroyndarpróvtalið verður við einum desimali roknað sum eitt miðaltal av próvtalinum fyri ástøðiliga partinum og próvtalinum fyri verkliga partinum av sveinaroyndini.

Fyri at standa sveinaroyndina skal endaliga próvtalið vera minst 02.

Í sveinaroyndini verður næmingurin mettur sambært niðanfyristandandi próvtalsstiga:

Próvtal

Merking

Lýsing

12

Fyri framúr gott avrik

Próvtali 12 verður givið fyri avrik, sum lýtaleyst ella mest sum lýtaleyst lýkur málini.

10

Fyri sera gott avrik

Próvtali 10 verður givið fyri sera gott avrik, ið við onkrum smávegis lýtum lýkur flestu málini.

7

Fyri gott avrik

Próvtali 7 verður givið fyri gott avrik, ið við nøkrum lýtum, væl lýkur málini.

4

Fyri hampiligt avrik

Próvtali 4 verður givið fyri hampiligt avrik, ið hevur fleiri grov lýti og ikki lýkur málini væl.

02

Fyri toluligt avrik, sum kann verða góðtikið

Próvtali 02 verður givið fyri toluligt avrik, ið akkurát stendur mát, og í minsta mun lýkur málini.

00

Fyri ikki nøktandi avrik

Próvtali 00 verður givið fyri ikki nøktandi avrik, ið ikki stendur mát og ikki lýkur málini.

-3

Fyri heilt vánaligt avrik

Próvtali -3 verður givið fyri heilt vánaligt avrik, sum als ikki kann verða góðtikið.

Tá ið liðugt er at próvdøma sveinaroyndina, skal oyðublað við endaligu próvtølunum fyri hvønn næming sær sendast til yrkisdepilin.

Hareftir verður latið sveinabræv, ið verður sent læruplássinum 2 – 3 vikur áðrenn lærutíðin hjá næminginum er liðug.

Sjúkrapróvtøka

Um næmingurin gerst sjúkur áðrenn ella meðan sveinaroyndin er, og ikki er førur fyri at greiða úr hondum sveinaroyndina, áseta skúlin og yrkisnevndin eina sjúkrapróvtøku skjótast gjørligt eftir at næmingurin er vorðin frískur.

Vegleiðing til næming, sum ikki stendur sveinaroyndina

Um næmingurin ikki stendur sveinaroyndina, skulu metingardómararnir beinanvegin boða skúlanum og yrkisnevndini frá hesum og geva eina stutta skrivliga frágreiðing um orsøkina til at næmingurin ikki stóð royndina. Metingarskjøl, sum eru útfylt á nøktandi hátt, kunnu góðgera frágreiðingina.

Skúlin skal hareftir skjótast gjørligt seta seg í samband við næmingin og læruplássi fyri at fáa greiði á, hví næmingurin ikki stóð royndina og fyri at greiða frá, hvørjar møguleikar næmingurin og læruplássi hava og fyri at finna út av hvat skal gerast víðari.

Um næmingurin og læruplássi eru samd um, at næmingurin skal fara til nýggja sveinaroynd og lærusáttmálin gongur út áðrenn næmingurin hevur staðið sveinaroyndina, skal lærusáttmálin leingjast so hann er galdandi alla sveinaroyndina. Leingjan av lærusáttmála verður gjørd á oyðublaði, ið er gjørt til hetta endamál.

Kærumøguleikar

Um næmingurin metir at fremjanin ella dømingin av sveinaroyndini ikki er nøktandi, kann hann í seinasta lagi 8 dagar eftir at hann er gjørdur kunnigur við úrslitið av sveinaroyndini, kæra málið til yrkisnevndina sbrt. kunngerð um próvtøkur í yrkislærugreinum og fremjingarreglur fyri yrkis- og sveinaroyndir. Kæran skal verða skrivlig og skal stílast til Yrkisdepilin.

