Námsskipan fyri maskinsmiðútbúgvingina

Útgávudagur: 1. august 2013

Yrkisnevndin hevur givið út sambært kunngerð nr. 76 frá 3. juni.2013 um metalútbúgvingar við sergrein.

Fyrisiting hjá yrkisnevndini er Yrkisdepilin:

Yrkisdepilin

Hoyvíksvegur 72

Postboks 3279

FO-110 Tórshavn

Telefon 30 65 60

Telefaks 30 65 64

www.yrkisdepilin.fo

yrkisdepilin@yrkisdepilin.fo

Skúlin, sum bjóða skúlagongdina í útbúgvingini er:

Tekniski skúlin í Tórshavn

Smiðjugerði 1

Postboks 3239

FO 110-Tórshavn

Telefon 73 80 50

Telefaks 73 80 60

www.tst.fo

tst@skulin.fo

Til ber at venda sær til Yrkisdepilin og skúlan við spurningum um útbúgvingina og fyri at fáa meiri kunning um útbúgvingina.

Um ósamsvar er millum námsskipanina og útbúgvingarkunngerðina, so er tað altíð  útbúgvingarkunngerðin, sum er galdandi!

Til kapittul 1 – Um útbúgvingin

Endamálið við útbúgvingini er ásett í kapittul 1 í útbúgvingarkunngerðini.

Til kapittul 2 – Útbúgvingartíð, bygnaður og innihald

Útbúgvingin tekur 4 ár, og er lutað sundur í verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd.

Skúlagongdin í útbúgvingini, íroknað eitt sveinaroyndarskeið er 55 vikur. Skúlagongdin er lutað í trý skúlaskeið og eitt sveinaroyndarskeið.

Fyri at halda fram á 3. skúlaskeiði skal næmingurin hava almennar lærugreinar á C-stigi. Tó er kravið um C-stig ikki neyðugt, um næmingurin hevur ein lærusáttmálað.

Skúlagongdin verður skipað samsvarandi mynd 1.

Mynd 1: Skipan av skúlagongd og longd á skúlaskeiðum

Skúlaskeið

Vikur

1. skúlaskeið

20

2. skúlaskeið

20

3. skúlaskeið

10

Sveinaroyndarskeið

5

Til samans

55

Næmingar, sum hava staðið 1. og 2. skúlaskeið við nóg góðum úrsliti, kunnu eisini taka eitt 4. skúlaskeið. Hetta skúlaskeiðið kann eisini takast eftir lokna yrkisútbúgving. 4. skúlaskeið er 40 vikur, og er innihaldsliga tillaga soleiðis, at næmingarnir sjálvir velja ávísar almennar lærugreinar á C- stigi, ið geva møguleika til víðari lesnað. Sí meira um 4. skúlaskeið í námsæltan í Mentamálaráðið gevur út. sí leinki ….........

Til ber at byrja útbúgvingina við ella við ongum lærusáttmála. Um næmingurin byrjar útbúgvingina við ongum lærusáttmála, byrjar útbúgvingin við skúlagongd. Ger næmingurin lærusáttmála meðan hann gongur í skúla, verður lærutíðin roknað frá tí degi, skúlaskeiði, sum hann er í gongd við, er liðugt. Næmingurin fær tó góðskriva skúlaskeiðið, tá lærutíðin byrjar.

Hevur næmingurin arbeiðsroyndir ella aðra yrkisútbúgving, áðrenn hann byrjar í læru, kann lærutíðin verða stytt sambært meginreglum fyri stytting í lærusáttmála. Yrkisnevndin tekur avgerð um møguliga stytting av lærutíðini eftir umsókn frá sáttmálapørtunum.

Skúlagongdin í útbúgvingini fevnir um almennar lærugreinar, yrkislærugreinar og vallærugreinar. Í mynd 2 eru lærugreinarnar endurgivnar.

Mynd 2: Førleikamál, ið lærugreinarnar styðja

Lærugreinin styðjar fylgjandi førleikamál.

Talmerkingin av førleikamálunum vísir til talmerkingina í útbúgvingarkunngerðini.

1.

skúlaskeið

20 vikur

2.

skúlaskeið

20 vikur

3.

skúlaskeið

10 vikur

4.

Sveinaroyn

5 vikur

Almennar lærugreinar

Lærugreinaheiti

Lærugreinastig

Vegleiðandi pultstímar

360

Alisfrøði

E

72

72

15,

Enskt

E

72

72

14,

Føroyskt

E

72

72

Støddfrøði

E

72

72

Vallærugrein

E

72

72

Yrkislærugreinar

Lærugreinaheiti

Lærugreinastig

Vegleiðandi pultstímar

1500

Móttøka/Samansjóðing

16

16

Brandskeið

Byrjanarstig

8

8

Fyrstahjálp

Byrjanarstig

12

12

1 ,4,

Arbeiðsumhvørvi

Byrjanarstig

16

16

2, 8, 17,

Tilfarðslæra

Vanastig

24

16

8

8-10,13,17

Amboðslæra

Vanastig

50

50

2,3,8-11,16,17

Montasja

Vanastig

120

72

48

2,3,5,8-11,13,17

Spóntakandi arbeiði

Framkomiðstig

292

100

80

112

2,3,7,17

Stýringartøkni

Vanastig

58

14

44

1 - 17

Maskinástøði

Framkomiðstig

130

54

36

40

2,3,8-10,12,13,17

CNC-tøkni

Byrjanarstig

50

14

36

2,3,17

Tekning

Vanastig

70

30

40

2,3,6,17

CAD tekniforrit

Vanastig

36

12

24

18,19

Smiðjuástøði

Vanastig

68

28

40

18,19

Smiðjuarbeiði

Byrjanarstig

108

30

78

18

Rørarbeiði

Byrjanarstig

20

20

18, 19

Sveising

Byrjanarstig

150

120

30

18

Blikkarbeiði

Byrjanarstig

20

20

Eftirmeting

72

24

32

16

1 - 17

Skemaløgd undurvísing

Framkomiðstig

96

96

1 - 17

Fyrireiking royndir o.a.

Framkomiðstig

22

22

1 - 17

Verklig sveinaroynd

Framkomiðstig

60

60

1 - 17

Ástøðilig sveinaroynd

Framkomiðstig

2

2

Yrkisvallærugreinar

Lærugreinaheiti

Lærugreinastig

Vegleiðandi pultstímar

120

Vallærugrein

Framkomiðstig

120

80

40

1980

720

720

360

180

Í myndini sæst hvat ella hvørji førleikamál í kapittul 3 í kunngerðini, lærugreinarnar styðja og í hvørjum skúlaskeiði frálæran í ymisku lærugreinunum fer fram. Býtið av lærugreinum millum skúlaskeiðini er vegleiðandi, og er lagt soleiðis til rættis, at undirvísingin í mest møguligan mun styðjar verkliga partin av útbúgvingini. Skúlin ásetur lutmál fyri frálæruna í hvørjum skúlaskeiði sær.

Almennar lærugreinar

Almennu lærugreinarnar fevna um ástøðiliga undirvísing, ið skal miða ímóti at menna tann almenna kunnleikan hjá næminginum og styðja undirvísingina í yrkislærugreinunum. Somuleiðis skulu almennu lærugreinarnar  í 4. skúlaskeiði fyrireika næmingin til framhaldandi útbúgving, og harvið styrkja persónliga menning, lestrarførleika og samfelagsfatan.

Lærugreinin alisfrøði skal geva næminginum vitan og innlit í alisfrøðilig fyribrigdi, hugtøk og arbeiðshættir, sum hava týdning fyri arbeiði innan yrki. sí leinki: http://www.namsaetlanir.net/node/93

Lærugreinin enskt skal menna førleikarnar hjá næminginum at samskifta á enskum máli um tær fakligu uppgávurnar, sum arbeitt verður við. Við hesum mennist orðavalið hjá næminginum  og næmingurin fær betur førleikar til at samskifta. Sí leinki: http://www.namsaetlanir.net/node/94

Lærugreinin føroyskt skal menna førleikarnar hjá næminginum at samskifta á føroyskum máli um tær fakligu uppgávurnar, sum arbeitt verður við. Við hesum mennist orðavalið hjá næminginum og næmingurin fær betur førleikar til at samskifta. Sí leinki: http://www.namsaetlanir.net/node/73

Lærugreinin støddfrøði er grundleggjandi fortreyt í øllum teimum uppgávum, sum næmingurin arbeiðir við. Serliga eru tað teir grundleggjandi førleikarnir, sum verða nýttir – flatamál/vídd, mongd, prísir, handilsrokning, brot, geometri, umframt meira framkomnir roknihættir so sum trigonometri. Sí leinki:

http://www.namsaetlanir.net/node/99

Yrkislærugreinir

Námsætlanirnar fyri einstøku yrkislærugreinarnar síggjast í fylgiskjali 1 til 13.

Yrkislærugreinarnar sermerkja læruna til maskinsmið og skulu veita almennan kunnleika og fakligan yrkisførleika. Partar av yrkislærugreinunum eru serlærugreinar, ið eru á hægsta fakliga stigi innan yrki og fata tær um verkliga og ástøðiliga undirvísing, sum skal miða ímóti at veita næminginum serligan yrkisførleika sum maskinsmiður.

Avriksmátini fyri yrkislærugreinarnar eru í trimum stigum, so til ber er at gera ein karm um lýsing, skjalprógvan og sýning av stigunum og framgongdini í undirvísingini í mun til uppgávurnar. Arbeitt verður á trimum stigum, ið vísa til torleikastigi í námsætlanunum: byrjanarstig, vanastig og framkomið stig:

Byrjanarstig: Næmingurin dugir at loysa eina uppgávu og arbeiða í vandum førum ella út frá einum kendum greiðsluevni ella hann dugir at gera torførari arbeiði við vegleiðing. Á hesum stigi verður dentur lagdur á persónligar førleikar til at seta seg inn í grundleggjandi kunnleika- og hegnisøki í útbúgvingini, og førleikar til at menna ábyrgd og grundarlag til framhaldandi læring. Á byrjanarstigi skal sjálvstøði somuleiðis verða grundfest í samband við at uppgávur verða loystar.

Vanastig: Næmingurin dugir at tilrættarleggja og loysa eina uppgávu við vandum ella kendum greiðsluevnum og umhvørvi, sjálvstøðugt og í samstarvi við onnur. Á hesum stigi verður dentur lagdur á persónligar førleikar til sjálvstøðugt at seta seg inn í torskildari greiðsluevni og at samskifta við onnur um loysnirnar. Afturat hesum verður dentur lagdur á smidleika og tillagingarevni.

Framkomið stig: Næmingurin dugir at meta um ein trupulleika, tilrættisleggja, loysa og fremja eina uppgávu ella at loysa ein trupulleika, eisini í óvandum førum – einsamallur ella í samstarvið við onnur – við atliti at uppgávuni. Á hesum stigi verður dentur lagdur á persónligar førleikar til sjálvstøðugt at taka ábyrgd og at sýna virkisanda til sjálvur at orða og loysa fakligar og sosialar uppgávur og trupulleikar. Afturat hesum verður dentur lagdur á tilvitan um góðsku og skapanarevni.

Vallærugreinarnar skulu miða eftir at nøkta áhugamál næmingsins, at stuðla áhugan fyri framhaldandi útbúgving og at menna yrkis- og lestrarførleikan. Vallærugreinarnar skulu eisini stimbra vanligu førleikakrøvini og arbeiðsmøguleikarnar í samfelagnum.

Mynd 3 endurgevur málini fyri verkliga partin av útbúgvingini. Í myndini verður eisini víst á, hvat ella hvørji førleikamál í kapittul 3 í útbúgvingarkunngerðini, einstøku málini styðja.

Mynd 3: Førleikamál, ið verkliga læran styðjar

Málini fyri verkligu læruna styðja fylgjandi førleikamál.

Talmerkingin av førleikamálunum vísir til talmerkingina í útbúgvingarkunngerðini.

Mál fyri verkligu læruna

1,2,3,4,8,9,10,11,13,,17,19

Arbeiði við hondamboðum

1,2,4,5,8,9,10,11,13

Arbeiði við spóntakandi maskinum

1,2,4,10,17

Arbeiði við viðlíkahald

1,2,3,4,8,9,10,13,18,17,19

Arbeiði við skering, sveising og samanføringum

14,28,29

Arbeiði við rørbukking og plátubukking.

1,2,8,10,13,17,18

Arbeiði við mátitólum

1,2,3,4,8,9,13,16,17

Arbeiði við montasju

Fyri at náa førleikamálini fyri útbúgvingina skal læruplássið leggja verkligu læruna soleiðis til rættis, at næmingurin í mest møguligan mun fær høvi til at arbeiða við uppgávunum, sum nevndar eru í mynd 3.

Vavi av arbeiðsuppgávum á læruplássinum kann tó hava við sær, at næmingurin ikki fær høvi til at at arbeiða við øllum uppgávunum í verkligu læruni, heldur ikki innan fyri eitt ávíst tíðarskeið. Tað er tó ábyrgdin hjá læruplássinum at tryggja eina so fjølbroytta læru sum gjørligt, møguliga við at næmingurin ein part av lærutíðini er hjá einum útisetavirki og arbeiðir tvið teimum uppgávum, sum læruplássið ikki arbeiðir við.

Fyri at fylgja lærutilgongdini hjá næminginum skal næmingurin í lærutíðini í minsta lagi til 3 samrøður við læruplássi. Samrøðurnar hava fylgjandi endamál:

  1. Samrøða I er ein samrøða, har næmingurin og læruplássi leggja fram sínar væntanir til útbúgvingartíðina. Samrøðan eigur at verða hildin áðrenn royndartíðin á 3 mánaðir er úti.
  2. Samrøða II og III eru samrøður, har næmingurin og læruplássi taka saman um og eftirmeta útbúgvingargongdina higartil.

Til kapittul 3 – Førleikamál við útbúgvingarlok

Førleikamálini, sum næmingurin skal duga við lokna útbúgving eru ásett í kapittul 3 í útbúgvingarkunngerðini.

Til kapittul 4 – Sveinaroynd

Sveinaroyndin er partur av sveinaroyndarskeiðnum, ið skúlin skipar fyri og sum varir 5 vikur.

Kunngerð um próvtøkur í yrkislærugreinum og fremjingarreglur fyri yrkis- og sveinaroyndir er galdandi fyri fremjan av sveinaroyndini.

Fyri at innskriva seg til sveinaroyndarskeiði skal næmingurin hava staðið 1. – 3. skúlaskeið sambært ásetingunum í kunngerð um felags reglur fyri yrkisútbúgvingar og hava góðkendan lærusáttmála.

Umframt sjálva sveinaroyndina fevnir sveinaroyndarskeiði eisini um fyrireiking til sveinaroyndina, ið skúlin skipar fyri. Til fyrireiking fær næmingurin 96 pultstímar.

Skúlin leggur til rættis tíðarætlan fyri sveinaroyndarskeiði, ið næmingurin fær útflýggjaða, tá hann verður boðsendur at møta.

Sveinaroyndin fevnir um tveir høvuðspartar – ein ástøðiligan part og ein verkligan part.

Yrkisnevndin ger uppgávurnar til sveinaroyndina.

Skúlin skal tilnevna ein ansara at hava umsjón við sveinaroyndini. Ansari skal hava umsjón við ástøðiliga og verkliga partinum av sveinaroyndini, so næmingar m.a. ikki taka ímóti hjálp frá øðrum meðan arbeitt verður við sveinaroyndini, uttan so at talan er um eina serstøðu (m.a. orðblindni).

Ástøðiligi parturin av sveinaroyndini

Ástøðiligi parturin av sveinaroyndini fevnir um eina skrivliga roynd.

Til skrivligu royndina fær næmingurin 2 klokkutímar

Loyvdir hjálparmiðlar eru fylgiskjøl og lummaroknari, sum skúlin hevur góðkent.

Ein lærari og tveir metingardómarar døma skrivligu royndina.

Givið verður eitt próvtal fyri skrivligu royndina.

Fyri at standa ástøðiliga partin av sveinaroyndini skal næmingurin í minsta lagi hava fingið próvtali 02 fyri skrivligu royndina.

Verkligi parturin av sveinaroyndini

Verkligi parturin av sveinaroyndini fevnir um fýra handaligar uppgávur.

Fyri at standa verkliga partin, skal næmingurin hava fingið í minsta lagi 02 í einstøku pørtunum av royndini.

Tann verkliga uppgávan verður annaðhvørt gjørd einsæris ella í bólki.

Næmingurin ella bólkurin fær 45 klokkutímar til verkligu uppgávurnar og 20 minuttir til framløguna.

Skúlin ger av, nær royndin byrjar og endar, umframt hvørjar arbeiðstíðirnar eru.

Áðrenn verkliga royndin byrjar, skal ansarin býta út verkligu uppgávurnar og kunna næmingarnar um m.a.:

Næmingurin fær útflýggjaða eina uppgávuorðing, sum tekur støði í einum lærifyridømi.

Verkætlanin skal fevna um:

Fyri verkliga partin av sveinaroyndini geva lærarin og báðir metingardómararnir eitt felags próvtal fyri ávikavíst:

Fyri at standa verkliga partin av sveinaroyndini skal næmingurin í minsta lagi hava fingið próvtali 02 fyri verkligu royndirnar.

Endaligt sveinaroyndarpróvtal

Endaliga sveinaroyndarpróvtalið verður roknað sum eitt vektað miðaltal av próvtalinum fyri ástøðiliga

partin og próvtalinum fyri verkliga partin av sveinaroyndini.                                                                                                                                                                              Próvtalið fyri ástøðiliga partin skal vektast við ¼ og próvtalið fyri verkliga partin vektast við ¾

Í sveinaroyndini verður næmingurin mettur sambært niðanfyristandandi próvtalsstiga:

Próvtal

Merking

Lýsing

12

Fyri framúr gott avrik

Próvtali 12 verður givið fyri avrik, sum lýtaleyst ella mest sum lýtaleyst lýkur málini.

10

Fyri sera gott avrik

Próvtali 10 verður givið fyri sera gott avrik, ið við onkrum smávegis lýtum lýkur flestu málini.

7

Fyri gott avrik

Próvtali 7 verður givið fyri gott avrik, ið við nøkrum lýtum, væl lýkur málini.

4

Fyri hampiligt avrik

Próvtali 4 verður givið fyri hampiligt avrik, ið hevur fleiri grov lýti og ikki lýkur málini væl.

02

Fyri toluligt avrik, sum kann verða góðtikið

Próvtali 02 verður givið fyri toluligt avrik, ið akkurát stendur mát, og í minsta mun lýkur málini.

00

Fyri ikki nøktandi avrik

Próvtali 00 verður givið fyri ikki nøktandi avrik, ið ikki stendur mát og ikki lýkur málini.

-3

Fyri heilt vánaligt avrik

Próvtali -3 verður givið fyri heilt vánaligt avrik, sum als ikki kann verða góðtikið.

Tá ið liðugt er at próvdøma sveinaroyndina, skal oyðublað við endaligu próvtølunum fyri hvønn næming sær sendast til yrkisnevndina.

Yrkisnevndin útskrivar eftirfylgjandi næminginum sveinabræv, ið verður sent læruplássinum 2 – 3 vikur áðrenn lærutíðin hjá næminginum er liðug.

Sjúkrapróvtøka

Um næmingurin gerst sjúkur áðrenn ella meðan sveinaroyndin er, og ikki er førur fyri at greiða úr hondum sveinaroyndina, áseta skúlin og yrkisnevndin eina sjúkrapróvtøku skjótast gjørligt eftir at næmingurin er vorðin frískur.

Vegleiðing til næming, sum ikki stendur sveinaroyndina

Um næmingurin ikki stendur sveinaroyndina, skulu metingardómararnir beinanvegin boða skúlanum og yrkisnevndini frá hesum og geva eina stutta skrivliga frágreiðing um orsøkina til at næmingurin ikki stóð royndina. Metingarskjøl, sum eru útfylt á nøktandi hátt, kunnu góðgera frágreiðingina.

Skúlin skal hareftir skjótast gjørligt seta seg í samband við næmingin og læruplássi fyri at fáa greiði á, hví næmingurin ikki stóð royndina og fyri at greiða frá, hvørjar møguleikar næmingurin og læruplássi hava og fyri at finna út av hvat skal gerast víðari.

Um næmingurin og læruplássi eru samd um, at næmingurin skal fara til nýggja sveinaroynd og lærusáttmálin gongur út áðrenn næmingurin hevur staðið sveinaroyndina, skal lærusáttmálin leingjast so hann er galdandi alla sveinaroyndina. Leingjan av lærusáttmála verður gjørd á oyðublaði, ið er gjørt til hetta endamál.

Kærumøguleikar

Um næmingurin metir at fremjanin ella dømingin av sveinaroyndini ikki er nøktandi, kann hann í seinasta lagi 8 dagar eftir at hann er gjørdur kunnigur við úrslitið av sveinaroyndini, kæra málið til yrkisnevndina sbrt. kunngerð um próvtøkur í yrkislærugreinum og fremjingarreglur fyri yrkis- og sveinaroyndir. Kæran skal verða skrivlig og skal stílast til Yrkisdepilin.

Í samband við kærumál um sveinaroynd skulu metingardómararnir geva eitt ummæli av teimum fakligu spurningunum í kæruni. Metingarskjøl, sum eru útfylt á nøktandi hátt, kunnu góðgera frágreiðingina.

Til kapittul 5 – Gildiskoma

Námsskipanin er galdandi frá dd.md.20xx og er galdandi fyri næmingar, ið byrja skúlagongdina eftir 01. august 2013.

Fylgiskjal 1

Námsætlan í lærugreinini

Spóntakandi arbeiði

 

Lærugreinabólkur: Yrkislærugrein

Avriksmát: Framkomið stig

Vegleiðandi tímatal: 292

Lýsing av lærugreinini:

 

Førleikamál fyri lærugreinina:

 

 Lærugreinin styðjar fylgjand førleikamál sambært útbúgvingarkunngerðini:

Førleikamál:         Metal:                 § 1 nr. 1, 2

Sergrein:        § 13 nr.  2,3,5,8-11,13,17

 

Próvtøka / eftirmeting:

Fylgiskjal 2

Námsætlan í lærugreinini

Maskinástøði

 

Lærugreinabólkur: Yrkislærugrein

Avriksmát: Framkomið stig

Vegleiðandi tímatal: 130

Lýsing av lærugreinini:

 

Førleikamál fyri lærugreinina:

            maskinfakið, maskinum, mátitólum og arbeiðshættum, neyðugum formlum,

            rokniamboðum, herundir umhvørvið/reingerð, viðlíkahald og trygd.

                viðkomandi kunnleika, spesifikatiónir, tekningar, dokumentatiónsmannagongdir og

            lýsingar til at loysa einklar arbeiðsuppgávur.

 

Lærugreinin styðjar fylgjand førleikamál sambært útbúgvingarkunngerðini:

Førleikamál:         Metal:                 § 1 nr. 1, 2

Sergrein:        § 13 nr. 1-17

 

 Próvtøka / eftirmeting:

Fylgiskjal 3

Námsætlan í lærugreinini

Montasja

 

Lærugreinabólkur: Yrkislærugrein

Avriksmát: Framkomið stig

Vegleiðandi tímatal: 120

Lýsing av lærugreinini:

Tryggja at næmingurin í støði í individuellu læruni í grundskeiðnum, arbeiður víðari og breiðkar sítt fakliga og almenna støði innan maskinfakið.

Førleikamál fyri lærugreinina:

 

Lærugreinin styðjar fylgjand førleikamál sambært útbúgvingarkunngerðini:

Førleikamál:         Metal:                 § 1 nr. 1, 2

Sergrein:        § 13 nr. 2,3,8-11,16,17

 

Próvtøka / eftirmeting:

Eftirmeting verður gjørd í samband við yrkisroyndirnar.

Fylgiskjal 4

Námsætlan í lærugreinini

CNC-tøkni

 

Lærugreinabólkur: Yrkislærugrein

Avriksmát: Byrjanar stig

Vegleiðandi tímatal: 50

Lýsing av lærugreinini:

          ISO kodum.

Førleikamál fyri lærugreinina:

 

 

Lærugreinin styðjar fylgjand førleikamál sambært útbúgvingarkunngerðini:

Førleikamál:         Metal:                 § 1 nr. 1, 2

Sergrein:        § 13 nr. 2,3,8,9,10,12,13,17

 

Próvtøka / eftirmeting:

Fylgiskjal 5

Námsætlan í lærugreinini

Stýringstøkni

 

Lærugreinabólkur: Yrkislærugrein

Avriksmát: Vana stig

Vegleiðandi tímatal: 58

Lýsing av lærugreinini:

 

Førleikamál fyri lærugreinina:

 

Lærugreinin styðjar fylgjand førleikamál sambært útbúgvingarkunngerðini:

Førleikamál:         Metal:                 § 1 nr. 1, 2

Sergrein:        § 13 nr.  2,3,7,17

 

Próvtøka / eftirmeting:

Fylgiskjal 6

Námsætlan í lærugreinini

Amboðslæra

 

Lærugreinabólkur: Yrkislærugrein

Avriksmát: Framkomið stig

Vegleiðandi tímatal: 50

Lýsing av lærugreinini:

tryggan hátt.

Førleikamál fyri lærugreinina:

 

 

Lærugreinin styðjar fylgjand førleikamál sambært útbúgvingarkunngerðini:

Førleikamál:         Metal:                 § 1 nr. 1, 2

Sergrein:        § 13 nr.  8-10,13,17

 

 

Próvtøka / eftirmeting:

Fylgiskjal 7

Námsætlan í lærugreinini

Tilfarslæra

 

Lærugreinabólkur: Yrkislærugrein

Avriksmát: Vana stig

Vegleiðandi tímatal: 24

Lýsing av lærugreinini:

tilfar, í eru viðkomandi í yrkisfakligum høpi, í frálæruni verður dentur lagdur á fatanina hjá lærlinginum av ymiskum tilfari, eginleikum, nýtsluøkjum og trygdina í samband við nýtslu av ymiskum evnum / tilfari. Støðið verður tikið í yrkisfakligari ástøði.

 

Førleikamál fyri lærugreinina:

Lærugreinin styðjar fylgjand førleikamál sambært útbúgvingarkunngerðini:

Førleikamál:         Metal:                 § 1 nr. 1, 2

Sergrein:        § 13 nr. 2, 8, 17

 

Próvtøka / eftirmeting:

Fylgiskjal 8

Námsætlan í lærugreinini

Tekning

 

Lærugreinabólkur: Yrkislærugrein

Avriksmát: Vanað stig

Vegleiðandi tímatal: 70

Lýsing av lærugreinini:

Førleikamál fyri lærugreinina:

 

Lærugreinin styðjar fylgjand førleikamál sambært útbúgvingarkunngerðini:

Førleikamál:         Metal:                 § 1 nr. 1, 2

Sergrein:        § 13 nr. 2,3,17

 

 

Próvtøka / eftirmeting:

Fylgiskjal 9

Námsætlan í lærugreinini

CAD-tekniforrit

 

Lærugreinabólkur: Yrkislærugrein

Avriksmát: Vana stig

Vegleiðandi tímatal: 36

Lýsing av lærugreinini:

 

Førleikamál fyri lærugreinina:

 

 

Lærugreinin styðjar fylgjand førleikamál sambært útbúgvingarkunngerðini:

Førleikamál:         Metal:                 § 1 nr. 1, 2

Sergrein:        § 13 nr. 2,3,6,17

 

Próvtøka / eftirmeting:

Fylgiskjal 10

Námsætlan í lærugreinini

Sveising

 

Lærugreinabólkur: Yrkislærugrein

Avriksmát: Vana stig

Vegleiðandi tímatal: 150

Lýsing av lærugreinini:

standardum, íroknað mekanisk og termisk skering, sveising og lodding við meira.

Førleikamál fyri lærugreinina:

 

 

Lærugreinin styðjar fylgjand førleikamál sambært útbúgvingarkunngerðini:

Førleikamál:         Metal:                 § 1 nr. 1, 2

Sergrein:        § 13

 

Próvtøka / eftirmeting:

Fylgiskjal 11

Námsætlan í lærugreinini

Smiðjuástøði

 

Lærugreinabólkur: Yrkislærugrein

Avriksmát: Vana stig

Vegleiðandi tímatal: 68

Lýsing av lærugreinini:

 

Førleikamál fyri lærugreinina:

            smiðjufakið, maskinum, mátitólum og arbeiðshættum, neyðugum formlum,

            rokniamboðum, herundir umhvørvið/reingerð, viðlíkahald og trygd.

                viðkomandi kunnleika, spesifikatiónir, tekningar, dokumentatiónsmannagongdir og

            lýsingar til at loysa einklar arbeiðsuppgávur.

 

Lærugreinin styðjar fylgjand førleikamál sambært útbúgvingarkunngerðini:

Førleikamál:         Metal:                 § 1 nr. 1, 2

Sergrein:        § 13 nr. 18, 19

 

 Próvtøka / eftirmeting:

Fylgiskjal 12

Námsætlan í lærugreinini

Eldsløkking

 

Lærugreinabólkur: Yrkislærugrein (arbeiðsumhvørvi)

Avriksmát: Grund skeið

Vegleiðandi tímatal: 8

Lýsing av lærugreinini:

 

Førleikamál fyri lærugreinina:

Undirvíst verður í eldsløkking samsvarandi leiðreglum hjá “Brand og Sikringsteknisk Forum” (BSF). Undirvísari skal hava fullgilt “instruktørprógv” fyri at undirvísa í eldsløkking:

 

Próvtøka / eftirmeting:

Fylgiskjal 13

Námsætlan í lærugreinini

Fyrstahjálp

 

  

Lærugreinabólkur: Yrkislærugrein (arbeiðsumhvørvi)

Avriksmát: Grund skeið í fyrstuhjálp

Vegleiðandi tímatal: 12 (tað til ein og hvørja galdandi hjá Dansk Rødekors.)

Lýsing av lærugreinini:

Førleikamál fyri lærugreinina:

Undirvíst verður í fyrstuhjálp samsvarandi leiðreglum hjá Dansk Rødekors – Dansk Førstehjælpsråd  (DFR). Undirvísari skal hava fullgilt “instruktørprógv” fyri at kunna undirvísa í fyrstuhjálp.

Próvtøka / eftirmeting: