Published using Google Docs
Námsskipan til skrivstovuútbúgvingina
Updated automatically every 5 minutes

Námsskipan til skrivstovuútbúgving - fyrisiting

Yrkisnevndin hevur givið út sambært kunngerðini um skrivstovuútbúgving við grein innan fyrisiting.

Dagførd í november 2018.

Fyrisiting hjá yrkisnevndini er Yrkisdepilin:  

Yrkisdepilin

Hoyvíksvegur 72

Postboks 3279

FO-110 Tórshavn

Telefon 30 65 60

Telefaks 30 65 64

www.yrkisdepilin.fo

yrkisdepilin@yrkisdepilin.fo

Skúlin, sum bjóðar skúlagongdina í útbúgvingini er:

Glasir

Til ber at venda sær til Yrkisdepilin og skúlan við spurningum um útbúgvingina og fyri at fáa meiri kunning um útbúgvingina.

Um ósamsvar er millum námsskipanina og útbúgvingarkunngerðina, so er tað altíð  útbúgvingarkunngerðin, sum er galdandi!

 

Námsskipan til skrivstovuútbúgvingina

 

Útgivið sbrt. kunngerð nr. 74 frá 3.juni.2013 um skrivstovuútbúgving við grein innan fyrisiting.

 

Um ósamsvar er millum námsskipanina og útbúgvingarkunngerðina, er útbúgvingarkunngerðin galdandi.

 

Til kapittul 1 – Endamál við útbúgvingini

Endamálið við útbúgvingini er ásett í kapittul 1 í kunngerðini, har staðfest verður:

 

§ 1. Í útbúgvingini til skrivstovuútbúgving við grein innan fyrisiting fær næmingurin gjøgnum

skúlagongd og verkliga læru vitan og førleikar innan hesi kjarnaøki:

1) Fyrisitingarliga og handilsliga arbeiðsøki, tað veri seg samskifti, søla og tænasta, fyrisiting, leitan eftir upplýsingum, vegleiðing, hagtøl og búskap og ráðlegging o.a.,

2) samskifti við viðskiftafólk, tað veri seg munnligt og skrivligt samskifti á føroyskum og á einum fremmandamáli, og

3) nýtsla av teldutólum, tá fyrisitingarligar og handilsligar uppgávur verða greiddar úr hondum.

Stk. 2. Við lokna útbúgving hevur næmingurin nátt útbúgvingarmálunum innan greinina fyrisiting.

 

Við útbúgvingarlok hevur næmingurin nátt førleikamálunum fyri útbúgvingargreinina fyrisiting.

 

 

Til kapittul 2 – Útbúgvingartíð, bygnaður og innihald

Útbúgvingin tekur 4 ár, og er lutað sundur í verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd.

 

Skúlagongdin í útbúgvingini er tilsaman 47 vikur,  og er lutað sundur í eitt grundskeið á 40 vikur (sum er ein full FHS útbúgving) og eitt høvuðsskeið, sum svarar til 7 vikur ella 30 undirvísingar –dagar, sum vanliga liggja seinasta árið í útbúgvingini. Høvuðsskeiðið er íroknað yrkisroynd, sum er ein vika, tó uttan undirvísing.

 

Grundskeiði er skipað sbrt. galdandi kunngerð um støðisútbúgving innan fyrisitingar-, handils- og skrivstovuøki (full FHS útbúgving). Næmingurin skal hava staðið grundskeiði, áðrenn hann kann byrja uppá høvuðsskeiði.

 

Næmingurin sum hevur staðið students-, HF- ella HT-prógv áðrenn hann fer í læru, hevur staðið ein part av grundskeiðnum, men skal í lærutíðini taka hesar lærugreinar við í minsta lagi próvtalinum 02 í miðal fyri at hava staðið alt grundskeiði:

1)          Virkisbúskap C,

2)          Marknaðarførðsla C,

3)          Kunningartøkni C, og

4)          eina vallærugrein: Vinnulívsrættur C, Altjóðabúskap B, Marknaðarførslu B, Kunningartøkni B ella eina økislærugrein, sum í minsta lagi er 105 pultstímar.

Næmingurin við HIF-prógvi hevur í HIF-útbúgvingini tikið nevndu lærugreinar, men skal taka málsviðgerðarpartin í lærugreinini Kunningartøkni C, tó ikki, um næmingurin við HIF-prógvi hevur luttikið í einari EBG-kapping.