Í samband við kærumál um sveinaroynd skulu metingardómararnir geva eitt ummæli av teimum fakligu spurningunum í kæruni. Metingarskjøl, sum eru útfylt á nøktandi hátt, kunnu góðgera frágreiðingina.

Til kapittul 5 – Gildiskoma

Kunngerðin er galdandi frá dd.md.20xx og er galdandi fyri næmingar, ið byrja skúlagongdina eftir 01. august 2013.


Fylgiskjal 1

Námsætlan í lærugreinini

Bensin- og dieselmotorar (Bensin og diesel)

Lærugreinabólkur: Yrkislærugrein

Avriksmát: Framkomið

Vegleiðandi tímatal: 286

Lýsing av lærugreinini:

Førleikamál fyri lærugreinina:

Við undirvísingarlok skal næmingurin duga

Lærugreinin styðjar fylgjand førleikamál sambært útbúgvingarkunngerðini:

Førleikamál nr. 9

Próvtøka / eftirmeting:

Verður gjørd í samband við yrkisroyndina


Fylgiskjal 2

Námsætlan í lærugreinini

Bilaumhvørvi (automiljø)

Lærugreinabólkur: Yrkislærugrein

Avriksmát: Byrjunarstig

Vegleiðandi tímatal: 48

Lýsing av lærugreinini:

Næmingurin skal kunna skilja og arbeiða út frá kunngerð um "Detail Forskrifter for Køretøjer", og skilja samanspælið millum samfelag og umhvørvið. Næmingurin skal kunna fyrihalda seg til galdandi lóg um ítøkiliga bilfakliga arbeiðsuppgávu

Førleikamál fyri lærugreinina:

Næmingurin skal kunna greiða úr hondum arbeiði við støði í galdandi reglum um trygd, arbeiðsumhvørvi og góðskuábyrgd,

Lærugreinin styðjar fylgjand førleikamál sambært útbúgvingarkunngerðini:

Førleikamál nr. 1 og 2

Próvtøka / eftirmeting:

Eftirmetingin av lærugreinini er partur í samlaðu eftirmetingini av skúlaskeiðnum.

Fylgiskjal 3

Námsætlan í lærugreinini

Bremsur

Lærugreinabólkur: Yrkislærugrein

Avriksmát: Framkomið

Vegleiðandi tímatal: 122

Lýsing av lærugreinini:

Gera trygdareftirlit á bremsuskipan í samsvari við galdandi ásetingar og lógarkrøv, og gera vanligt eftirlit, umvæling og stilla hydrauliskar bremsur og parkeringsbremsur.

Førleikamál fyri lærugreinina:

Næmingurin skal kunna greiða úr hondum eftirlit, kanna brek, umvæla og viðlíkahalda bremsuskipan við tilhoyrandi stýriskipanum.

Lærugreinin styðjar fylgjand førleikamál sambært útbúgvingarkunngerðini:

Førleikamál nr. 4

Próvtøka / eftirmeting:

Verður gjørd í samband við yrkisroyndina.

Fylgiskjal 4

Námsætlan í lærugreinini

Motorstýringar

Lærugreinabólkur: Yrkislærugrein

Avriksmát: Framkomið stig

Vegleiðandi tímatal: 154

Lýsing av lærugreinini:

Lærlingurin skal gera eftirlit og leggja til rættis eina skynsama arbeiðsgongd í bensin- og dieselmotorum, ið hava torgreiddar tendringar- og bensininnspræningarskipanir og elektronisk stýrdar skipanir í bensin/dieselmotorum, eisini elektroniskt stýrdar brennievnispumpur.

Førleikamál fyri lærugreinina:

at greiða úr hondum eftirlit, kanna brek, umvæla og viðlíkahalda motorstýringsskipanir á bensin- og dieselmotorum.

Lærugreinin styðjar fylgjand førleikamál sambært útbúgvingarkunngerðini:

Førleikamál nr.10 og 14

Próvtøka / eftirmeting:

Verður gjørd í samband við yrkisroyndina.

