Námsskipan fyri smiðjuútbúgvingina

Útgávudagur: 1. august 2013

Yrkisnevndin hevur givið út sambært kunngerð nr. 76 frá 3 juni 2013 um metalútbúgvingar við sergrein.

Fyrisiting hjá yrkisnevndini er Yrkisdepilin:

Yrkisdepilin

Hoyvíksvegur 72

Postboks 3279

FO-110 Tórshavn

Telefon 30 65 60

Telefaks 30 65 64

www.yrkisdepilin.fo

yrkisdepilin@yrkisdepilin.fo

Skúlin, sum bjóða skúlagongdina í útbúgvingini er:

Tekniski skúlin í Tórshavn

Smiðjugerði 1

Postboks 3239

FO 110-Tórshavn

Telefon 73 80 50

Telefaks 73 80 60

www.tst.fo

tst@skulin.fo

Til ber at venda sær til Yrkisdepilin og skúlan við spurningum um útbúgvingina og fyri at fáa meiri kunning um útbúgvingina.

Um ósamsvar er millum námsskipanina og útbúgvingarkunngerðina, so er tað altíð  útbúgvingarkunngerðin, sum er galdandi!

Til kapittul 1 – Um útbúgvingin

Endamálið við útbúgvingini er ásett í kapittul 1 í útbúgvingarkunngerðini.

Til kapittul 2 – Útbúgvingartíð, bygnaður og innihald

Útbúgvingin tekur 4 ár, og er lutað sundur í verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd.

Skúlagongdin í útbúgvingini, íroknað eitt sveinaroyndarskeið er 55 vikur. Skúlagongdin er lutað í

trý skúlaskeið og eitt sveinaroyndarskeið.

Fyri at halda fram á 3. skúlaskeiði skal næmingurin hava almennar lærugreinar á C-stigi. Tó er kravið um C-stig ikki neyðugt, um næmingurin hevur ein lærusáttmálað.

Skúlagongdin verður skipað samsvarandi mynd 1.

Mynd 1: Skipan av skúlagongd og longd á skúlaskeiðum

Vikur

Skúlaskeið/stig

E

1. skúlaskeið

20

2. skúlaskeið

20

3. skúlaskeið

10

Sveinaroyndarskeið

5

Til samans

55

Útbúgvingin kann enda við fylgjandi sergreinum.

  1. Kleinsmíð
  2. Rustfastur kleinsmiður
  3. Rørsmiður
  4. Blikksmiður
  5. Sveisari (styttri útbúgving)

Næmingar, sum hava staðið 1. og 2. skúlaskeið við nóg góðum úrsliti, kunnu eisini taka eitt 4. skúlaskeið. Hetta skúlaskeiðið kann eisini takast eftir lokna yrkisútbúgving. 4. skúlaskeið er 40 vikur, og er innihaldsliga tillaga soleiðis, at næmingarnir sjálvir velja ávísar almennar lærugreinar á C- stigi, ið geva møguleika til víðari lesnað. Sí meira um 4. skúlaskeið í námsæltan í Mentamálaráðið gevur út. sí leinki ….........

Til ber at byrja útbúgvingina við ella við ongum lærusáttmála. Um næmingurin byrjar útbúgvingina við ongum lærusáttmála, byrjar útbúgvingin við skúlagongd. Ger næmingurin lærusáttmála meðan hann gongur í skúla, verður lærutíðin roknað frá tí degi, skúlaskeiði, sum hann er í gongd við, er liðugt. Næmingurin fær tó góðskriva skúlaskeiðið, tá lærutíðin byrjar.

Hevur næmingurin arbeiðsroyndir ella aðra yrkisútbúgving, áðrenn hann byrjar í læru, kann lærutíðin verða stytt sambært meginreglum fyri stytting í lærusáttmála. Yrkisnevndin tekur avgerð um møguliga stytting av lærutíðini eftir umsókn frá sáttmálapørtunum.

Skúlagongdin í útbúgvingini fevnir um almennar lærugreinar, yrkislærugreinar og vallærugreinar. Í mynd 2 eru lærugreinarnar endurgivnar.

Mynd 2: Førleikamál, ið lærugreinarnar styðja

Lærugreinin styðjar fylgjandi førleikamál.

Talmerkingin av førleikamálunum vísir til talmerkingina í útbúgvingarkunngerðini.

1.

skúlaskeið

20 vikur

2.

skúlaskeið

20 vikur

3.

skúlaskeið

10 vikur

4.