 

Grundskeiðið og einstakar lærugreinar kunnu takast við at fylgja einum FHS flokki ella kvøldundirvísingini á skúlanum ella sum sjálvlestur. Næmingurin sum skal taka FHS ella einstakar lærugreinar, eigur at venda sær til avvarðandi miðnámsskúla (Føroya Handilsskúla/Marknagilsdepilin), sum í samráð við næmingin og læruplássi leggur eitt tímaskema fyri undirvísingina til rættis.

 

Øll kravd skúlagongd er partur av lærutíðini. Hetta merkir, at um næmingurin gongur í skúla um dagin, verður hann ikki frádrigin í løn, og um næmingurin gongur í skúla í frítíðini, hevur hann rætt til eyka samsýning (yvirtíð ella avspáking) í samráð við sín arbeiðsgevara.

 

Høvuðsskeiðið er skipað á tann hátt, at undirvísingin fevnir um 6 vikur, ella 30 undirvísingar dagar, á tilsamans 240 pultstímar, umframt  yrkisroyndinina, sum nærmingurin far eina viku til at arbeiða við, har hann er frítikin frá øllum arbeiði. Undirvísingin í høvuðsskeiðnum er lutað sundur í 2 skúlaskeið, sum svara til 3 vikur hvørt ella 15 undirvísingardagar.  Í høvuðsskeiðnum er næmingurin í skúla ein dag um vikuna og í verkligari læru hinar dagarnar í vikuni.

 

Í mynd 1 sæst hvørjar lærugreinir eru  í útbúgvingini og í hvørjum skúlaskeiði lærugreinarnar liggja. Harumframt sæst hvørji førleikamál lærugreinirnar styðja sambært kapittul 3 í útbúgvingarkunngerðini.

 

 

Mynd 1: Lærugreinir og førleikamál lærugreinarnar styðja

Lærugreinin styðjar fylgjandi førleikamál.

Talmerkingin av førleikamálunum vísir til talmerkingina í útbúgvingarkunngerðini.

 

 

Grundskeið

1. skúlaskeið

2. skúlaskeið

FHS (grundskeið)

Lærugreinaheiti

Vegleiðandi pultstímar, tilsaman

 

 

 

 

Føroyskt C

140

X

 

 

 

Enskt C

123

X

 

 

 

Virkisbúskapur C

158

X

 

 

 

Kunningartøkni C

105

X

 

 

 

Samfelagsfrøði C

105

X

 

 

 

Sølubúskapur

140

X

 

 

 

Altjóða Búskapur C

105

X

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Yrkislærugreinar (høvuðsskeið)                      

Lærugreinaheiti

Vegleiðandi pultstímar, tilsaman

 

 

 

2, 7

Fyriskipan og leiðsla

64

 

X

 

1, 3, 7

Menning og framtíðin

48

 

 

X

2, 4, 6, 8

Mítt arbeiðspláss

40

 

X

 

1, 2, 5

Søla og marknaðarførsla

40

 

 

X

1, 3, 4, 8

Yrkisroynd (fyrireiking, háttalæra og upggávuorðing)

48

 

 

X

Vallærugreinar frá FHS (grundskeið)

Lærugreinaheiti

Vegleiðandi pultstímar, tilsaman

 

 

 

 

Týskt C

105

X

 

 

 

Spanskt D/C

105

X

 

 

 

Støddfrøði D

140

X

 

 

 

Støddfrøði D

175

X

 

 

 

Visuel Marknaðarføring/ dekoratión C

105

X

 

 

 

Innovatión C

105

X

 

 

 

Ítróttur og heilsa

105

X

 

 

 

Almennu lærugreinirnar fevna um ástøðiliga undirvísing, ið skal miða ímóti at menna tann almenna kunnleikan og styðja undirvísingina í yrkislærugreinunum. Somuleiðis skulu almennu lærugreinirnar nøkta krøvini til ungdómsútbúgvingar, her í millum styrkja persónliga menning, lestrarførleika og samfelagsfatan.

 

Yrkislærugreinirnar sermerkja skrivstovulæruna innan fyrisiting og geva næminginum almennan kunnleika og fakligan yrkisførleika innan fyrisiting. Partar av yrkislærugreinunum eru serlærugreinar, ið eru á hægsta fakliga støði innan yrki og fata tær um verkliga og ástøðiliga undirvísing, sum miðar ímóti at veita næminginum serligan yrkisførleika innan fyrisiting.

 

Vallærugreinarnar miða eftir at nøkta áhugamál næmingsins, at stuðla áhugan fyri framhaldandi útbúgving og at menna yrkis- og lestrarførleikan. Vallærugreinarnar stimbra eisini vanligu førleikakrøvini og arbeiðsmøguleikarnar í samfelagnum.

 

Býtið av lærugreinum millum skúlaskeiðini er tilrættarlagt á tann hátt, at skúlagongdin styðjar verkliga partin av útbúgvingini, so útbúgvingargongdin verður heildarkend. Innihaldið í lærugreinunum er lýst í námsætlan fyri hvørja lærugrein sær. Námsætlanirnar síggjast í fylgiskjal 1 til 5.

 

Í myndini er vegleiðandi pultstímatal fyri hvørja lærugrein sær eisini ásett.

Læruplássið og førleikar á læruplássinum

Niðanfyri verður tilskilað hvørjar uppgávur lærlingurin skal arbeiða við á læruplássinum og hvørjar førleikar læruplássið skal tryggja sær, at lærlingurin fær

Búskapur og roknskapur

Skal hava í minsta lagi 4 av hesum:

01) Bóka í mun til kontoplan og konteringsvegleiðingar.

02) Avstemming.

03) Luttekur í samband vid gerð av ársroknskapi/kvartalsroknskapi.

04) Løn og lønarflytingum.

05) Gera faktura, viðgera og hava eftirlit við debitorum - skuldarum.

06) Viðgera og hava eftirlit við kreditorum - ognarum.

Skal í minsta lagi hava 2 av hesum:

01) Luttaka í gerð av fíggjarætlan.

02) Luttaka í eftirlitið við, um fíggjarætlanin heldur.

03) Tollviðgerð.

04) Finna lyklatøl.

05) Útvega dátur ella tilfar til eina ársfrásøgn.

06) Arbeiða við lønar- og sáttmálaviðurskiftum.

Fyri MVG skyldugar fyritøkur/stovnar

01) Arbeiða við mvg roknskapi.

Samskifti og tænasta

Skal hava í minsta lagi 4 av hesum

01) Veita góða kunda- og/ella borgaratænastu.

02) Munnligt og skrivligt samskifti við støðið í kunnleika til fyritøkuna/stovnin/felagskapin.

03) Samskipan, t.d. fundir, tiltøk, projekt, starvsfólkatiltøk o.a.

04) Uppseting av formellum brøvum/teldupostum.

05) Veita vegleiðing í mun til fyritøku/stovn/felagskap, t.d. til kundar, borgarin, starvsfólk, brúkarar ella onnur.

Í minsta lagi 1 av hesum:

01) Skriva fundarfrásagnir.

02) Arbeiða við internum skipanum, t.d. HR skipanum, starvsfólkahondbók.

03) Sølusamskifti.

KT - Kunningar tøkni

Skal hava í minsta lagi 2 av hesum

01) Arbeiða við viðkomandi KT-skipanum.

02) Arbeiða við bókhalds- og lønarskipan.

03) Teldupostskipan.

04) Arbeiða við grundleggjandi hentleikum í einum skriviforriti og einum rokniarki.

Næmingurin skal í lærutíðini verða til minst 3 samrøður við ábyrgdarpersónin á læruplássinum. Samrøðurnar eiga at taka støði í útbúgvingarbókini hjá næminginum og hava fylgjandi endamál:

1.      Samrøða I er ein samrøða, har næmingurin og læruplássi leggja fram sínar væntanir til útbúgvingartíðina. Samrøðan eigur at verða hildin áðrenn royndartíðin er úti.

2.          Samrøða II og III eru samrøður, har næmingurin og læruplássi taka saman um og eftirmeta útbúgvingar gongdina higartil, og við støði her í leggja til rættis framhaldandi læruna og menningina av næminginum.

 

Vavi av arbeiðsuppgávum hjá læruplássinum kann vera orsøk til at tað ikki er møguligt at gjøgnumføra øll málini fyri verkligu læruna, eins og tað heldur ikki altíð er møguligt hjá læruplássinum at gjøgnumføra málini innan eitt ávíst tíðarskeið. Tað er tó ábyrgdin hjá læruplássinum at tryggja eina so fjølbroytta læru sum gjørligt, møguliga við at næmingurin er í læru hjá einum útisetavirki ein part av lærutíðini, har hann kann fáa høvi til at arbeiða við uppgávum, sum læruplássi ikki arbeiðir við.

 

Við lokna lærutíð er tað ábyrgdin hjá læruplássinum, at næmingurin hevur ogna sær tey førleikamál eitt skrivstovufólk við grein innan fyrisiting skal duga sambært útbúgvingarkunngerðini.

 

 

Til kapittul 3 – Førleikamál við útbúgvingarlok

Førleikamálini, sum næmingurin skal duga við lokna útbúgving eru ásett í kapittul 3 í útbúgvingarkunngerðini, sum er soljóðandi:

 

§ 7. Førleikarnir, ið næmingurin skal hava ognað sær við útbúgvingarlok, eru, at hann skal duga:

1) At meta um upplýsingar og boð og við støði í hesum fyrireika og fremja uppgávur skynsamt

og úrslitagott,

2) at samskifta munnliga og skrivliga á føroyskum og á einum fremmandamálið, tað veri seg rætt, trúligt og fjølbroytt í mun til støðuna og samskiftismiðlarnar,

3) at nýta teldutøkni á skynsaman hátt,

4) at greiða úr hondum uppgávur sjálvstøðugt og ábyrgdarfult, at samstarva við onnur og taka samábyrgd av fyrisitingarligum arbeiðsháttum,

5) at veita góða tænastu og at greiða úr hondum uppgávur samsvarandi mannagongdum og góðskukrøvum,

6) at greiða úr hondum uppgávur við støði í fatan av umhvørvis-, heilsu- og trygdarásetingum í

arbeiðsumhvørvislógini,

7) at avrika fyrisitingarligar og handilsligar uppgávur, tað veri seg innan t.d. tænastu, fyrisiting,

samskipan, málsviðgerð, búskap og hagfrøði, og

8) at greiða úr hondum tænastu- og miðlauppgávur innanhýsis eins og uttanhýsis út frá fatanini av starvsøki og ábyrgd.

 

Til kapittul 4 – Yrkisroynd

Við endan av høvuðsskeiðnum fer næmingurin til yrkisroynd. Næmingurin skal tó í fyrsta lagi byrja uppá yrkisroyndina, tá 6 mánaðir eru eftir av lærutíðini. Næmingurin far eina viku tillutaða til arbeiðið, men frammanundan hevur hann gjørt uppgávuorðingina og yrksiroyndarsáttmála saman við læruplássinum og vegleiðarum skúlans.

 

Fyri at luttaka í yrkisroyndini skal næmingurin hava staðið grundskeiðið og høvuðsskeiðið sambært kunngerð um felags reglur fyri yrkisútbúgvingar.

 

Grundarlagið undir skrivstovuútbúgvingini eru førleika- og endamálsorðingarnar fyri útbúgvingina. Førleika- og endamálsorðingarnar eru tí eisini grundarlagi undir frálæruni í skúlanum og upplæringini á læruplássinum, og harvið eisini undir yrkisroyndini, har næmingurin skal vísa, at hann hevur rokkið teimum ásettu førleikamálunum fyri útbúgvingina.

 

Yrkisroyndin skal tí endurspegla førleikamálini fyri útbúgvingina, og skal royndin miða eftir at næmingurin dugur

-          at orða eina ætlan og áseta mál,

-          at leggja til rættis og greiða úr hondum eina uppgávu innan eitt avmarka arbeiðsøki á læruplássinum, og

-          at eftirmeta úrslitið í mun til ásett mál.

 

Tá næmingurin orðar ætlanina, leggur til rættis og greiðir úr hondum uppgávuna, skal hann verða førur fyri at gera brúk av viðurskiftum úr ástøðiligu eins væl og verkligu upplæringini.

 

Uppgávan, sum næmingurin velur at arbeiða við, skal hava tilknýti til arbeiðið á læruplássinum og ikki bert verða ein ástøðilig ella lýsandi uppgáva. Næmingurin skal duga at taka avgerð um hvussu uppgávan kann loysast á læruplássinum og harvið vísa, at hann er førur fyri at meta, greina, hugsa, døma ella á annan hátt halda seg óheftan at uppgávuni, og mátanum sum uppgávan verður loyst uppá á læruplássinum.

 

Tað er skúlin sum hevur ábyrgdina av at leggja til rættis og fremja yrkisroyndina. Somuleiðis er tað skúlin sum hevur ábyrgdina av at tryggja næminginum tað fyrireiking og vegleiðing, sum hann hevur krav uppá meðan arbeitt verður við uppgávuni.

 

Skipanin av yrkisroyndini

Yrkisroyndin verður framd sum ein verkætlan, ið næmingurin saman við læraranum, teir seinastu 6 undirvísingardagarnar av høvuðsskeiðnum, fyrireikar og orðar eina uppgávuorðing til.

 

Tá uppgávuorðingin verður gjørd, skal læruplássið verða við, soleiðis at næmingurin kann fáa stuðul og hjálp frá læruplássinum til arbeiði við verkætlanini og fyri at tryggja, at til ber at viðgera uppgávuorðingina á læruplássinum. Her verður serliga hugsa um viðkvæmar upplýsingar v.m. Tá næmingurin arbeiðir við verkætlanini skal hann sostatt hava møguleika fyri at leita fram upplýsingar á læruplássinum ella á annan hátt at gera brúk av ítøkiligari vitan og upplýsingum frá læruplássinum í samband við verkætlanina.

 

Tí verður gjørdur ein yrkisroyndarsáttmálið, sum veitir trygd fyri, at arbeiðsgevarin góðtekur evnið og kann stuðla næminginum eftir tørvi. Somuleiðis veitir hesin sáttmáli trygd fyri, at vegleiðarar skúlans hava góðtikið evnið. Næmingurin bindur seg somuleiðis til at skriva um ávísa evnið.

 

Í sambandi við verkætlanararbeiði skal skúlin leggja til rættis tað samskifti og tíðarætlan, sum skal  tryggja

-          at næmingurin í samstarvi við læruplássi orðar eina uppgávuorðing,

-          at uppgávuorðingin verður góðkend, og

-          at næmingurin fær vegleiðing frá skúlanum viðvíkjandi teimum yrkis- og ástøðiligu hugsanunum, sum næmingurin ger sær, meðan hann arbeiðir við uppgávuni.

 

Eftir at uppgávuorðingin er góðkend av skúlanum, og yrikisroyndarsáttmálin undirskrivaður av øllum trimum pørtunum, hevur næmingurin eina viku til at arbeiða við verkætlanini. Skúlin ásetur nærri nær og hvar næmingurin skal lata verkætlanina inn.

 

Meðan næmingurin arbeiðir við verkætlanini, skal skúlin og frálæruútgerðin á skúlanum so vítt møguligt verða tøkt hjá næminginum í vanligari skúlatíð. Næmingurin hevur krav uppá vegleiðing frá skúlanum sbrt. nærri ásetingum í undirvísingarætlanini hjá skúlanum, meðan hann arbeiðir við verkætlanini.

 

Døming og próvtalsgeving

Yrkisroyndin verður dømd av einum metingardómara, ið yrkisnevndin tilnevnir 3 – 4 vikur áðrenn yrkisroyndin byrjar og einum lærara, ið skúlin tilnevnir.

 

Kunngerð um próvtøkur í yrkislærugreinum og fremjingarreglur fyri yrkis- og sveinaroyndir er galdandi fyri dømingina av yrkisroyndini.

 

Yrkisroyndin eigur at verða løgd soleiðis til rættis, at metingardómari og lærari hava stundir at seta seg inn í verkætlanina. Skúlin skal tí eftir at næmingurin hevur latið verkætlanina inn, skjótast gjørligt senda verkætlanina til metingardómaran at gjøgnumganga og fyrireika til tað munnligu próvtøkuna, ið næmingurin eftirfylgjandi skal til.

 

Munnliga próvtøkan verður hildin við støði í verkætlanini. Næmingurin leggur verkætlanina fram og verður próvhoyrdur við støði í henni. Munnliga próvtøkan tekur 30 minuttir í roknað próvtalsgeving.

 

Næmingurin verður mettur sambært hesum próvtalsstiga:

Próvtal

Merking

Lýsing

12

Fyri framúr gott avrik

Próvtali 12 verður givið fyri avrik, sum lýtaleyst ella mest sum lýtaleyst lýkur málini.

10

Fyri sera gott avrik

Próvtali 10 verður givið fyri sera gott avrik, ið við onkrum smávegis lýtum lýkur flestu málini.

7

Fyri gott avrik

Próvtali 7 verður givið fyri gott avrik, ið við nøkrum lýtum, væl lýkur málini.

4

Fyri hampiligt avrik

Próvtali 4 verður givið fyri hampiligt avrik, ið hevur fleiri grov lýti og ikki lýkur málini væl.

02

Fyri toluligt avrik, sum kann verða góðtikið

Próvtali 02 verður givið fyri toluligt avrik, ið akkurát stendur mát, og í minsta mun lýkur málini.

00

Fyri ikki nøktandi avrik

Próvtali 00 verður givið fyri ikki nøktandi avrik, ið ikki stendur mát og ikki lýkur málini.

-3

Fyri heilt vánaligt avrik

Próvtali -3 verður givið fyri heilt vánaligt avrik, sum als ikki kann verða góðtikið.

 

Fyri at standa yrkisroyndina, skal næmingurin í minsta lagi hava fingið próvtalið 02 fyri verkætlanina.

 

Tá lærarin og metingardómarin í felag hava funnið fram til endaliga próvtali, skal næmingurin beinanvegin kunnast um próvtali.

 

Tá yrkisroyndin er liðugt, skal skúlin senda senda Yrkisdeplinum upplýsingar um próvtali hjá næminginum, við tí í hyggju at Yrkisdepilin skal útskriva næminginum eitt lærubræv. Lærubrævi verður sent læruplássinum 2 – 3 vikur áðrenn lærutíðin hjá næminginum er liðug.

 

 

Til kapittul 7 – Gildiskoma

Kunngerðin er galdandi frá 8.juni 2013 og er galdandi fyri skrivstovulærlingar við grein innan fyrisiting, ið byrja læruna eftir at kunngerðin er kunngjørd.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Fylgiskjal 1

 

Námsætlan í lærugreinini

 

Fyriskipan og leiðsla

 

 

Lærugreinabólkur: Yrkislærugrein

 

 

Vegleiðandi tímatal: 64 pultstímar

 

 

Lýsing av lærugreinini:

Endamálið við frálæruni er, at næmingurin nemur sær kunnleika við og dugir at viðgera hesi evni:

i)                    Virksisfyriskipanar ástøði

ii)                  Hugskotsgrundarlag virkisins

iii)                Munnligt samskifti

iv)                Ráðleggingar myndlar, íroknað ráðlegging av fundarvirksemi

v)                  Grundleggjandi búskaparligt innlit í einum virki

 

Førleikamál fyri lærugreinina:

Tá frálæran er liðug skal næmingurin duga

1)          at samskifta munnliga og skrivliga á føroyskum og á einum fremmandamálið, tað veri seg rætt, trúligt og fjølbroytt í mun til støðuna og samskiftismiðlarnar.

 

2)          at avrika fyrisitingarligar og handilsligar uppgávur, tað veri seg innan t.d. tænastu, fyrisiting, samskipan, málsviðgerð, búskap og hagfrøði.

 

Próvtøka / eftirmeting:

Eftirmetingin av lærugreinini er partur av samlaðu eftirmetingini av 1. skúlaskeiði. Eftirmetingin tekur støði í virkni næmingsins í undirvísingini og teimum uppgávum , næmingurin sjálvur og/ella saman við øðrum hevur loyst. Næmingurin far eitt støðumet frá skúlanum fyri hvørt skúlaskeið, sum verður givið eftir 7 trins próvtalsstiganum. Fyri at hava staðið skúlaskeiðið, skal næmingurin hava í minsta lagið próvtalið 02.

 

 

 

 

 

 

 

 

Fylgiskjal 2

 

Námsætlan í lærugreinini

 Menning og framtíðin

 

Lærugreinabólkur: Yrkislærugrein

 

Vegleiðandi tímatal: 48

 

Lýsing av lærugreinini:

Endamálið við frálæruni er, at næmingurin nemur sær kunnleika við og dugir at viðgera hesi evni:

i)                    Roknskaparfrøði, herundir

a.           Roknskaparlæru og roknskaparframløgu

b.          Roknskaparlóggávu og –mannagongdir

c.           Rakstur og fíggjarstøðu

d.          Aðrir roknskaparligir spurningar

ii)                  Fíggjarstýring, herundir

a.           Fíggjarlig og strategisk greining

b.          Fíggingarsamanseting

c.           Fíggjarætling

Næmingurin skal duga at arbeiða við hesum evnum í praksis og loysa uppgávur, har framkomin teldutøkni verður nýtt.

Førleikamál fyri lærugreinina:

Tá frálæran er liðug skal næmingurin duga.

1)      At meta um upplýsingar og boð og við støði í hesum fyrireika og fremja uppgávur skynsamt og úrslitagott.

2)      at nýta teldutøkni á skynsaman hátt.

 

3)      at avrika fyrisitingarligar og handilsligar uppgávur, tað veri seg innan t.d. tænastu, fyrisiting, samskipan, málsviðgerð, búskap og hagfrøði

Próvtøka / eftirmeting:

Eftirmetingin av lærugreinini er partur av samlaðu eftirmetingini av 2. skúlaskeiði. Eftirmetingin tekur støði í virkni næmingsins í undirvísingini og teimum uppgávum , næmingurin sjálvur og/ella saman við øðrum hevur loyst. Næmingurin far eitt støðumet frá skúlanum fyri hvørt skúlaskeið, sum verður givið eftir 7 trins próvtalsstiganum. Fyri at hava staðið skúlaskeiðið, skal næmingurin hava í minsta lagið próvtalið 02.

 

Fylgiskjal 3

 

Námsætlan í lærugreinini

 

Mítt arbeiðspláss

 

 

Lærugreinabólkur: Yrkislærugrein

 

 

Vegleiðandi tímatal: 40

 

 

Lýsing av lærugreinini:

Endamálið við frálæruni er, at lærlingurin dugur at arbeiða við teim evnum, sum eru lýst í lærugreinini Fyriskipan og Leiðsla (sí fylgiskjal 1) í størri høpi og í praksis. Evnini hjá lærlinginum at arbeiða tvørfakliga og saman við øðrum verða ment og roynd i praksis.

Harafturat skal næmingurin arbeiða við ymsum lógum og fyriskipanum, sum viðkoma næmingsins starvsøki, harundir umhvørvis viðurskiftum í breiðari merking.

 

 

Førleikamál fyri lærugreinina:

Tá frálæran er liðug skal næmingurin duga

1)          at samskifta munnliga og skrivliga á føroyskum og á einum fremmandamálið, tað veri seg rætt, trúligt og fjølbroytt í mun til støðuna og samskiftismiðlarnar.

 

2)          at greiða úr hondum uppgávur sjálvstøðugt og ábyrgdarfult, at samstarva við onnur og taka samábyrgd av fyrisitingarligum arbeiðsháttum.

 

3)          at greiða úr hondum uppgávur við støði í fatan av umhvørvis-, heilsu- og trygdarásetingum í arbeiðsumhvørvislógini.

 

4)          at greiða úr hondum tænastu- og miðlauppgávur innanhýsis eins og uttanhýsis út frá fatanini av starvsøki og ábyrgd.

 

Próvtøka / eftirmeting:

Eftirmetingin av lærugreinini er partur av samlaðu eftirmetingini av 1. skúlaskeiði. Eftirmetingin tekur støði í virkni næmingsins í undirvísingini og teimum uppgávum , næmingurin sjálvur og/ella saman við øðrum hevur loyst. Næmingurin far eitt støðumet frá skúlanum fyri hvørt skúlaskeið, sum verður givið eftir 7 trins próvtalsstiganum. Fyri at hava staðið skúlaskeiðið, skal næmingurin hava í minsta lagið próvtalið 02.

Samrøða við arbeiðsplássið og næmingin skal fremjast í hesum skeiði og verður partur av eftirmetingini.

Fylgiskjal 4

 

Námsætlan í lærugreinini

 

Søla og marknaðarførsla

 

 

Lærugreinabólkur: Yrkislærugrein

 

 

Vegleiðandi tímatal: 40

 

 

Lýsing av lærugreinini:

Endamálið við frálæruni er, at næmingurin nemur sær kunnleika við og dugir at viðgera hesi evni:

i)                    Mentan og samleiki virkisins

ii)                  Virkisleiðsla í størri høpi

iii)                Góðska og tænasta

iv)                Søla og marknaðarføring

v)                  Altjóða handil og –viðurskifti

vi)                Logistikkur

vii)              Skriftligt samskifti

viii)            Framløgu teknikkur

ix)                Sølu teknikkur fyri skrivstovufólk

 

Næmingurin skal duga at arbeiða við hesum evnum í praksis og loysa uppgávur, har ymsir miðlar verða nýttir.

Førleikamál fyri lærugreinina:

Tá frálæran er liðug skal næmingurin duga

1)          at meta um upplýsingar og boð og við støði í hesum fyrireika og fremja uppgávur skynsamt og úrslitagott.

 

2)          at samskifta munnliga og skrivliga á føroyskum og á einum fremmandamálið, tað veri seg rætt, trúligt og fjølbroytt í mun til støðuna og samskiftismiðlarnar.

 

3)          at veita góða tænastu og at greiða úr hondum uppgávur samsvarandi mannagongdum og góðskukrøvum.

 

Próvtøka / eftirmeting:

Eftirmetingin av lærugreinini er partur av samlaðu eftirmetingini av 2. skúlaskeiði. Eftirmetingin tekur støði í virkni næmingsins í undirvísingini og teimum uppgávum , næmingurin sjálvur og/ella saman við øðrum hevur loyst. Næmingurin far eitt støðumet frá skúlanum fyri hvørt skúlaskeið, sum verður givið eftir 7 trins próvtalsstiganum. Fyri at hava staðið skúlaskeiðið, skal næmingurin hava í minsta lagið próvtalið 02.

Fylgiskjal 5

  

Yrkisroynd

(fyrireiking, háttalæra og uppgávuorðing)

 

 

Lærugreinabólkur: Yrkislærugrein

 

 

Vegleiðandi tímatal: 48

 

 

Lýsing av lærugreinini:

Endamálið við frálæruni er, at næmingurin nemur sær hóskandi vitan innan háttalæru og lærir at arbeiða við størri verkætlanum á einum nøktandi vísindaligum støði, herundir:

i)                    Grundleggjandi háttalæra

ii)                  Dátu- og kelduviðger

iii)                Yrkisroyndar arbeiði

iv)                Munnlig framløga

 

Førleikamál fyri lærugreinina:

Tá frálæran er liðug skal næmingurin duga

1)          at meta um upplýsingar og boð og við støði í hesum fyrireika og fremja uppgávur skynsamtog úrslitagott.

 

2)          at nýta teldutøkni á skynsaman hátt.

 

3)          at avrika fyrisitingarligar og handilsligar uppgávur, tað veri seg innan t.d. tænastu, fyrisiting, samskipan, málsviðgerð, búskap og hagfrøði.

 

4)          at greiða úr hondum tænastu- og miðlauppgávur innanhýsis eins og uttanhýsis út frá fatanini av starvsøki og ábyrgd.

 

Próvtøka / eftirmeting:

Eftirmetingin av lærugreinini er partur av samlaðu eftirmetingini av 2. skúlaskeiði. Eftirmetingin tekur støði í virkni næmingsins í undirvísingini og teimum uppgávum , næmingurin sjálvur og/ella saman við øðrum hevur loyst. Næmingurin far eitt støðumet frá skúlanum fyri hvørt skúlaskeið, sum verður givið eftir 7 trins próvtalsstiganum. Fyri at hava staðið skúlaskeiðið, skal næmingurin hava í minsta lagið próvtalið 02.

Samrøða við arbeiðsplássið og næmingin skal fremjast í hesum skeiði og verður partur av eftirmetingini, eins og arbeiði við og dokumentatión av egnari yrkisroynd skal við í metingina.

Fylgiskjal 6

 

 

Námsætlan fyri

 

Verklig læra

 

 

Lærugreinabólkur: Verklig læra á góðkendum læruplássi

 

 

Avriksmát: Einki avriksmát

 

 

Vegleiðandi tímatal: Einki ásett

 

 

Lýsing av verkligu læruni:

Endamálið við verkligu læruni er, at næmingurin

 

 

Førleikamál fyri verkligu læruna:

Í verkligu læruni skal næmingurin arbeiða við hesum uppgávum

a)        Samskifti og tænasta

a.            

 

b)   Fyrisiting og málsviðgerð

a.            

 

c)        Roknskap og búskap

a.            

 

Umframt at arbeiða við nevndu uppgávum skal næmingurin í byrjanini av lærutíðini kunnast um fyritøkuna og tær mannagongdir, sum verða brúktar í fyritøkuni. Eisini skal næmingurin í sínum arbeiði nýta kunningartøkni.

 

 

Próvtøka / eftirmeting:

Læruplássi váttar við starvsváttan, at lærlingur hevur arbeitt við nevndu uppgávum.