Fylgiskjal 5

Námsætlan í lærugreinini

Ravtøkniskipanir

Lærugreinabólkur: Yrkislærugrein

Avriksmát: Framkomið stig

Vegleiðandi tímatal: 294

Lýsing av lærugreinini:

Lærlingurin skal eftirhyggja, finna brek, stilla og umvæla lyktir og tekngevingartól, viskara- og vaskiskipan, finna brek í el-hjálpar- og stýrisskipanum í motorum og eftirhyggja løðingar- og startaraútbúnað.Lærlingurin skal miðvíst finna brek á fráskildraðum og ikki so fløktum tendrings- og innspræningsskipanum, og miðvíst at finna brek í el-stýrdum skipanum.

Førleikamál fyri lærugreinina:

Næmingurin greiða úr hondum eftirlit, kanna brek, umvæla og viðlíkahalda ravmagnsskipan og startara, kanna brek, umvæla og viðlíkahalda ljós- og viskaraskipanina.

Lærugreinin styðjar fylgjand førleikamál sambært útbúgvingarkunngerðini:

Førleikamál nr. 5 og 8

Próvtøka / eftirmeting:

Verður gjørd í samband við yrkisroyndina.


Fylgiskjal 6

Námsætlan í lærugreinini

Skrokkur

Lærugreinabólkur: Yrkislærugrein

Avriksmát: Byrjunarstig

Vegleiðandi tímatal: 60

Lýsing av lærugreinini:

Útskifta smærri partar av skrokkinum, rætta smáar buglur og sveisa einfaldar lutir á akførum.

Førleikamál fyri lærugreinina:

Næmingurin skal duga at handfara sveisi- og skeriamboð vandaleyst og hava innlit í at valsa, bukka og klippa tunnplátur og rætta upp buglur. Næmingurin skal eisini hava innlit í skrokkbygnaðin.

Lærugreinin styðjar fylgjand førleikamál sambært útbúgvingarkunngerðini:

Førleikamál nr. 16 (ella stk. 2?)

Próvtøka / eftirmeting:

Verður gjørd í samband við yrkisroyndina.


Fylgiskjal 7

Námsætlan í lærugreinini

Stýrigreiður og fjaðran

Lærugreinabólkur: Yrkislærugrein

Avriksmát: Framkomið stig

Vegleiðandi tímatal: 108

Lýsing av lærugreinini:

Næmingurin skal skilja uppbygnaðin av róðurgreiðum og undirvogni, og duga at gera eitt fullfíggjað eftirlit, finna brek, umvæla og stilla róðurgreiðir.

Førleikamál fyri lærugreinina:

Næmingurin skal greiða úr hondum eftirlit, kanna brek, umvæla og viðlíkahalda róðurgreiðurnar og undirvognin við tilhoyrandi stýriskipanum,

Lærugreinin styðjar fylgjand førleikamál sambært útbúgvingarkunngerðini:

Førleikamál nr. 6

Próvtøka / eftirmeting:

Verður gjørd í samband við yrkisroyndina.

Fylgiskjal 8

Námsætlan í lærugreinini

Transmission

Lærugreinabólkur: Yrkislærugrein

Avriksmát: Vanastig

Vegleiðandi tímatal: 80

Lýsing av lærugreinini:

Næmingurin skal skilja uppbygnaðin av róðurgreiðum og undirvogni, og duga at gera eitt fullfíggjað eftirlit, finna brek, umvæla og stilla róðurgreiðir.

Førleikamál fyri lærugreinina:

Tað skal greiðast úr hondum eftirlit, kanna brek, umvæla og viðlíkahalda transmissiónina,

Lærugreinin styðjar fylgjand førleikamál sambært útbúgvingarkunngerðini:

Førleikamál nr. 7

Próvtøka / eftirmeting:

Verður gjørd í samband við yrkisroyndina.