Sveinaroynd

5 vikur

Lærugreinaheiti

Lærugreinastig

Vegleiðandi pultstímar

360

Alisfrøði

E

72

72

Enskt

E

72

72

Føroyskt

E

72

72

Støddfrøði

E

72

72

Vallærugrein (Evnafrøði)

E

72

72

Lærugreinaheiti

Lærugreinastig

Vegleiðandi pultstímar

1500

Móttøka/samansjóðing

16

16

Brandskeið

Byrjanarstig

8

8

Fyrstahjálp

Byrjanarstig

12

12

Arbeiðsumhvørvi

Byrjanarstig

16

16

Tilfarðslæra

Vanastig

24

16

8

Amboðslæra

Vanastig

50

50

Spóntakandi arbeiði

vanastig

180

100

80

Montasja

byrjunarstig

72

72

Stýringstøkni

Byrjunarstig

14

14

Maskinástøði

Framkomið stig

90

54

36

CNC-tøkni

Byrjanarstig

22

14

8

Tekning

framkomið stig

140

30

40

40

30

CAD tekniforrit

Vanastig

24

12

12

Smiðjuástøði

framkomið stig

138

28

40

40

30

Smiðjuarbeiði

Framkomið stig

372

30

78

164

100

Rørarbeiði

Byrjanarstig

20

20

Sveising

Framkomið stig

210

120

30

40

20

Blikkarbeiði

Byrjanarstig

20

20

Eftirmeting

72

24

32

16

Lærugreinaheiti

Lærugreinastig

Vegleiðandi pultstímar

 120

Motor

Framkomið stig

120

80

40

Sveising

Framkomið stig

120

80

40

Blikkarbeiði

Framkomið stig

120

80

40

1980

720

720

360

180

Í myndini sæst hvat ella hvørji førleikamál í kapittul 3 í kunngerðini, lærugreinarnar styðja og í hvørjum skúlaskeiði frálæran í ymisku lærugreinunum fer fram. Býtið av lærugreinum millum skúlaskeiðini er vegleiðandi, og er lagt soleiðis til rættis, at undirvísingin í mest møguligan mun styðjar verkliga partin av útbúgvingini. Skúlin ásetur lutmál fyri frálæruna í hvørjum skúlaskeiði sær.

Almennar lærugreinar

Almennu lærugreinarnar fevna um ástøðiliga undirvísing, ið skal miða ímóti at menna tann almenna kunnleikan hjá næminginum og styðja undirvísingina í yrkislærugreinunum. Somuleiðis skulu almennu lærugreinarnar  í 4. skúlaskeiði fyrireika næmingin til framhaldandi útbúgving, og harvið styrkja persónliga menning, lestrarførleika og samfelagsfatan.

Lærugreinin alisfrøði skal geva næminginum vitan og innlit í alisfrøðilig fyribrigdi, hugtøk og arbeiðshættir, sum hava týdning fyri arbeiði innan yrki. sí leinki: http://www.namsaetlanir.net/node/93

Lærugreinin enskt skal menna førleikarnar hjá næminginum at samskifta á enskum máli um tær fakligu uppgávurnar, sum arbeitt verður við. Við hesum mennist orðavalið hjá næminginum  og næmingurin fær betur førleikar til at samskifta. Sí leinki: http://www.namsaetlanir.net/node/94

Lærugreinin føroyskt skal menna førleikarnar hjá næminginum at samskifta á føroyskum máli um tær fakligu uppgávurnar, sum arbeitt verður við. Við hesum mennist orðavalið hjá næminginum og næmingurin fær betur førleikar til at samskifta. Sí leinki: http://www.namsaetlanir.net/node/73

Lærugreinin støddfrøði er grundleggjandi fortreyt í øllum teimum uppgávum, sum næmingurin arbeiðir við. Serliga eru tað teir grundleggjandi førleikarnir, sum verða nýttir – flatamál/vídd, mongd, prísir, handilsrokning, brot, geometri, umframt meira framkomnir roknihættir so sum trigonometri. Sí leinki:

http://www.namsaetlanir.net/node/99

Yrkislærugreinir

Námsætlanirnar fyri einstøku yrkislærugreinarnar síggjast í fylgiskjali 1 til 10.

Yrkislærugreinarnar sermerkja læruna til bilsmið og skulu veita almennan kunnleika og fakligan yrkisførleika. Partar av yrkislærugreinunum eru serlærugreinar, ið eru á hægsta fakliga stigi innan yrki og fata tær um verkliga og ástøðiliga undirvísing, sum skal miða ímóti at veita næminginum serligan yrkisførleika sum bilsmiður.

Avriksmátini fyri yrkislærugreinarnar eru í trimum stigum, so til ber er at gera ein karm um lýsing, skjalprógvan og sýning av stigunum og framgongdini í undirvísingini í mun til uppgávurnar. Arbeitt verður á trimum stigum, ið vísa til torleikastigi í námsætlanunum: byrjanarstig, vanastig og framkomið stig:

Byrjanarstig: Næmingurin dugir at loysa eina uppgávu og arbeiða í vandum førum ella út frá einum kendum greiðsluevni ella hann dugir at gera torførari arbeiði við vegleiðing. Á hesum stigi verður dentur lagdur á persónligar førleikar til at seta seg inn í grundleggjandi kunnleika- og hegnisøki í útbúgvingini, og førleikar til at menna ábyrgd og grundarlag til framhaldandi læring. Á byrjanarstigi skal sjálvstøði somuleiðis verða grundfest í samband við at uppgávur verða loystar.

Vanastig: Næmingurin dugir at tilrættarleggja og loysa eina uppgávu við vandum ella kendum greiðsluevnum og umhvørvi, sjálvstøðugt og í samstarvi við onnur. Á hesum stigi verður dentur lagdur á persónligar førleikar til sjálvstøðugt at seta seg inn í torskildari greiðsluevni og at samskifta við onnur um loysnirnar. Afturat hesum verður dentur lagdur á smidleika og tillagingarevni.

Framkomið stig: Næmingurin dugir at meta um ein trupulleika, tilrættisleggja, loysa og fremja eina uppgávu ella at loysa ein trupulleika, eisini í óvandum førum – einsamallur ella í samstarvið við onnur – við atliti at uppgávuni. Á hesum stigi verður dentur lagdur á persónligar førleikar til sjálvstøðugt at taka ábyrgd og at sýna virkisanda til sjálvur at orða og loysa fakligar og sosialar uppgávur og trupulleikar. Afturat hesum verður dentur lagdur á tilvitan um góðsku og skapanarevni.

Vallærugreinarnar skulu miða eftir at nøkta áhugamál næmingsins, at stuðla áhugan fyri framhaldandi útbúgving og at menna yrkis- og lestrarførleikan. Vallærugreinarnar skulu eisini stimbra vanligu førleikakrøvini og arbeiðsmøguleikarnar í samfelagnum.

Mynd 3 endurgevur málini fyri verkliga partin av útbúgvingini. Í myndini verður eisini víst á, hvat ella hvørji førleikamál í kapittul 3 í útbúgvingarkunngerðini, einstøku málini styðja.

Mynd 3: Førleikamál, ið verkliga læran styðjar fyri rørsmið

Málini fyri verkligu læruna styðja fylgjandi førleikamál.

Talmerkingin av førleikamálunum vísir til talmerkingina í útbúgvingarkunngerðini.

Mál fyri verkligu læruna

§ 16, 1r

vanligt installatiónsarbeiði við atliti at lógum og ásetingum, arbeiðshættum og mannagongdum,

§ 16, 2r

seta upp og stilla HVS stýringarskipanir og

veita kundavegleiðing,

§ 16, 3r

ráðgeva um orku optimering og alternativar

orkuhættir,

§16, 4r

gera HVS innleggingar umframt at uppseta,

umvæla og geva tænastu til oljuketlar og

varandi orkuinstallatiónir,

§ 16,5 r

fremja samankomingar í mun til galdandi

standardir,

§ 16,6 r

gera tilskeringar og evna til rættar-, skráa rog

heildarskurð í plátur, rør og tvørskurðir til

galdandi standardir,

§ 16, 7r

leggja til rættis og gera minni skap í plátu-,

rør- og stálprofilum í eini samlaðari framleiðslu-,

umvælingar og viðlíkahaldstilgongd,

§ 16, 8r

nýta brúkara og installatiónsvegleiðingar við støði í grundleggjandi vitan um góðskutrygging.

Mynd 4: Førleikamál, ið verkliga læran styðjar fyri Rustfastan kleinsmið

Málini fyri verkligu læruna styðja fylgjandi førleikamál.

Talmerkingin av førleikamálunum vísir til talmerkingina í útbúgvingarkunngerðini.

Mál fyri verkligu læruna

§ 16, 1rk

at leggja til rættis og gera minni skap í

plátu-, rør og stálprofilum í eini samlaðari

framleiðslu-, umvælingar- og

viðlíkahaldstilgongd,

§ 16, 2rk

at leggja til rættis og gera einfaldar

uppgávur við hondstýrdum og

maskinellum arbeiðshættum

§ 16, 3rk

at gera tilskeringar, og evna til rættar-,

skráar- og heildarskurð í plátur, rør og

tvørskurðir til galdandi standardir,

§ 16, 4rk

at fremja samlingar í eini framleiðsluætlan

í mun til galdandi standardir,

§ 16, 5rk

at montera og demontera lutir, maskinur

og installatiónir,

§ 16, 6rk

at viðlíkahalda framleiðslutól,

§ 16, 7rk

at gera eftirlitsmátingar í mun til givnar

standardir,

§ 16, 8rk

at leggja til rættis og gera samansettar

framleiðslu uppgávur í rustfríðum stáli, til

hetta hoyrir eisini CAD forritan og brúk

av CNC- stýrdum maskinum,

§ 16, 9rk

at velja út og fremja egnaðar arbeiðshættir

til at skera og forma skurð í plátur, rør og

tvørskurðir við atliti at galdandi

standardum,

§ 16, 10rk

at velja út og fremja egnaðar

samankomingarhættir av rustfríum tilfari,

§ 16, 11rk

at leggja til rættis og fremja samansetingar

av forgreiningum og bukkingum í rørum í

rustføstum stáli í mun til galdandi

standardir,

§ 16, 12rk

at velja út egnaðar eftirviðgerðir og fremja

yvirflatu og eftirviðgerð av rustføstum

stáltilfari í mun til galdandi standardir.

Mynd 5: Førleikamál, ið verkliga læran styðjar fyri  Kleinsmið

§16, 1k

at leggja til rættis og gera minni skap í

plátu-, rør og stálprofilum í eini

samlaðari framleiðslu-, umvælingar- og

viðlíkahaldstilgongd,

§16, 2k

at leggja til rættis og gera einfaldar

uppgávur, við hondstýrdum og

maskinellum arbeiðshættum.

§16, 3k

at gera tilskeringar og evna til rættar-,

skráar- og heildarskurð í plátur, rør og

tvørskurðir til galdandi standardir,

§16, 4k

at fremja samlingar í eini

framleiðsluætlan í mun til galdandi

standardir,

§16, 5k

at montera og demontera lutir, maskinur

og installatiónir,

§16, 6k

at viðlíkahalda framleiðslutól,

§16, 7k

at gera eftirlitsmátingar í mun til givnar

standardir

§16, 8k

at yvirflatu- og eftirviðgera metall og

annað tilfar í eini framleiðslu- og

umvælingarstøðu við atliti at góðsku og

galdandi standardum

§16, 9k

at leggja til rættis og gera samansettar

uppgávur, til hetta hoyrir eisini forritan

og brúk av CNC- stýrdum maskinum,

Mynd 6: Førleikamál, ið verkliga læran styðjar fyri Rør & blikksmið

Málini fyri verkligu læruna styðja fylgjandi førleikamál.

Talmerkingin av førleikamálunum vísir til talmerkingina í útbúgvingarkunngerðini.

Mál fyri verkligu læruna

§ 16, 1rb

at gera alt vanligt installitasjónsarbeiði

innan hita, vatn og sanitet í bústaðar- og

vinnubygningum við atliti at galdandi

normum, arbeiðshættum og

mannagongdum,

§ 16, 2rb

at seta upp og innstilla hvsstýringarskipanir

og veita

kundavegleiðing um brúk,

§ 16, 3rb

at nýta brúkara- og

installatiónsvegleiðingar á enskum,

donskum og føroyskum,

§ 16, 4rb

at ráðgeva kundum um orkuoptimering

og kenna til alternativar orkuhættir,

§ 16, 5rb

at gera hvs-innleggingar umframt at

uppseta, umvæla og geva tænastu til

oljuketlar og varandi orkuinstallatiónir,

§ 16, 6rb

at gera tunnplátu samankomingar við

sveising úr aluminium, stáli og

rustfastum tilfari,

§ 16, 7rb

at gera lodding, nitting, falsing v.m. eftir

galdandi reglum,

§ 16, 8rb

at tekna og gera útfellingar úr plátum,

§ 16, 9rb

at leggja til rættis og gera minni skap í

plátu-, rør og stálprofilum í eini

samlaðari framleiðslu og viðlíkahalda og

umvæla tílíkt,

§ 16,10rb

at taka mát og gera allar vanligar

inndekningar innan yrkið,

§ 16, 11rb

at taka mát og gera ventilatiónslutir,

§ 16, 12rb

at duga siðbundið og grundleggjandi

hondverk innan blikksmiðuyrkið,

§ 16, 13rb

at duga kappabjálving,

Mynd 7: Førleikamál, ið verkliga læran styðjar fyri sveisara

Málini fyri verkligu læruna styðja fylgjandi førleikamál.

Talmerkingin av førleikamálunum vísir til talmerkingina í útbúgvingarkunngerðini.

Mál fyri verkligu læruna

§ 16, 1s

at gera tilskeringar og evna til rættar-,

skráar- og heildarskurð í plátur, rør og

tvørskurðir við atliti at galdandi

standardum,

§ 16, 2s

at leggja til rættis og gera einfaldar

framleiðsluuppgávur, manuelt eins væl

og við maskinum,

§ 16, 3s

at leggja til rættis og gera skap í plátu-,

rør- og stáltvørskurðum,

§ 16, 4s

at velja út og viðgera tilfar eftir krøvum

og endamáli,

§ 16, 5s

at gera samankomingarhættir í mun til

galdandi krøv,

§ 16, 6s

at viðlíkahalda amboð,

§ 16, 7s

at yvirflatu- og eftirviðgera metall og

annað tilfar við atliti at dygd, normum

og krøvum,

§ 16, 8s

at kunna leggja til rættis samansettar

sveisi uppgávur,

§ 16, 9s

at velja út og gera samansettar

sveisihættir.

Fyri at náa førleikamálini fyri útbúgvingina skal læruplássið leggja verkligu læruna soleiðis til rættis, at næmingurin í mest møguligan mun fær høvi til at arbeiða við uppgávunum, sum nevndar eru í myndunum omanfyri.

Vavi av arbeiðsuppgávum á læruplássinum kann tó hava við sær, at næmingurin ikki fær høvi til at at arbeiða við øllum uppgávunum í verkligu læruni, heldur ikki innan fyri eitt ávíst tíðarskeið. Tað er tó ábyrgdin hjá læruplássinum at tryggja eina so fjølbroytta læru sum gjørligt, møguliga við at næmingurin ein part av lærutíðini er hjá einum útisetavirki og arbeiðir við teimum uppgávum, sum læruplássið ikki arbeiðir við.

Fyri at fylgja lærutilgongdini hjá næminginum skal næmingurin í lærutíðini í minsta lagi til 3 samrøður við læruplássi. Samrøðurnar hava fylgjandi endamál:

  1. Samrøða I er ein samrøða, har næmingurin og læruplássi leggja fram sínar væntanir til útbúgvingartíðina. Samrøðan eigur at verða hildin áðrenn royndartíðin á 3 mánaðir er úti.
  2. Samrøða II og III eru samrøður, har næmingurin og læruplássi taka saman um og eftirmeta útbúgvingargongdina higartil.

Til kapittul 3 – Førleikamál við útbúgvingarlok

Førleikamálini, sum næmingurin skal duga við lokna útbúgving eru ásett í kapittul 3 í útbúgvingarkunngerðini.

Til kapittul 4 – Sveinaroynd

Sveinaroyndin er partur av sveinaroyndarskeiðnum, ið skúlin skipar fyri og sum varir 5 vikur.

Kunngerð um próvtøkur í yrkislærugreinum og fremjingarreglur fyri yrkis- og sveinaroyndir er galdandi fyri fremjan av sveinaroyndini.

Fyri at innskriva seg til sveinaroyndarskeiði skal næmingurin hava staðið 1. – 3. skúlaskeið sambært ásetingunum í kunngerð um felags reglur fyri yrkisútbúgvingar og hava góðkendan lærusáttmála.

Eisini skal næmingurin hava tikið koyrikort til persónbil undir 3.500 kg. (bólkur B), áðrenn hann byrjar uppá sveinaroyndina. Yrkisnevndin kann í serligum føri víkja frá kravinum um koyrikort. Mælt verður til at næmingurin byrjar koyrifrálæruna, beint eftir at royndartíðin er úti, og næmingurin er fyltur 18 ár.

Umframt sjálva sveinaroyndina fevnir sveinaroyndarskeiði eisini um fyrireiking til sveinaroyndina, ið skúlin skipar fyri. Til fyrireiking fær næmingurin xx pultstímar, lutaðar á xx dagar.

Skúlin leggur til rættis tíðarætlan fyri sveinaroyndarskeiði, ið næmingurin fær útflýggjaða, tá hann verður boðsendur at møta.

Sveinaroyndin fevnir um tveir høvuðspartar – ein ástøðiligan part og ein verkligan part.

Yrkisnevndin ger uppgávurnar til sveinaroyndina.

Skúlin skal tilnevna ein uttanhýsis ansara at hava umsjón við sveinaroyndini. Ansari skal hava umsjón við ástøðiliga og verkliga partinum av sveinaroyndini, so næmingar m.a. ikki taka ímóti hjálp frá øðrum meðan arbeitt verður við sveinaroyndini, uttan so at talan er um eina serstøðu (m.a. orðblindni).

Ástøðiligi parturin av sveinaroyndini

Ástøðiligi parturin av sveinaroyndini fevnir um eina skrivliga roynd.

Til skrivligu royndina fær næmingurin x klokkutímar

Loyvdir hjálparmiðlar eru nýttar lærubøkur, fylgiskjøl og lummaroknari, sum skúlin hevur góðkent.

Ein lærari og tveir metingardómarar døma skrivligu royndina.

Givið verður eitt próvtal fyri skrivligu royndina.

Fyri at standa ástøðiliga partin av sveinaroyndini skal næmingurin í minsta lagi hava fingið próvtali 02 fyri skrivligu royndina.

Verkligi parturin av sveinaroyndini

Verkligi parturin av sveinaroyndini verður gjørdur sum ein verkætlan við tilhoyrandi handaligari uppgávu. Til verkætlanina fær næmingurin í mesta lagi x klokkutímar lutaðar á x dagar. Skúlin ger av, nær royndin byrjar og endar, umframt hvørjar arbeiðstíðirnar eru.

Áðrenn verkliga royndin byrjar, skal ansarin býta út verkligu uppgávuna og kunna næmingarnar um m.a.:

  1. Tíðir fyri, nær royndin byrjar og endar.
  2. Arbeiðstíð og steðgir.
  3. Tilfar og rudding.
  4. Atkomu- og rýmingarleiðir og um at halda hesar leiðir fríar.
  5. Staðseting av útgerð til eldsløkking.
  6. Nýtslu av amboðum, sum næmingurin kann gera brúk av.
  7. Goymslu av amboðum uttan fyri arbeiðstíð.
  8. Aðrar skilhaldsreglar, undir hesum forboð móti rúsdrekka, royking og tendraðum fartelefonum.
  9. At næmingurin ikki hevur loyvi at móttaka hjálp frá øðrum.
  10. Avleiðingarnar um hesar reglar ikki verða fylgdar.

Næmingurin fær útflýggjaða eina uppgávuorðing, sum tekur støði í einum lærifyridømi. Verkætlanin skal fevna um:

  1. Uppskot um uppgávuloysn
  2. Tekningar
  3. Uppmátingar
  4. Tilfarslista, har grundgivið verður fyri vali av tilfari
  5. Val av maskinum og amboðum
  6. Trygdarviðurskifti
  7. Arbeiðs- og tíðarætlan

Við støði í verkætlanini verður hildin ein munnlig próvtøka, ið varir 20 minuttir íroknað próvtalsgeving. Til munnligu próvtøkuna skal næmingurin leggja verkætlanina fram og við henni sýna, hvussu uppgávan verður loyst.

Ein lærari og tveir metingardómarar døma verkætlanina og munnligu próvtøkuna.

Við støði í einari heildarmeting av verkætlanini og munnligu próvtøkuni verður givið eitt próvtal fyri verkætlanina.

Fyri at standa verkliga partin av sveinaroyndini skal næmingurin í minsta lagi hava fingið próvtali 02 fyri verkætlanina.

Endaligt sveinaroyndarpróvtal

Endaliga sveinaroyndarpróvtalið verður roknað sum eitt vektað miðaltal av próvtalinum fyri ástøðiliga partin og próvtalinum fyri verkliga partin av sveinaroyndini. Próvtalið fyri ástøðiliga partin skal vektast við ¼ og próvtalið fyri verkliga partin vektast við ¾.i.

Í sveinaroyndini verður næmingurin mettur sambært niðanfyristandandi próvtalsstiga:

Próvtal

Merking

Lýsing

12

Fyri framúr gott avrik

Próvtali 12 verður givið fyri avrik, sum lýtaleyst ella mest sum lýtaleyst lýkur málini.

10

Fyri sera gott avrik

Próvtali 10 verður givið fyri sera gott avrik, ið við onkrum smávegis lýtum lýkur flestu málini.

7

Fyri gott avrik

Próvtali 7 verður givið fyri gott avrik, ið við nøkrum lýtum, væl lýkur málini.

4

Fyri hampiligt avrik

Próvtali 4 verður givið fyri hampiligt avrik, ið hevur fleiri grov lýti og ikki lýkur málini væl.

02

Fyri toluligt avrik, sum kann verða góðtikið

Próvtali 02 verður givið fyri toluligt avrik, ið akkurát stendur mát, og í minsta mun lýkur málini.

00

Fyri ikki nøktandi avrik

Próvtali 00 verður givið fyri ikki nøktandi avrik, ið ikki stendur mát og ikki lýkur málini.

-3

Fyri heilt vánaligt avrik

Próvtali -3 verður givið fyri heilt vánaligt avrik, sum als ikki kann verða góðtikið.

Tá ið liðugt er at próvdøma sveinaroyndina, skal oyðublað við endaligu próvtølunum fyri hvønn næming sær sendast til Yrkisdepilin

 

Hareftir fær lærlingurin sveinabræv, ið verður sent læruplássinum 2 – 3 vikur áðrenn lærutíðin hjá næminginum er liðug.

Sjúkrapróvtøka

Um næmingurin gerst sjúkur áðrenn ella meðan sveinaroyndin er, og ikki er førur fyri at greiða úr hondum sveinaroyndina, áseta skúlin og yrkisnevndin eina sjúkrapróvtøku skjótast gjørligt eftir at næmingurin er vorðin frískur.

Vegleiðing til næming, sum ikki stendur sveinaroyndina

Um næmingurin ikki stendur sveinaroyndina, skulu metingardómararnir beinanvegin boða skúlanum og yrkisnevndini frá hesum og geva eina stutta skrivliga frágreiðing um orsøkina til at næmingurin ikki stóð royndina. Metingarskjøl, sum eru útfylt á nøktandi hátt, kunnu góðgera frágreiðingina.

Skúlin skal hareftir skjótast gjørligt seta seg í samband við næmingin og læruplássi fyri at fáa greiði á, hví næmingurin ikki stóð royndina og fyri at greiða frá, hvørjar møguleikar næmingurin og læruplássi hava og fyri at finna út av hvat skal gerast víðari.

Um næmingurin og læruplássi eru samd um, at næmingurin skal fara til nýggja sveinaroynd og lærusáttmálin gongur út áðrenn næmingurin hevur staðið sveinaroyndina, skal lærusáttmálin leingjast so hann er galdandi alla sveinaroyndina. Leingjan av lærusáttmála verður gjørd á oyðublaði, ið er gjørt til hetta endamál.

Kærumøguleikar

Um næmingurin metir at fremjanin ella dømingin av sveinaroyndini ikki er nøktandi, kann hann í seinasta lagi 8 dagar eftir at hann er gjørdur kunnigur við úrslitið av sveinaroyndini, kæra málið til yrkisnevndina sbrt. kunngerð um próvtøkur í yrkislærugreinum og fremjingarreglur fyri yrkis- og sveinaroyndir. Kæran skal verða skrivlig og skal stílast til Yrkisdepilin.

Í samband við kærumál um sveinaroynd skulu metingardómararnir geva eitt ummæli av teimum fakligu spurningunum í kæruni. Metingarskjøl, sum eru útfylt á nøktandi hátt, kunnu góðgera frágreiðingina.

Til kapittul 5 – Gildiskoma

Námsskipanin er galdandi frá dd.md.20xx og er galdandi fyri næmingar, ið byrja skúlagongdina eftir 01. august 2013.

Fylgiskjal 1

Námsætlan í lærugreinini

Smiðjuástøði

Lærugreinabólkur: Yrkislærugrein

Avriksmát: Framkomið stig

Vegleiðandi tímatal:162

Lýsing av lærugreinini:

Førleikamál fyri lærugreinina:

Við undirvísingarlok skal næmingurin duga

Lærugreinin styðjar fylgjand førleikamál sambært útbúgvingarkunngerðini:

Førleikamál nr.

Próvtøka / eftirmeting:

Verður gjørd í samband við yrkisroyndina

Fylgiskjal 2

Námsætlan í lærugreinini

Maskintøkni

Lærugreinabólkur: Yrkislærugrein

Avriksmát:

Vegleiðandi tímatal:

Lýsing av lærugreinini:

Førleikamál fyri lærugreinina:

Lærugreinin styðjar fylgjand førleikamál sambært útbúgvingarkunngerðini

Próvtøka / eftirmeting:

Fylgiskjal 3

Námsætlan í lærugreinini

Tilfarslæra

Lærugreinabólkur: Yrkislærugrein

Avriksmát: Vanastig

Vegleiðandi tímatal: 24

Lýsing av lærugreinini:

tilfar, í eru viðkomandi í yrkisfakligum høpi, í frálæruni verður dentur lagdur á fatanina hjá lærlinginum av ymiskum tilfari, eginleikum, nýtsluøkjum og trygdina í samband við nýtslu av ymiskum evnum / tilfari. Støðið verður tikið í yrkisfakligari ástøði.

Førleikamál fyri lærugreinina

Lærugreinin styðjar fylgjand førleikamál sambært útbúgvingarkunngerðini

Próvtøka / eftirmeting

Fylgiskjal 4

Námsætlan í lærugreinini

Tekning

Lærugreinabólkur: Yrkislærugrein

Avriksmát: Framkomi tig

Vegleiðandi tímatal: 140

Lýsing av lærugreinini:

Næmingurin fær frálæru í tekniteknik, nýtslu av vanligum tekniamboðum, faktekning/projektiónstekning, og dugir at nýta hesar tekningar í samband við tilgerð og montasju við støði í galdandi reglum innan konstruktiónstekning.

Førleikamál fyri lærugreinina:

Lærugreinin styðjar fylgjandi førleikamál sambært útbúgvingarkunngerðini

Próvtøka / eftirmeting

Fylgiskjal 5

Námsætlan í lærugreinini

Autocad

Lærugreinabólkur: Yrkislærugrein

Avriksmát: Vanastig

Vegleiðandi tímatal: 24

Lýsing av lærugreinini:

Faktekning við teldu.

Førleikamál fyri lærugreinina:

Lærugreinin styðjar fylgjand førleikamál sambært útbúgvingarkunngerðini:

Próvtøka / eftirmeting:

Fylgiskjal 6

Námsætlan í lærugreinini

Kunningartøkni

Lærugreinabólkur: Yrkislærugrein

Avriksmát:

Vegleiðandi tímatal:

Lýsing av lærugreinini:

Førleikamál fyri lærugreinina:

Lærugreinin styðjar fylgjand førleikamál sambært útbúgvingarkunngerðini:

Førleikamál nr.

Próvtøka / eftirmeting:

Fylgiskjal 7

Námsætlan í lærugreinini

Smiðjuarbeiði

Lærugreinabólkur: Yrkislærugrein

Avriksmát: Framkomi stig

Vegleiðandi tímatal: 372

Lýsing av lærugreinini:

Grundleggjandi smiðjuarbeiði.

Næmingurin fær eina grundleggjandi

verkliga og ástøðiliga vitan, sum ger hann

føran at virka sum handverkari í øllum

smiðjuverkstøðum innan jarn og metal.

Førleikamál fyri lærugreinina:

Lærugreinin styðjar fylgjand førleikamál sambært útbúgvingarkunngerðini:

Førleikamál nr.

Próvtøka / eftirmeting:

Fylgiskjal 8

Námsætlan í lærugreinini

Maskinarbeiði

Lærugreinabólkur: Yrkislærugrein

Avriksmát: Vanastig

Vegleiðandi tímatal: 180

Lýsing av lærugreinini:

Næmingurin dugir at leggja til rættis og útinna uppgávur við vanligum spóntakandi maskinum.

Førleikamál fyri lærugreinina:

Lærugreinin styðjar fylgjand førleikamál sambært útbúgvingarkunngerðini:

Próvtøka / eftirmeting.

Fylgiskjal 9

Námsætlan í lærugreinini

Sveising

Lærugreinabólkur: Yrkislærugrein

Avriksmát: Framkomi stig

Vegleiðandi tímatal: 210

Lýsing av lærugreinini:

At gera samankomingarhættir í mun til

galdandi krøv,

Førleikamál fyri lærugreinina:

Lærugreinin styðjar fylgjand førleikamál sambært útbúgvingarkunngerðini:

Próvtøka / eftirmeting:

Fylgiskjal 10

Námsætlan í lærugreinini

Rørarbeiði

Lærugreinabólkur: Yrkislærugrein

Avriksmát: Byrjunarstig

Vegleiðandi tímatal: 20

Lýsing av lærugreinini:

At kunna bukka rør við ella uttan hita, (annars sí Smiðjuarbeiði)

Førleikamál fyri lærugreinina:

Lærugreinin styðjar fylgjand førleikamál sambært útbúgvingarkunngerðini:

Próvtøka / eftirmeting:

Fylgiskjal 11

Námsætlan í lærugreinini

Blikkarbeiði

Lærugreinabólkur: Yrkislærugrein

Avriksmát: Byrjunarstig

Vegleiðandi tímatal: 20

Lýsing av lærugreinini:

at fáa grundleggjandi vitan um blikkarbeiði (annars Sí Tekning og smiðjuarbeiði)

Førleikamál fyri lærugreinina:

 

Lærugreinin styðjar fylgjand førleikamál sambært útbúgvingarkunngerðini:

Førleikamál nr.

Próvtøka / eftirmeting:

Fylgiskjal 12

Námsætlan í lærugreinini

Fyrstahjálp

Lærugreinabólkur: Yrkislærugrein ( Arbeiðsumhvørvi)

Avriksmát: Grundskeið í fyrstuhjálp.

Vegleiðandi tímatal: Tað til ein og hvørja galdandi hjá Dansk Rødekors. 12 tímar

Lýsing av lærugreinini:

Endamálið við undirvísingini er, at lærlingurin:

·         Er førur fyri at halda lív í ella fáa lív aftur í persón eftir vanlukku ella brádligari sjúku, til bjargingarfólk ella lækni kemur á staðið.

·         Fáa prógv í fyrstuhjálp á (byrjanarstigi) grundskeið.

Førleikamál fyri lærugreinina:

Við undirvísingarlok skal næmingurin duga:

a.           Teir 4 høvuðshættirnar í fyrstuhjálp.

b.          Stigvísa fyrstuhjálp til persón í óviti.

c.           Fyrstuhjálp til bløðandi persón.

d.          Fyrstuhjálp til persón í sjokki.

e.           At flyta ella lyfta persón við skaða.

f.           Hevur kunnleika um sálarligafyrstuhjálp

g.           Hevur kunnleika um, m.a. blóðrenslið og andaleiðina.

h.          Hevur kunnleika um, hvar lívgøgnini sita.

Undirvíst verður í fyrstuhjálp samsvarandi leiðreglum hjá Dansk Rødekors – Dansk Førstehjælpsråd  (DFR). Undirvísari skal hava fullgilt “instruktørprógv” fyri at kunna undirvísa í fyrstuhjálp.

Próvtøka / eftirmeting:

Eftirmetingin tekur støði í:  Í fyrstuhjálp fer próvtøkan fram samsvarandi reglugerð hjá Dansk Rødekors – Dansk Førstehjælpsråd.

Fylgiskjal 13

Námsætlan í lærugreinini

Eldsløkking

Lærugreinabólkur: Yrkislærugrein (arbeiðsumhvørvi)

Avriksmát: Grundskeið                         

Vegleiðandi tímatal:  8 pultstímar

Lýsing av lærugreinini:

Endamálið við undirvísingini eldsløkking er, at lærlingurin:

·             Hevur kunnleika um, at fyribyrgja at eldur festur í og hvussu ein skal bera seg at, um eldur er í, og við einføldum hjálparamboðum og –hættum at vera førur fyri at sløkkja smærri eldar og forða eldi í at breiða seg.

·             Fáa prógv í eldsløkking á byrjunarstigi (grundskeið)

Førleikamál fyri lærugreinina:

Við undirvísingarlok í eldsløkking skal næmingurin duga.

a.           Hevur kunleika um, eldástøði og grundleggjandi    sløkkiástøði.                                                   

b.          Dugir at fyribyrgja eldáseting.

c.           Dugir at sløkkja smærri eldar.

d.          Dugir ávaringarmannagongdir.

e.           Hevur kunnleika um serligar eld- og spreingivágar.

f.           Hevur kunnleika um, m.a. brandteppi, pulvur-,CO2-,vatn- og skúmsløkking.

Undirvíst verður í eldsløkking samsvarandi leiðreglum hjá “Brand og Sikringsteknisk Forum” (BSF). Undirvísari skal hava fullgilt “instruktørprógv” fyri at undirvísa í eldsløkking:

Próvtøka / eftirmeting:

Eftirmetingin tekur støði í:

a.           Ì eldsløkking fer prótøkan fram samsvarandi reglunum hjá ”Brand og sikringsteknisk forum” (brandstøðin)

b.           Skeiðsváttan verður latin til luttakarin.

Fylgiskjal 14

Námsætlan fyri

Verkligu læruna

Lærugreinabólkur: Verklig læra á góðkendum læruplássi

Avriksmát: Einki avriksmát

Vegleiðandi tímatal: Einki ásett

Lýsing av verkligu læruni:

Endamálið við verkligu læruni er, at næmingurin:

Førleikamál fyri verkligu læruna:

Í verkligu læruni skal næmingurin

Próvtøka / eftirmeting:

Læruplássi váttar við starvsváttan, at lærlingur hevur arbeitt við nevndu økjum.

Fylgiskjal 15

Námsætlan í lærugreinini

Sveinaroynd

Lærugreinabólkur: Kleinsmiðjur, Rustfastur  kleinsmiðjur, Rørsmiðjur, Rør og Blikksmiðjur og Sveisari

Avriksmát:

Vegleiðandi tímatal:

Útfelling 3 klokkutímar

Ástøði 2 Klokkutímar

Sveinaroynd 54 klokkutímar

Lýsing av lærugreinini:

Endamálið við undirvísingini er, at næmingurin:

gerð sveinaroynd, ið fevnir um ein ástøðiligan

part, eina tekniroynd (útfelling), og ein

verkligan part, sum taka støði í

førleikamálunum í útbúgvingini.

Førleikamál fyri sveinaroyndina:

Við útbúgvingarlok skal næmingurin duga førleikamál nr.

1-30