Til kapittul 1 – Um útbúgvingina

Til kapittul 2 – Útbúgvingartíð, bygnaður og innihald

TILFEINGISLÆRA

TÓVIRKISAMBOÐ

TILFARSLÆRA

DOKUMENTATIÓN

ARBEIÐSUMHVØRVIÐ

RÁVØRUMENNING

VØRUFRAMLEIÐSLA

BÚFRÖÐI

ÚRTØKUMENTAN -vallærugrein

FYRSTUHJÁLP OG ELDSLØKKING

STARVSVENJING

                                            


Til kapittul 1 – Um útbúgvingin

Endamálið við útbúgvingini er ásett í kapittul 1 í útbúgvingarkunngerðini.

§1, Útbúgvingin, tilvirkisatstøðingur, er støðið undir víðari tøkniligari útbúgving og endar við sjálvstøðugum prógvi.

   Stk. 2. Yvirskipaða endamálið við útbúgvingini er at geva næminginum gjøgnum skúlagongd vitan og førleika innan hesi yvirskipaðu førleikaøki:

1)

At vera førur fyri at samskifta fakliga og persónliga,

2)

at taka fyrilit fyri arbeiðsumhvørvi við atliti at uppgávum á útbúgvingarøkinum,

3)

at virka og samvirka í toymum og loysa faklig mál sjálvstøðugt ella í toymi,

4)

at duga at arbeiða við fyriliti fyri arbeiðsumhvørvi, trygd og tíðarnýtslu,

5)

at sýna innovativar og kreativar førleikar í sambandi við føroyskt tilfeingi,

6)

at nema sær kunnleika um kunningartøkniligu amboðini innan útbúgvingarøkið,

7)

at nema sær kunnleika um arbeiðshættir, røtt amboð og rættan útbúnað,

8)

at hava førleika at sniðgeva og vørumenna framleiðslu innan útbúgvingarøkið,

9)

at hava førleika at fremja sjálvstøðugt innaneftirlit,

10)

at nema sær kunnleika um útlendska og serliga føroyska mentan og siðvenju innan tilvirkisyrkið og

11)

at gagnnýta ástøðiligu vitanina í starvsvenjingarpartinum av útbúgvingini.

Til kapittul 2 – Útbúgvingartíð, bygnaður og innihald

Útbúgvingin tekur 2 ár á Tekniska skúla í Tòrshavn.

Skúlagongdin verður skipað samsvarandi mynd 1

.

Mynd 1: Skipan av skúlagongd og longd á skúlaskeiðum

 

Skúlaár

Vikur

1. skúlaárið

40

2. skúlaárið

40

Til samans

80

 

 

 

 

 

 

Almennar lærugreinir

1.

árið

2.

árið

Enskt C

125

0

Myndlist C

0

105

Føroyskt C

140

0

Kunningar, samskiftistøkni  

80

25

Støddfrøði C

175

0

Stílmenning C

0

140

Tilsamans

520

270

 

Undirvísing, venjingar- og verkætlanaruppgávur í samlaðu

 útbúgvingargongdini í yrkis-/vallærugreinum

býtt yvir 1. og 2. árið

 

Yrkis-/vallærugr

1. árið

Tímar

 

2. árið

Tímar

Tilfeingislæra

Sambært  námsætlanina

í fylgiskjali 1:

120

 

 

120

Tóvirkisamboð

Sambært  námsætlanina

í fylgiskjali 2:

88

 

 

 

120

Tilfarslæra

 

Sambært  námsætlanina

í fylgiskjali 3:

 

120

 

120

Dokumentatión

Sambært  námsætlanina

í fylgiskjali 4: 

80

 

88

Arbeiðsumhvørvi

Sambært  námsætlanina

í fylgiskjali 5: 

12

 

18

Rávørumenning

Sambært  námsætlanina

í fylgiskjali 6: 

120

 

120

Vøruframleiðsla

Sambært  námsætlanina

í fylgiskjali 7: 

120

Búðfrøði

Sambært  námsætlanina

í fylgiskjali 8: 

80

120

Úrtøkumentan (valfak)

Sambært  námsætlanina

í fylgiskjali 9: 

60

 

 

120

1. hjálp og eldsløkking

Sambært  námsætlanina

í fylgiskjali 10: 

16

 

                                                                                                

 Venjing/Verkætlan

Sambært  námsætlanina

í fylgiskjali 11:  

1. árið

Tímar

 

2. árið

Tímar

Verkætlanir

70

 

70

Starvsvenjing

72

72

Endalig roynd

36

36

Fylgiskjal 1

Námsætlan í yrkislærugreinini

TILFEINGISLÆRA

Tímatal: 240

Undirvísingarmál:

Endamálið við lærugreinini  tilfeingislæru er, at næmingur:

Førleikamál:

Úrslitið av undirvísingini eigur at verða, at næmingur:

Eftirmeting / próvtøka:

- Støðumet og ársmet verða givin, samanber § 7, stk. 2 í kunngerðini.

- Próvtøka í lærugreinini er partur av próvtøkuni í verkætlanini,

  samanber § 10, stk. 3 í kunngerðini.

Viðmerkingar:

Endamálið við fakinum er, at næmingar skulu læra, hvat tilfeingi vit hava, og her verður hugsa um tilfeingi í einum víðari høpi. Eisini hvussu hetta kann umsetast við hjálp av tóvirkisamboðum, til møguliga úrtøku, sum vit ikki hava hugsað um enn. Broytingar í umhvørvinum og nýgg hugskot, sum kunnu hava stóra ávirkan á tilfeingið, eiga at vera tikin við í metingunum av fakinum. Grundarlagið skal vera ein fleksibul útbúgving, sum tekur støði í teimum ráevnum og handfaran av ráevnum, sum vit til eina og hvørja tíð kunnu brúka.

Fylgiskjal 2

Námsætlan í yrkislærugreinini

TÓVIRKISAMBOÐ

Tímatal: 208

Undirvísingarmál:

Endamálið við lærugreinini  tóvirkisamboð er, at næmingur:

Førleikamál:

Úrslitið av undirvísingini eigur at verða, at næmingur:

Eftirmeting / próvtøka:

- Støðumet og ársmet verða givin, samanber § 7, stk. 2 í kunngerðini.

- Próvtøka í lærugreinini er partur av próvtøkuni í verkætlanini,

  samanber § 10, stk. 3 í kunngerðini.

Viðmerkingar:

Endamálið við fakinum er, at næmingar skulu læra at velja, brúka og rökja röttu amboð til at framleiða rávöru til lidna vöru eftir givnum dygdarkriterium og spesifikatiónum.


Fylgiskjal 3

Námsætlan í yrkislærugreinini

TILFARSLÆRA

        

Tímatal: 240

Undirvísingarmál:

Endamálið við lærugreinini tilfarslæra er, at næmingur:

Lærugreinin skal birta undir, at næmingar tilogna sær vitan um tilfar, herundir um uppruna, bygnað, eginleikar og nýtslumøguleikar. Eisini skulu næmingar kunna hava fyritreytir til at skilja tær tilgongdir, ið knýta seg til nýtsluna av tilfarinum.

Undirvísingin fatar um ástøðiliga gjøgnumgongd av grundleggjandi pørtum og meginreglum umframt praktiskum uppgávum, har næmingar nýta innlæringina í sambandi við undirvísingina í tænastu- og framleiðsluuppgávum. Undirvísingin fevnir um hesi evni:

Tann ástøðiligi parturin av tilfarsteknologiini verður umrøddur á einum stigi, sum miðar í móti, at næmingar kunnu velja, handfara og nýta viðkomandi tilfar innan virkisøki. Støðið verður tikið í yrkisfakligum evnum ella spurningum, sum innihalda ymiskt tilfar ella evni.

Í teimum praktisku uppgávunum verður støðið tikið í rávørum, sum eru viðkomandi inn yrkisøkið. Tey grundleggjandi elementini og meginreglurnar í tilfarsteknologiini, herundur teir alisfrøðiligu og evnafrøðiligu eginleikarnir, verða lýst við dømum í framleiðsluuppgávum.

Undirvíst eigur at verða soleiðis, at næmingar við støði í givnum reglum og sundurgreiningum av einari vøru duga at meta og raðfesta, um vøran er egnað og hóskandi út frá hesum krøvum: Dygd, umhvørvislig atlit, viðgerarmøguleikar og fíggjaratlit.

Førleikamál:

Úrslitið av undirvísingini eigur at verða, at næmingur:

Eftirmeting / próvtøka:

- Støðumet og ársmet verða givin, samanber § 7, stk. 2 í kunngerðini..

- Próvtøka í lærugreinini er partur av próvtøkuni í verkætlanini,

  samanber § 10, stk. 3 í kunngerðini.


Fylgiskjal 4

Námsætlan í yrkislærugreinini

DOKUMENTATIÓN

(PORTFOLIE)

Tímatal: 168

Undirvísingarmál:

Endamálið við lærugreinini dokumentatión/portfolie er, at næmingur:

Arbeit verður við uppsetan av arbeiðismappu, framløgu av einkultum produktum/prjojektum.

Førleikamál:

Úrslitið av undirvísingini eigur at verða, at næmingur:

Eftirmeting / próvtøka:

- Støðumet og ársmet verða givin, samanber § 7, stk. 2 í kunngerðini..

- Próvtøka í lærugreinini er partur av próvtøkuni í verkætlanini,

  samanber § 10, stk. 3 í kunngerðini.


Fylgiskjal 5

Námsætlan í yrkislærugreinini

ARBEIÐSUMHVØRVIÐ

Tímatal: 30

        

Undirvísingarmál:

Endamálið við lærugreinini arbeiðsumhvørvi er, at næmingur:

Undirvíst verður í eyðmerking og fyribyrgjan av spurningum við atliti at arbeiðstreytaðum spenningum og skaðum, herundir arbeiðsstøður og arbeiðsrørslur, maskintrygd og kroppsligt og sinnisligt arbeiðsumhvørvi.

Undirvísingin tekur støðið í fakligum spurningum innan virkisøkið og fatar um útlitini og sambandi teirra millum, so sum:

Førleikamál:

Úrslitið av undirvísingini eigur at verða, at næmingur:

Eftirmeting / próvtøka:

- Próvtøka í lærugreinini er partur av próvtøkuni í verkætlanini,

  samanber § 10, stk. 3 í kunngerðini.


Fylgiskjal 6

Námsætlan í yrkislærugreinini

RÁVØRUMENNING

                                

        

Tímatal: 240

Undirvísingarmál:

Endamálið við lærugreinini rávørumenning er, at næmingur:

Hugt verður afturum produktinum og hvussu alt hongur saman stig fyri stig

í sambandi við eina framleiðslu.

        

Førleikamál:

Úrslitið av undirvísingini eigur at verða, at næmingur:

Eftirmeting / próvtøka:

- Støðumet og ársmet verða givin, samanber § 7, stk. 2 í kunngerðini.

- Próvtøka í lærugreinini er partur av próvtøkuni í verkætlanini,

  samanber § 10, stk. 3 í kunngerðini.


Fylgiskjal 7

Námsætlan í yrkislærugreinini

VØRUFRAMLEIÐSLA

Tímatal: 120

Undirvísingarmál:

Endamálið við lærugreinini vøruframleiðsla er, at næmingur:

        Í undirvísingini verður so vítt til ber vitja á viðkomandi fyritøkum, so næmingurin fær eitt

        betur innlit í, hvussu vinnan arbeiðir í sambandi við vøruframleiðslu.

Førleikamál:

Úrslitið av undirvísingini eigur at verða, at næmingur:

Eftirmeting / próvtøka:

- Støðumet og ársmet verða givin, samanber § 7, stk. 2 í kunngerðini.

- Próvtøka í lærugreinini er partur av próvtøkuni í verkætlanini,

  samanber § 10, stk. 3 í kunngerðini.


Fylgiskjal 8

Námsætlan í yrkislærugreinini

BÚFRÖÐI

Tímatal: 200

Undirvísingarmál:

Endamálið við lærugreinini er, at næmingur:

Førleikamál:

Úrslitið av undirvísingini eigur at verða, at næmingur:

Eftirmeting / próvtøka:

- Støðumet og ársmet verða givin, samanber § 7, stk. 2 í kunngerðini.

- Próvtøka í lærugreinini er partur av próvtøkuni í verkætlanini,

  samanber § 10, stk. 3 í kunngerðini.

Viðmerkingar:

Endamálið við fakinum er, at næmingar skulu læra, hvat livandi verur blíva til og hvussu tær vaksa og hvat neringurin til gróður kemur frá. Tey lesandi skulu skilja ta óendaligu ringrás, sum öll náttúran er, og at tað ber til at taka burturav, uttan at skala náttúrun; at tað faktiskt er betur fyri náttúruna, at vit taka burturav henni og gagnnýta tað enn at tað bara liggur fyri einki og endar í teimum náttúrligu sveiggjunum, sum koma av ovbiti og ovveiðu.

Her dentur eigur at leggjast á at vísa teimum lesandi umhvörvið sum eina heild, sum kastar eina mongd av virðum av sær, har tað bert er hugflogið hjá næmingunum, sum setur mark fyri, hvat avkastið kann brúkast til.

Fylgiskjal 9

Námsætlan í yrkislærugreinini

ÚRTØKUMENTAN -vallærugrein

(Føroysk/fremmand)

Tímatal: 180

Undirvísingarmál:

Endamálið við lærugreinini úrtøkumentan er, at næmingur:

troyggjur, undirklæði, brossjur, o.m.a., og

og -siðvenju.

Førleikamál:

Úrslitið av undirvísingini eigur at verða, at næmingur:

Eftirmeting / próvtøka:

- Próvtøka í lærugreinini er partur av próvtøkuni í verkætlanini,

  samanber § 10, stk. 3 í kunngerðini.


Fylgiskjal 10

Námsætlan í yrkislærugreinini

FYRSTUHJÁLP OG ELDSLØKKING 

 

Tímatal:

- 16 tímar fyrra árið

 

Undirvísingarmál:

Endamálið við lærugreinini fyrstuhjálp og eldslókking er, at næmingur:

- Lærir at halda lív í ella fáa lív aftur í persón eftir vanlukku ella brádligari sjúku til bjargingarfólk ella lækni kemur á staðið,

- lærir hvussu ein skal bera seg at, um eldur er í við einføldum hjálparmiðlum og –hættum, og

-  lærir at vera førur fyri at sløkkja smærri eldar og forða eldi í at breiða seg.

 

Førleikamál:

Úrslitið av undirvísingini í fyrstuhjálp (leiðreglur hjá DFR) skal gera, at næmingur:

         

Úrslitið av undirvísingini í eldsløkking  (leiðreglur hjá BSF) skal gera, at næmingur:

 

Undirvíst verður í fyrstuhjálp samsvarandi leiðreglunum hjá ”Dansk Førstehjælpsråd” (DFR) og í eldsløkking samsvarandi leiðreglunum hjá ”Brand og sikringsteknisk Forum” (BSF). Lærari skal hava fullgilt ”instruktørprógv” fyri at kunna undirvísa í fyrstuhjálp og í eldsløkking og standa á listanum hjá ”Dansk Førstehjælpsråd”.

 

Próvtøka / eftirmeting:

-  Í fyrstuhjálp fer próvtøkan fram samsvarandi reglunum hjá ”Dansk Førstehjælpsråd”

- Í eldsløkking fer próvtøkan fram samsvarandi reglunum hjá ”Brand og sikringsteknisk Forum”.

Fylgiskjal 11

Námsætlan fyri

STARVSVENJING

Tímatal: 144        

Starvsvenjingarmál:

Endamálið við starvsvenjingini er, at næmingur:

Meginreglan fyri at kunna taka tilfeingis-atstøðisnæming í starvsvenjing er, at stovnur ella fyritøka hevur fólk í starvi við útbúgving innan tilfeingisyrkið.

Skúlin skipar fyri starvsvenjingini hjá næmingunum og tekur avgerð um, um ein stovnur ella fyritøka lýkur omanfyri nevndu krøv sum starvsvenjingarpláss.

Førleikamál:

Eftirmeting / próvtøka:

Tað er eingin eftirmeting ella próvtøka av starvsvenjingini.