Fylgiskjal 9

Námsætlan í lærugreinini

Trygdar- og hentleikaútbúnaður

Lærugreinabólkur: Yrkislærugrein

Avriksmát: Byrjunarstig

Vegleiðandi tímatal: 48

Lýsing av lærugreinini:

Lærlingurin skal kunna gera eitt eftirlit av lutunum í eini trygdar- og hentleikaskipan, gera eina heildarkanning av inn og útdata. Eisini skal gera eftirlit, brekkanningar, stillingar og umvælingar á hita- og klima- og luftnýggaraskipanum.

Førleikamál fyri lærugreinina:

Kanna brek og umvæla trygdar- og hentleikaútbúnaðin, og at greiða úr hondum eftirlit, kanna brek, umvæla og viðlíkahalda køli- og klimaskipanina.

Lærugreinin styðjar fylgjand førleikamál sambært útbúgvingarkunngerðini:

Førleikamál nr. 11 og 13

Próvtøka / eftirmeting:

Verður gjørd í samband við yrkisroyndina.


Fylgiskjal 10

Námsætlan fyri

Verkligu læruna

Lærugreinabólkur: Verklig læra á góðkendum læruplássi

Avriksmát: Einki avriksmát

Vegleiðandi tímatal: Einki ásett

Lýsing av verkligu læruni:

Endamálið við verkligu læruni er, at næmingurin:

Førleikamál fyri verkligu læruna. Í verkligu læruni skal næmingurin duga at:

  1. Umvæla og viðlíkahalda við brúk av hand- og verkstaðshandbókum
  2. Menna dygdina og framleidni umframt tryggja eitt gott rakstrarúrslit á verkstaðnum
  3. Veita góða tænastu til viðskiftafólki
  4. Sýna, feilfinna, umvæla og viðlíkahalda bremsuskipanina á persónbilinum
  5. Sýna, feilfinna, umvæla og viðlíkahalda róðurgreiðirnar og undirvognin á persónbilinum
  6. Feilfinna, umvæla og viðlíkahalda kraftyvirføringina (transmissiónina) á persónbilinum
  7. Útinna einfaldar feilfinningar og umvælingar á bensin- og dieselmotorinum í persónbilinum
  8. Fremja eftirlit og umvæla køli- og smyrjiskipanina á persónbilinum
  9. Viðlíkahalda køli- og klimaskipanina
  10. Sýna og umvæla lyktir og viskaraskipanina á persónbilinum
  11. Útinna einfaldar feilfinningar á ravmagnsskipanunum á persónbilinum
  12. Útinna viðlíkahalds- og trygdarsýn á persónbilinum
  13. Útinna arbeiðsuppgávur tilvitandi um umhvørvið
  14. Útinna torgreiddar feilfinningar, umvælingar og viðlíkahaldsuppgávur á bensin- og dieselmotorum
  15. Feilfinna, umvæla og viðlíkahalda hentleika- og trygdarútbúnaðin í persónbilinum
  16. Feilfinna og umvæla ravtøkniligu skipanirnar á persónbilinum

Próvtøka / eftirmeting:

Læruplássi váttar við starvsváttan, at lærlingur hevur arbeitt við nevndu økjum.

Fylgiskjal 11

Námsætlan í lærugreinini

Eldsløkking

Lærugreinabólkur: Yrkislærugrein (arbeiðsumhvørvi)

Avriksmát: Grundskeið                         

Vegleiðandi tímatal:  8 pultstímar

Lýsing av lærugreinini:

Endamálið við undirvísingini eldsløkking er, at lærlingurin:

·    

      Hevur kunnleika um, at fyribyrgja at eldur festur í og hvussu ein skal bera seg at, um eldur er í, og við einføldum hjálparamboðum og –hættum at vera førur fyri at sløkkja smærri eldar og forða eldi í at breiða seg.

·     Fáa prógv í eldsløkking á byrjunarstigi (grundskeið)

Førleikamál fyri lærugreinina:

Við undirvísingarlok í eldsløkking skal næmingurin duga.

a.           Hevur kunleika um, eldástøði og grundleggjandi    sløkkiástøði.                                                   

b.          Dugir at fyribyrgja eldáseting.

c.           Dugir at sløkkja smærri eldar.

d.          Dugir ávaringarmannagongdir.

e.           Hevur kunnleika um serligar eld- og spreingivágar.

f.           Hevur kunnleika um, m.a. brandteppi, pulvur-,CO2-,vatn- og skúmsløkking.

Undirvíst verður í eldsløkking samsvarandi leiðreglum hjá “Brand og Sikringsteknisk Forum” (BSF). Undirvísari skal hava fullgilt “instruktørprógv” fyri at undirvísa í eldsløkking:

Próvtøka / eftirmeting:

Eftirmetingin tekur støði í:

a.           Ì eldsløkking fer prótøkan fram samsvarandi reglunum hjá ”Brand og sikringsteknisk forum” (brandstøðin)

b.   Skeiðsváttan verður latin til luttakarin.

   Fylgiskjal 12

Námsætlan í lærugreinini

Fyrstahjálp

Lærugreinabólkur: Yrkislærugrein ( Arbeiðsumhvørvi)

Avriksmát: Grundskeið í fyrstuhjálp.

Vegleiðandi tímatal: Tað til ein og hvørja galdandi hjá Dansk Rødekors. 12 tímar

Lýsing av lærugreinini:

Endamálið við undirvísingini er, at lærlingurin:

·         Er førur fyri at halda lív í ella fáa lív aftur í persón eftir vanlukku ella brádligari sjúku, til bjargingarfólk ella lækni kemur á staðið.

·         Fáa prógv í fyrstuhjálp á (byrjanarstigi) grundskeið.

Førleikamál fyri lærugreinina:

Við undirvísingarlok skal næmingurin duga:

a.           Teir 4 høvuðshættirnar í fyrstuhjálp.

b.          Stigvísa fyrstuhjálp til persón í óviti.

c.           Fyrstuhjálp til bløðandi persón.

d.          Fyrstuhjálp til persón í sjokki.

e.           At flyta ella lyfta persón við skaða.

f.           Hevur kunnleika um sálarligafyrstuhjálp

g.           Hevur kunnleika um, m.a. blóðrenslið og andaleiðina.

h.          Hevur kunnleika um, hvar lívgøgnini sita.

Undirvíst verður í fyrstuhjálp samsvarandi leiðreglum hjá Dansk Rødekors – Dansk Førstehjælpsråd  (DFR). Undirvísari skal hava fullgilt “instruktørprógv” fyri at kunna undirvísa í fyrstuhjálp.

Próvtøka / eftirmeting:

Eftirmetingin tekur støði í:

Í fyrstuhjálp fer próvtøkan fram samsvarandi reglugerð hjá Dansk Rødekors – Dansk Førstehjælpsråd.


 Fylgiskjal 13

Námsætlan í lærugrein

44530 Arbejdsmiljø og sikkerhed, svejsning/termisk

Hvad kan du efter at have fulgt dette kursus?

Deltagerne har kendskab til relevante arbejdsmiljøpåvirkninger, sundhedsrisici og foranstaltninger ved svejsning og termisk skæring (plasmaskæring, laserskæring og flammeskæring), herunder kravene i Arbejdstilsynets bekendtgørelse nr. 908 af 27. september 2005 om foranstaltninger til forebyggelse af kræftrisikoen ved arbejde med stoffer og materialer.

Deltagerne har teoretisk viden om arbejdsmiljømæssige forhold, regler og krav, der har betydning ved svejsning og termisk skæring samt slibning i tilknytning hertil, på følgende områder:

1. Luftforurening ved svejsning, termisk skæring og slibning, herunder:

• Røg, støv og gasarter

• Forureningens art og mængde, afhængig af proces

2. Sundhedsrisici ved luftforurening, herunder:

• Irritation af luftveje og hud

• Kronisk bronkitis

• Astma

• Manganisme

• Kræft

• Reproduktionsskader

• Allergi

• Grænseværdier

• Anmeldelse af arbejdsbetingede lidelser og skader

3. Foranstaltninger til forureningsbekæmpelse, herunder:

• Regler for ventilation – punkt-, proces- og rumventilation

• Udformning, brug og vedligeholdelse af punkt- og procesudsugning

• Substitution

• Regler for brug af åndedrætsværn

4. Optisk stråling, herunder:

• Risici for skader på øjne og hud

• Personlige værnemidler i form af øjenværn, handsker m.v.

5. Personlige værnemidler - generelt

• Øjenværn

• Høreværn

• Brug af åndedrætsværn

• Handsker

• Skødeskind

• Beskyttelsesærmer

• Beskyttelsesfodtøj

6. El sikkerhed, herunder:

• El-risici ved svejsning samt plasma- og laserskæring

• Regler for svejseudstyr samt plasma- og laserskæreanlæg

7. Særlige arbejdspladsforanstaltninger, herunder:

• Kræftbekendtgørelsens krav til arbejdspladsforanstaltninger – herunder afgrænsning og mærkning med skilte samt ryge- og spiseforhold

• Forholdsregler ved arbejde i lukkede rum

• Sidemandseffekt

• Opbevaring af personlige værnemidler

• Sikkerhedsorganisationen i virksomheden

I forbindelse med punkt 3, 5 og 7 skal der indgå demonstration

Bestemmelser om bedømmelse som forudsætning for opnåelse af bevis

Uddannelsen afsluttes med en teoretisk prøve for at dokumentere, at deltagerne opfylder uddannelsens mål.

Fylgiskjal 14

Námsætlan í lærugrein

Epoxy

Fylgiskjal 15

Námsætlan í lærugreinini

Royndir í dynamometri

Lærugreinabólkur: Yrkisvallærugrein

Avriksmát: Framkomið stig

Vegleiðandi tímatal: 20

Lýsing av lærugreinini:

Tú skal arbeiða í samsvar við trygdar- og umhvørvis krøvini, ið verða sett í samband við galdandi økið. Aftaná undirvísingina kann lærlingurin: - greiða frá motororku (kW), snúningsmomenti (mD) og brennievnisnýtlsu (G/kW/h), - brúka teir ymisku møguleikarnar á einum dynamometri til ítøkiligar mátingar á einum persónbili,  - velja og gera brúk av røttum mátihátti og hjálpitólum í samsvar við galdandi trygdarreglur, - rokna út og meta um mátiúrslitini og samanbera tey við forskriftirnar frá framleiðaranum og útfrá hesum kunna vegleiða kundan, og - arbeiða í samsvar við trygdar- og umhvørvis krøvini, ið verða sett í samband við galdandi økið.

Lærlingurin skal sýna sjálvstøði, røkjuskap og ábyrgd í loysnum av uppgávum í sambandi við at finna brek og at umvæla.  Lærlingurin skal somuleiðis nýta  umvælingarhandbøkur á norðurlendskum ella øðrum fremmandum máli og aðrar atkomuligar upplýsingar, t.d. myndugleikafyriskipanir fyri motorakfør, við tí í virkinum kravda minsta útbúnaði,somuleiðis gera brúk av viðkomandi upplýsningum og elektróniskum kunningarskipanum.

Vavi: Arbeiðið skal verða gjørt í samsvari við galdandi ferðslulóg, trygdarreglum og umhvørviskrøvum, soleiðis at trygd og upprunaútsjónd verður varveitt, somuleiðis tað ið kundin ynskir viðvvíkjandi rakstrarkostnaði, útsjónd á akfarinum og brúksvirði

Førleikamál fyri lærugreinina:

Fylgiskjal 16

Námsætlan í lærugreinini

Elektronisk bensininnspræning

Lærugreinabólkur: Yrkisvallærugrein

Avriksmát: Framkomið stig

Vegleiðandi tímatal: 24

Lýsing av lærugreinini:

Lærlingurin skal kunna skyna á ymiskum skipanum og meta um munir og líkheitir á skipanunum. Aftaná undirvísingina kann lærlingurin: - sjálvur kunna seg um heildina og hava yvirlit á teimum einkultu lutunum og teirra ávirkan á benzin-/luftsamansetingina, - útmáta einstakar lutir og meta um signal í mun til data og motorgongd - við støði í data, blok-, periferi- og leidningadiagrammum, fremja eina skipaða brekkanning, umvæling og stilling á vikomandi skipanum, herundir meta um útstoytsgasssamansetingina, innspræningstíðina, somuleiðis følsk signalir orsaka av mekaniskum og elektróniskum brekum ella falskari luft - arbeiða í samsvar við trygdar- og umhvørviskrøvini, ið verða sett í samband við arbeiði á økinum, - umvæla ella útskifta lutir í samsvar við forskriftir, lógarkrøv og kundaynskir og kunna avhenda ein motor rakstrar- og kundakláran, - tá ið brek eru staðfest tilrættaleggja og fremja eina skynsama arbeiðsgongd og somuleiðis staðfesta vavi á umvælingini, og - vegleiða kundan út frá løgligum, tøkniligum og kostnarligum metingum. Lærlingurin skal sýna sjálvstøði, røkjuskap og ábyrgd í loysnum av uppgávum í sambandi við at finna brek og at umvæla.  Lærlingurin skal somuleiðis nýta  umvælingarhandbøkur á norðurlendskum ella øðrum fremmandum máli og aðrar atkomuligar upplýsingar, t.d. myndugleikafyriskipanir fyri motorakfør, við tí í virkinum kravda minsta útbúnaði,somuleiðis gera brúk av viðkomandi upplýsningum og elektróniskum kunningarskipanum. VaviArbeiðið skal verða gjørt í samsvari við galdandi ferðslulóg, trygdarreglum og umhvørviskrøvum, soleiðis at trygd og upprunaútsjónd verður varveitt, somuleiðis tað ið kundin ynskir viðvvíkjandi rakstrarkostnaði, útsjónd á akfarinum og brúksvirði.

Førleikamál fyri lærugreinina:

Fylgiskjal 17

Námsætlan í lærugreinini

Luftnýggjanar- og hitaskipanir

Lærugreinabólkur: Yrkisvallærugrein

Avriksmát: Framkomið stig

Vegleiðandi tímatal: 38

Lýsing av lærugreinini:

Lærlingurin skal gera eftirlit, brekkanningar, stillingar og umvælingar á hita- og klima- og luftnýggaraskipanum. Aftaná undirvísingina kann lærlingurin: - skifta einkultar lutir, elektriskar eins og mekaniskar á eini virkandi skipan sambært forskriftunum, - gera eina tættleikaroynd, tøma og fylla eina skipan, áfylla røttu nøgd av olju og somuleiðis lekakanna skipanina,

Lesiætlan fyri bilsmiði

 26

- endurvinna kølievni, avmontera og goyma lutir á rættan hátt, reingera fordampara, kondensator, slangur og aðrar lutir, herundir kanna slangur fyri slit, skipanina fyri mekanisk brek og elektriskar bindingar fyri tering og rætta brek,  - seta eina skipan ígongd og innkoyra skipanina, herundir brúka egnaði mátitól í samband við arbeiði, - greiða frá oljusløgum, pakning- og slangutilfar ísamband við skift til R-134a somuleikið kunnleika til trygdar- og umhvørvis krøv, ið verða sett til arbeiði á økinum, - umvæla ella úskifta lutir í samsvar við forskriftir, lógarkrøv og kundaynskir og kunna avhenda eina skipan rakstrar- og kundaklára, - tá ið brek eru staðfest tilrættaleggja og fremja eina skynsama arbeiðsgongd og somuleiðis staðfesta vavi á umvælingini, og - vegleiða kundan út frá løgligum, tøkniligum og kostnarligum metingum. Lærlingurin skal sýna sjálvstøði, røkjuskap og ábyrgd í loysnum av uppgávum í sambandi við at finna brek og at umvæla.  Lærlingurin skal somuleiðis nýta  umvælingarhandbøkur á norðurlendskum ella øðrum fremmandum máli og aðrar atkomuligar upplýsingar, t.d. myndugleikafyriskipanir fyri motorakfør, við tí í virkinum kravda minsta útbúnaði,somuleiðis gera brúk av viðkomandi upplýsningum og elektróniskum kunningarskipanum. VaviArbeiðið skal verða gjørt í samsvari við galdandi ferðslulóg, trygdarreglum og umhvørviskrøvum, soleiðis at trygd og upprunaútsjónd verður varveitt, somuleiðis tað ið kundin ynskir viðvvíkjandi rakstrarkostnaði, útsjónd á akfarinum og brúksvirði.

Førleikamál fyri lærugreinina:

Fylgiskjal 18

Námsætlan í lærugreinini

Trygdarútgerð í persónbili

Lærugreinabólkur: Yrkisvallærugrein

Avriksmát: Framkomið stig

Vegleiðandi tímatal: 20

Lýsing av lærugreinini:

Lærlingurin skal kunna gera eitt eftirlit av lutunum í eini skipan, gera eina heildarkanning av inn- og útdata við at nýta umvælingarhandbøkur á norðurlendskum ella øðrum fremmandum máli og nýta aðrar atkomuligar upplýsingar og nýtiligari máti- og kanningarútgerð. Aftaná undirvísingina kann lærlingurin: - greiða frá retardatiónini undir ymiskum viðurskiftum og skyna á eini skipan við breki og eini skipan ið virkar til fulnar, - greiða frá váganum við eini skipan ið ikki virkar til fulnar, - við trygdaratliti, gera eina kanning og umvæling av teimum elektrónisku, pyroteknisku og mekanisku lutunum í eini trygdarskipan - greiða frá teimum pyroteknisku kreftinum, ið eru í eini stoytkodda- og selaskipan, soleiðis at hann kann taka trygdar- og umhvørvisatlit í samband við arbeiði í skipanunum,  - arbeiða við mátitóli, oscilloskop og diagnosutestara á skipanunum - útlesa møgulig brek á egindiagnosuni á eini skipan, - gera eftirlit, skipaða brekkanning og tilrættalegga umvælingar- og viðlíkahaldsarbeiði í samsvar við galdandi umhvørvis- og trygdarkrøv.

 

Lærlingurin skal sýna sjálvstøði, røkjuskap og ábyrgd í loysnum av uppgávum í sambandi við at finna brek og at umvæla.  Lærlingurin skal somuleiðis nýta  umvælingarhandbøkur á norðurlendskum ella øðrum fremmandum máli og aðrar atkomuligar upplýsingar, t.d. myndugleikafyriskipanir fyri motorakfør, við tí í virkinum kravda minsta útbúnaði,somuleiðis gera brúk av viðkomandi upplýsningum og elektróniskum kunningarskipanum. VaviArbeiðið skal verða gjørt í samsvari við galdandi ferðslulóg, trygdarreglum og umhvørviskrøvum, soleiðis at trygd og upprunaútsjónd verður varveitt, somuleiðis tað ið kundin ynskir viðvvíkjandi rakstrarkostnaði, útsjónd á akfarinum og brúksvirði.

Førleikamál fyri lærugreinina: